hósdagur 8. juni 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 108 - 8. juni 2006
Í gjár frættist, at leið
410 brádliga ikki
koyrdi longur millum
Fuglafjørð og Gøtudal,
tí bussfelagið hjá
Andreassi Poulsen
hevði lagt arbeiðið frá
sær uttan ávaring.
– Men nú eigur
leið 410 at koyra
sum vanligt, sigur
Andras Jensen,
samferðsluleiðari
á Strandfaraskip
Landsins
Leið 410
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Andras Jensen, samferðslu
leiðari á Strandfaraskip
Landsins, sigur, at SL
longu hevur gjørt avtalu við
eitt annað bussfelag, og at
bussfelagið hjá Andreassi
Poulsen ikki sleppur at koyra
leið 410 longur:
– Um eg skal vera
púra erligur, veit eg ikki
nágreiniliga, hvør trupul
leikin var í gjár, men óivað
eru tað pengar, ið eru
atvoldin. Men málið er lið
ugt og avgreitt, og vit fara
ikki at granska meira.
– Vit kunnu á ongan hátt
góðtaka, at ein arbeiðstakari
leggur arbeiðið frá sær á
henda hátt, tí tað ávirkar
viðskiftafólkini hjá okkum.
Bussfelagið hjá Andreassi
Poulsen koyrir tó enn á øðr
um leiðum, men har hava vit
ein sáttmála, so á teimum
leiðunum verður eingin
trupulleiki.
– Tað er sera umráðandi,
at hetta ikki hendir aftur.
Leið 410 eigur at koyra
sum vanligt nú, sigur Andras
Jensen.
Andreass Poulsen hevur
leingi roynt at fingið sáttmála
og pengar í lag, men tá eingin
avtala lá fyri framm an, valdi
hann at gevast at koyra:
– Eg havi roynt at fingið
allar avtalurnar í lag síðan
leið 410 byrjaði at koyra.
Strandfaraskip Landsins
ætlaði at kroysta alla leiðina
yvir á leið 400 uttan at tosa
við leiðaran har, og tí valdi eg
at gevast, og teir sendu meg
til hús, sigur ein ónøgdur
Andreass Poulsen.
Leið 410 koyrir aftur
Ung i Norden 2006 fer
av bakkastokki beint
aftan á skúlalok í
summar. Tannáringar
koma úr øllum Norð
urlondum – frá Grøn
landi til sámiska økið
og Danmark...og
øllum londunum har
ímillum...
UNG I NORDEN
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tað er fyrstu ferð, at eitt
sjálvstýrandi øki átekur sær
at skipa fyri hesum tiltaki,
og bæði Mentamálaráðið
og Tórshavnar komm
una
hava saman við Norður
landahúsinum gjørt sítt til, at
skipað verður fyri allarbestu
umstøðum.
Fyrstu tvey kvøldini á
stevnuni verða framførslur
og listaframsýning sum lut
takararnir hava fyrireikað
“á heimavølli”. Hesar eru
almennar og verða í Auluni
á Føroya Læraraskúla
og á Stóraheyggi. Síðani
verða smærri framførslur í
Miðlahúsinum næstu tvey
kvøldini.
At enda verður Norður
landahúsið karmur um enda
sýningina sunnudagin 2.
juli kl.17.00. Tá verða bæði
pallframførslur, tónleikur,
mótasýning, filmur, mynd
listaframsýning... Norður
landahúsið verður gjørt til
“festivaløki”, við fleiri pallum
í høllini og klingruni. Til ber
at keypa atgongumerki fyri
60 kr. í Norðurlandahúsinum
og í Kunningarstovunum. Tó
verður tað ókeypis atgongd
á Læraraskúlanum og í
Miðlahúsið fyrstu kvøldini.
Luttakararnir á stevnuni
fara um dagarnar at vera í
verksmiðjum undir leiðslu
av eini 20 av føroya bestu
ungu listafólkum. Tilsamans
framleiða tey sýningina,
sum óivað verður á fleiri
enn einum tungumáli. Vár
Berghamar Jacobsen, Ria
Tórgarð og Páll Danielsen
eru “framleiðarar”.
Sjálv stevnan gongur fyri
seg á Læraraskúlanum, gist
verður á Sjómansskúlanum
og eitt “vindeyga móti
býnum”, verður hvørt kvøld
í Miðlahúsinum. At tiltakið
verður sjónligt í býnum –
soleiðis sum tað eigur at vera
á altjóða festivalum – syrgja
festivalfløgg fyri, og ikki
minst tann ljósareyði Mini
Cooper sum verður at síggja
á vegnum nú í eina tíð.
Norðurlendskur ungdómur
savnast um listina í Føroyum