Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 107 - 7. juni 2006 Anna Dam, løgfrøðingur: – Eg haldi, filmurin var góður og spennandi eins og bókin, sum eg las út í eitt. Eg hevði ikki góðar vónir, áðrenn eg sá filmin, tí eg bert hevði hoyrt vánaliga umtalu av honum. Men filmurin skuffaði meg als ikki. Hann vardi tveir og ein hálvan tíma, og teir tímarnir gingu skjótt. - Gott undirhald! Eg haldi avgjørt ikki, at nakar trúarliga tekur skaða av at hyggja eftir filminum. Og eg skilji avgjørt ikki, hví fólk tíma at øsa seg, og at hann ikki verður vístur í Havnar Bio, men tað mugu tey um. Bjarni Askham Bjarnasen, stjóri á Kall: – Filmurin var alt ov langdrigin – eg fekk veruliga ilt í afturpartin av at sita so leingi. Eg læs bókina, áðrenn eg fór at hyggja, og gjørdist sera skuffaður av filminum. Filmurin er eitt stórt lættisoppaverk, ið eingin tekur skaða av. Tey, ið halda, hesin filmurin ávirkar kristnu trúnna, undirmeta avgjørt fólk. Hildur Hermansdóttir: – Eg havi ikki lisið bókina og havi heldur ikki hug til at lesa hana nú, eg havi sæð filmin. Um eg fari at lesa hana, er tað bara tí, hon fær so nógva umtalu í løtuni. »The Da Vinci Code« var bert var ein vanligur amerikanskur filmur við tí, sum har til hoyrir. – Eitt nú morð, biljakt og serligum effektum. Ein søga, ið verður fortald eins og flest allar amerikanskar søgur. Tróndur Kragesteen, næmingur: – Filmurin var ein sera góður krimifilmur, men kanska ov amerikanskur. Áðrenn eg sá hann, hevði eg ikki lisið bókina, men bert sæð vánalig ummæli. Tí gjørdist eg bara ovfarin. Filmurin var annars eitt sindur meira gudsspottandi, enn eg hevði væntað, men eg haldi ikki, at nakrar tekur skaða av at hyggja eftir honum. Nú eg havi sæð filmin, havi eg veruliga hug til at lesa bókina, um eg onkuntíð fái tíð til tess. The Da Vinci hurlivasin Nú sum vánaligur filmur, eisini í Føroyum Filmurin The Da Vinci Code eftir kenda Ron Howard, varð nú endeliga sýndur í Føroyum. Maðurin, sum gjørdi góðar filmar sum A Beautiful Mind og Cinderella Man, hevur nú skapt ein alt ov myrkan thrillari út frá skaldsøguni hjá Dan Brown. Ummæli Kim Simonsen Søgan byrjar við at professarin Robert Langdon (Tom Hanks) verður biðin um at koma til Louvre í Paris, har eitt av starvsfólkunum er myrt. Langdon, og kotubrótarin Sophie Neveu (Audrey Tautou), finna so við og við, eina røð av óendaligum og ótrúligum loyndarmálum, m.a. í verkunum hjá multi- flogvitinum Leonardo da Vinci, ið aftur vísa aftur til eitt loyndarmál, ið hevur verið dult í 2000 ár. Ferðin gongur gjøgnum Paris, London og Skotland, har tey finna spor og royna at bróta kotuna, ið skal geva okkum eina vitan um grundarlagið undir okkara mentan, trúgv og søgu. Umtalaða bók Tá filmurin kom fram var longu nógv skriva um hann. Føroyar komu á landkortið, tí her varð filmurin í fyrstu atløgu ikki sýndur. Bókin »The Da Vinci Code« eftir Dan Brown er ein bók, ið nógv hevur verið kjakast um. Hetta kjakið hevur ikki snúð seg um bókina sum skaldskap, men um innihaldi, og serliga um samansvørjingarsøguna um Jesus, Mariu Magdalenu og Hin Heilaga Kalikin, ið bókin sigur frá. Nógv uppá spæl Tað er nógv uppá spæl í bókini hjá Dan Brown, m.a. at sjálv Bíblian, sum vit kenna hana í dag, varð savnað av rómverska keisaranum, Konstantini hinum Mikla. Vanliga verður hildið, at Konstantin var kristin, men var hetta tó neyvan so, tí á hansara tíð var sóldyrkanin almenna religiónin í Rómararíkinum. Tríggjar øldir eftir Jesu krossfesting var talið av teimum, sum trúðu á hann munandi vaksið. Stríðið um hann var vorðið so umfatandi, at tað stóð til at klúgva Róm í tvey. Konstantin gjørdi av í 325 e.Kr. at sameina Róm undir eina og somu religión: Kristindómin. Teir sóltilbiðjandi heidningarnir gjørdust kristnir, og vóru teirra heidnu súmbol, merkisdagar og ritualir sett saman við vaksandi kristnu trúnna. Soleiðis skapti Konstantin eina samanrenning innan trúnna. Tað er um leivdirnar av hesi hending, ið The Da Vinci Code snýr seg um. Átti Jesus børn? Serliga kent er, at Konstantin skipaði fyri felagskirkjuliga stórmøtinum Nikæa- fundurin, har hann fyri at umskriva søgubøkurnar bílegði og fíggjaði eina nýggja Bíbliu, ið bert tók evangeliini við, sum pyntaðu uppá myndina av Jesus sum gudalíkan. Hini evangeliini vóru savnað saman og brend. Tó yvirlivdu nøkur evangelii hesa oyðilegging. Serliga Deyðahavsrullurnar, ið vóru funnar í 1950, goymdar í einari holu nær við Qumran við Deyðahavið. Eisini koptisku skriftirnar. Hesi siga søguna um Hin Heilaga Kalikin, men eisini um Jesusar lív sum vanligur maður á fold. Hetta eru í The Da Vinci Code loyndarmál, ið Vatikanið royndi at dylja. Serliga er Maria Magdalena ein oyðileggjandi mátt innan kirkjuna, tí hon sigst hava liva saman við Jesusi og tey áttu børn saman. Fyri at verja seg móti hesum, skapti kirkjan eina ímynd av Mariu Magdalenu sum skøkju og reinsaði á henda hátt øll prógv um hennara hjúnaband við Jesus. Keðiligur filmur Eg hevði lisið nógv ummæli av filminum, og mínar væntanir vóru ikki serliga stórar til filmin. Helt kanska, at tí eg ikki væntaði so nógv, fór at verða jaliga bilsin, men eg má siga, at hetta er ein hin ringasti filmurin eg enn havi sæð sum ummælari. Eg geispaði og keddi meg illa. Hann er myrkur, tað regnar alla tíðina, biljaktirnar í Paris eru óklárar og so er hann ov langur. Søgan í filminum hongur illa saman, og fyri tey, ið ikki kenna bókina eru álvarslig lop. Endin er meiri ella minni ein gáta fyri meg. Tá var áhugin í søguni eisini flogin, so um øll doyðu, so hevði eg verið líkaglaður. Gott tiltak Hetta er sjálvandi ein serlig støða, at onnur fólk enn tey í Havnar Bio innflyta og vísa filmar, alt gott til hetta og seks stjørnur til hetta tiltakið, bert synd, at filmurin er so óvanliga keðiligur og idiotiskur. Tom Hanks fær ongantíð útfolda seg, sum vit kenna hann og Jean Reno er altíð eitt kup fyri ein film, eisini her sum hin fanatiski og harðligi løgreglumaðurin Bézu Face, meðan Audrey Tautou (Amelie from Montmartre) er bert til pynt og egnar seg ikki til at tosa enskt. Ian McKellen er fínur sum hin mystiski Sir Leigh Teabing. Eg havi nærum ongan- tíð kett meg so illa í biografinum. Vildi heldur sæð ein part av Inspector Morse, ið loysir krimigátur í Oxford. Størsta gleðin hjá mær var, at filmurin endaði og eg kundi gloyma alt um hann. Hvussu dámdi tær »The Da Vinci Code«? O O O O O O Audrey Tautou og Tom Hanks í filminum The Da Vinci Code. The Da Vinci Code, USA 2006. Robert Langdon Tom Hanks Sophie Neveu Audrey Tautou Sir Leigh Teabing Ian McKellen Biskop Aringarosa Alfred Molina Bézu Fache Jean Reno Silas Paul Bettany Leikstjórn Ron Howard. Vístur í Norðurlandahúsinum í Føroyum fyri tíðina. 149 (langir) minuttir. Aldursmark 15 ár (í Danmark). FAKTA