Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 • hósdagur • 8. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Annan hvítu­sunnu­ dag vóru finalurnar í FM í skúlatavli avgreiddar í Samljóð í Skopun, og endin gjødist at Havnin vann tann eldra bólkin, meðan Sandavágur vann tann yngra Skúlatalv Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo 22 lið vóru við í FM- finaluni í skúlatelving, og tá ið opni bólkurin verður roknaður við, vóru fleiri enn hundrað ungir telvarar við í kappingini. Hetta var meira enn tey bæði innleiðandi umførini, har uindirtøkan eisini verða sera stór. Kappast var í tveimum bólkum, og í tí eldra bólkin­ um gjørdist Havnin vinnari. Í hølunum á teimum komu Klaksvík og Sandavágur, og tað var líka við, at Havnin spældi sær av við leiðsluna og Klaksvík streyk fram um. Sandavágur vann síðani ein rímiliga greiðan sigur um bronsuna á Róki, meðan finalan um gullið endaði 8- 8 ímillum Klaksvíkina og Havnina. Finalan varð telvd soleiðis, at teir 4 telvararnir á liðunum allir telvdu ímóti hvørjum øðrum. Í seinasta umfarinum snávaðu 1. og 2. borð hjá Havnini og harvið stóð á jøvnum. Avgerandi var síðani, at Hjalti Toftum Jógvansson á 1. borði hjá Havnini hevði vunnið 3 talv í finaluni, meðan 1. borð hjá Klaksvík, DM Herborg Hansen hevði vunnið 2 talv. Harvið vann Havnin FM við minst møguligari margin.  FM liðið úr Havn­ ini var mannað við: Hjalta Toftum Jógvansson, Margar Berg, Heiðriki T. Jacobsen og Eli Nolsøe Leifsson. 4. flokkur og yngri Spenningurin var stórur í FM finaluni fyri tey yngru. Undankappingarnar góvu onga greiða ábending um ein favoritt í finaluni. Fyrru undankappingina vann Sandavágur og tað seinnu vann Klaksvík í harðari kapping við Havnina, og Rókur lá støðugt framvið. Sandavágur dró longsta stráðið við einum rímiliga greiðum sigri, meðan Rók­ur gjørdist greiður silv­ur­vinn­ ari. Stríðið um brons­una gjørdist sera tætt. Havnin og Klaksvík fingu eins nógv dystarstig, men Havnin lá omaná, tá liðið hevði vunnið eittans talvið meiri enn Klaksvík. Klaksvíkingar eru ivaleyst vónbrotnir so­leiðis at detta uttanfyri plaseringarnar, eftir frálíkar undankappingar, men teir raktu ikki dagin og fingu, tá samanumkom, ov lítið burturúr fremru borðunum. FM liðið úr Sandavági var mannað við: Høgna Egilstoft Nielsen, Janus Egilstoft Niel­sen, Sølva Egilsson, Jóanis Albert Nielsen og Hørdi Johansen. Opnu bólkarnar Kappast var eisini í tveim­ um opnum bólkum á finalu­ degnum. Í eldra bólkinum gjørdist Vestmanna vinnari frammanfyri Kollafjørð, sum annars var roknaður sum favorittur. Vinnandi liðið úr Vest­ manna var mannað við: Rúna Vørmadal, Borgar Jónsson Stórá, Reidar Egils­nes og Jógvan Emil Joensen. Heili sjey lið av Sand­ oynni og eitt lið úr Vest­ manna dystaðust í opna bólkinum fyri tey yngstu. Spenningurin var sera stórur heilt til síðsta leik. Lokaluppgerðin í mill­ um Sand og Skálavík – gullstríðið – varð ikki avgjørt fyrr enn í seinasta talvinum. Og tá stóð á jøvnum. Sandur og Skálavík høvdu 17 stig hvør. Nærri eftirteljingar staðfestu, at Sandur hevði eittans vunnið talvið meiri enn Skálavík. Manningin hjá Gullvinnarunum heiman av Sandi vóru: Dan í Soylu, Dávid Henriksen, Steintór Fagradal og Marta Hentze. Kappast aftur í heyst Skúlatalvkappingarnar eru av á hesum sinni. Lagt verður aftur til brots í heyst. Tá eru FM kappingarnar fyri einstaklingar á skránni. 10 teir frægastu skúla­ telvararnir í ymiskum ald­urs­bólkum vinna sær tá rætt til at umboða Før­ oyar í telving um Norður­ landameistaraheitið í skúla­ telving, sum í februar mánað 2007 verður í Íslandi. Seinasta fingu vit sum kunnugt norðurlendskan meistara, Helga Dam Ziska, tá kappingin varð telvað í Finlandi. Stutt sagt Havnin og Sandavágur vunnu FM í skúlatalvi Dómsnevndin viðgerð HB- málið Dómsnevndin hjá Fót­ bólts­sambandinum er farið undir viðgerðina av málinum um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen. HB hevur kært avgerðina hjá Kappingarnevndini hjá FSF um, at HB skal tapa steypadystin ímóti VB/ Sumba, tí spæli­loyvið hjá HB-áleyp­aranum var ikki komið upp á pláss áðrenn dyst­in. Hetta er aðru ferð, at Dómsnevndin hjá FSF skal taka støðu í mál­inum – Vit hava nú eina leyp­ andi viðgerð av málinum, og eg dugi einki at siga um, nær vit koma til eina niðurstøðu, sigur Høgni Høgnesen, formaður í Dómsnevndini. Fellur avgerðini í hes­ari vikuni? – Eg dugi ikki at siga tað í løtuni. Málið skal hava sína viðgerð, áðrenn vit taka niðurstøðuna. ek Kringvarpið kann missa alt Um Kringvarp Føroya legg­ur sáttmálastríðið við Ítróttarsamband Før­ oya fyri ein gerðarætt, merkir tað samstundis, at sáttmálin ikki er galdandi, og at einki má sendast frá føroyskum ítrótti. Tað vil siga, at Útvarpið missir síni rættindi at siga frá øllum føroyskum ítrótti – eisini Formuladeildina og til dømis kappróðurin – og tað sama er gald­ andi fyri Sjónvarpið. Skal dekningurin av For­ muladeildini og øðrum ítrótti halda fram í Út­varp­ inum, meðan málið er í gerðarættinum, skulu Kring­varpið og ÍSF gera eina serstaka avtalu um hetta. Gerðarætturin kann arbeiða upp í átta vikur við málinum. Miðlafelagið kann senda ítrótt ÍSF og Miðlafelagið skriv­­ aðu í gjár undir av­­talu, sum gevur Miðla­fe­lag­num rætt at senda upp­tøkur frá lands-, steypa- og FM-kappingum og ítrótt­ artiltøkum. Miðla­felagið er felagið, ið eigur tveir triðingar av Sosialinum. Í fyrsta umfari kemur av­talan at fevna um heima­ síð­urnar www.portal. fo og www.sportal.fo, har Sosialurin og Føroya Tele hava samstarv um tíðindaflutningin. So­leiðis verður frameftir møgu­ leilki at síggja video-klipp frá ítróttarhendingum og ítróttartíðindi annars á hesum heimasíðum. Havnin vann eldra bólkin. FM liðið úr Havnini var mannað við: Hjalta Toftum Jógvansson, Margar Berg, Heiðriki T. Jacobsen og Eli Nolsøe Leifsson Sandavágur vann bólkin hjá teimum yngru. FM liðið úr Sandavági var mannað við: Høgna Egilstoft Nielsen, Janus Egilstoft Nielsen, Sølva Egilsson, Jóanis Albert Nielsen og Hørdi Johansen Eli Nolsøe Leifsson hugsar seg væl um, áðrenn hann flytir fólkið í finaluni ímóti Klaksvík