Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagin 29. mai var ein flott fram­ sýning av nøkrum gomlum Fiat-bilum uttan fyri hjá BR Leikum á Hálsi í Havn. Talan er um limir í Fiat Mini Klub, Sjælland, sum sýndu bilarnar fram, har tann elsti er frá 1950 Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað eru ivaleyst mong í Føroyum, sum minnast hes­ar gomlu Fiat-arnar frá 50- og 60-unum. Tað var Esso-støðin v. Frits Jensen í Gundadali, sum seldi Fiat í Føroyum. Teir fyrstu komu hendan vegin í 1957/58. Fiat hava í mong ár verið eitt av tjóðareyðkennum hjá Italienarunum, sum fyrr vóru kendir fyri akkurát hesir smáu bilarnar. I mun til aðrar bilar síggja hesir smáu Fiat-arnir út sum hvølpar. Teir minstu Fiat 500 hava einans 0,5 litur 2 syl. motor við umleið 16 hk, og koyra frá 0-80 km/t uppá umleið 25 sek. Toppferðin er um umleið 100 km/t. Teir viga heldur ikki meira enn 500 kg. Ferðin hjá hesum 14 fólk­­ unum við sínum sjey Fiat- bilum kom í lag í sam­­bandi við at Jørgen Mikkel­sen, sum starvast hjá in­ven­tar­ fyritøkuni TOBI A/S, hevur verið nógv í Føroyum í ar­beiðs­ørindum. Tað eru Jørg­en Mikkelsen og konan Lisa, sum hava lagt túrin í Føroyum til rættis. Bilarnir, sum tey hava við sær, eru: Tríggir Fiat 500, sum eru frá ávikavist 1950, 1962 og 1968, og tríggir Fiat 600, sum eru frá 1962, 1972 og 1973. Tann nýggjasti er ein Fiat 126 frá 1974. Sama dag sum tey komu, vóru bilarnir sýndir fram uttan fyri hjá BR Leikum á Hálsi, har høvi var hjá fólki at síggja bilarnar og fáa eitt prát við eigararnar. BR Leikur høvdu nøkur sera góð tilboð við modellbilum í sambandi við Fiat-vitjan­ ina. Ferðalagið fer at ferð­ast kring landið við bilun­um. Tey skulu vitja í Suður­oy, Sandoy, Eysturoy, Norð­ oyggjum og í Vágum. Tey hava lagt eina nágreiniliga skrá fyri túrin. Bilarnir fara avstað við Norrönu fríggjadagin 9. juni. Nr. 107 • mikudagur • 7. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Fiat-vitjan hjá BR Leikum Hesin Fiat 500 Topolino árgang 1950 er úr Svøríki, Tað er Mona-Lisa og Lennart Jonson úr Gøteborg sum eiga bilin Mánadagin 29. mai var ein framsýning við sjey flottum gomlum Fiat-bilum uttan fyri hjá BR-Leikum á Hálsi í Havn Fiat-fólkini vóru eisini og vitjaðu hjá Nordcar, ið umboða Fiat í Føroyum, Jens Petur Jensen, stjóri, bjóðaði teimum til kaffi Stoff-galesjan kann rullast afturav. Eykahjólið er innan fyri nummarplátuna, og uttaná er eingin lúka er til viðførisrúmið Bilurin hevur sitipláss til tveir persónar. Leggið til merkis vasan á instrumentborðinum, sum var hægsti móti í 50- og 60-unum