hósdagur 8. juni 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
[ Nr. 108 - 8. juni 2006 ]
Tað er lagt upp til, at
Sveis og Suðurkorea
skulu dystast um
annað plássið í bólki
F. Men Frakland skal
tó ansa sær, so teir
ikki fáa somu lagnu
sum í 2002
HM Bólkur G
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Heilt so galið, sum tað
gekk fyri fýra árum síðani,
verður tað tó neyvan hjá
Fraklandi
hesaferð. Ta
ferðina mátti landið heim,
uttan at somikið sum eitt
mál varð skotið, men nú
Togo er partur av bólkinum,
tykist tann møguleikin mest
sum óhugsandi.
Og tó at talan spakuliga
er við at gerast um eitt
slitið franskt landslið, so
skerst ikki burtur, at talan
framvegis er um framúr
góðar spælarar. Somikið
góðar, at liðið ikki eigur
at fáa trupulleikar við at
spæla seg víðari úr bólka
spælinum.
Hava nógv at verja
Stóri spurningurin tykist tí
vera, hvørt tað verða Sveis
ella Suðurkorea, sum vinna
næsta atgongumerkið til
1/8-finalurnar.
Suðurkorea spældi seg
allan vegin fram til hálv
finalurna seinast, og ein
ítøkilig avleiðing av hesum
er, at teir nú eru styrkismettir
í næsta lagnum. Nakað
sum alt annað líka vil geva
eina meira yvirkomuliga
mótstøðu í bólkaspælinum.
Síðani sera væl eydnaðu
framførsluna fyri fýra árum
síðani tykist liðið eisini at
vera styrkt á fleiri økjum.
Fleiri spælarar gera nú
um seg í stóru europeisku
deildunum, og ikki minst
eru vónirnar stórar til Youn-
Pyo Lee og Ji-Sung Park,
sum dagliga gera um seg
í ávíkavist Tottenham og
Manchester United.
Tað valdar tó framvegis
óvissa um, hvussu sterkur
hópurin hjá Suðurkorea er
á fleiri økjum. Hartil kann
liðið ikki hesa ferð rokna
við sama fanatiska stuðuli
frá áskoðaraplássunum, og
hartil hava fyrireikingarnar
ikki verið eins góðar hesa
ferð. Fyra fýra árum síðani
varð nógv lagt fyri, og
Guus Hiddinck hevði tá
hálvt ár saman við liðnum
undan
HM-kappingini.
Tær sømdirnar fær lands
maður hansara, Dick Advo
caat, ikki hesaferð, men
útliokast kunnu ídnu suður
koreanararnir á ongan hátt.
Sveis tørvar mál
Hjá Sveis tykist stóri spurn
ingurin vera, hvørt liðið
megnar at skjóta neyðugu
málini, um teir skulu
vinna seg víðari. Saman
við
Fraklandi
spældi
Sveis seg viðari úr okkara
undankappingarbólki, men
tað vera fyrst og fremst
krútsterku verjuni at takka.
Í so máta er útgangsstøðið
helst lítið øðrvísi hjá Jacob
Kuhn og hansara monnum.
Móti Fraklandi kann liðið
væl liva við javnleiki, og
tað sama er helst støðan, tá
Suðurkorea er mótstøðan.
Móti Togo verður Sveis tó
helst tvingað at leypa á, og
tað ger helst ikki uppgávuna
lættari, at teir tá enn hava
dyst móti Suðurkorea til
góðar.
Mann fyri mann tykist
Sveis heldur ikki hava so
øgiliga styrki, og tí eru
einstaklingarnir, sum kunnu
avgera alt sjálvir, truplir at
síggja. Frei gjørdi tó nógv
um seg í undankappingini,
og Hakan Yakin hevur
áður víst, at hann dugir eitt
sindur av hvørjum. Sterkasti
spælarin er uttan Johann
Vogel, men sum defensivur
miðvallur er tað neyvan frá
honum, at roknast skal við
teimum mongu málunum.
Og helst verða tað júst hesi,
sum verða avgerandi fyri
sveisisku vónirnar.
Togo sum
veikasta liðið
Seinasta liðið í bólkinum er
Togo. Eitt lið, sum tey flestu
helst meta sum ein walk-
over hjá hinum trimum.
Talan er um fyrstu HM-
luttøkuna hjá Togo, og bara
tað, at landið er við, er ein
veldug sensatión í sjálvum
sær. Og tann sensatiónin
verður bara minni fyri
hvørt einasta stigið, sum
landið kann vinna sær.
Verður sæð burtur frá
dýra Arsenal-reservanum,
Emmanuel Adebayor, er
talan um rættiliga ókunnug
nøvn í europeiskum fót
bóltsoyrum, og avrikið í
African Nations Cup – 3
tap á rað – borgar heldur
ikki fyri einum serliga sterk
um liði.
Frakland skal ansa sær
fyri tvídystinum
Suðurkorea
hevur nógv at
liva upp til eftir
hálvfinaluplássið
fyri fýra árum
síðani. Men
túsundtals
kilometrar
heimanífrá verður
uppgávan hjá
Ji-Sung Park og
liðfeløgunum
munandi truplari
hesaferð
Mynd: Scanpix
Rooney aftur í Týsklandi
Gleðisrómur var um alt Ongland, tá sjónvarpsmyndir í gjárkvøldi
sýndu, at spælarin aftur fór til Týsklands eftir seinastu skanningarnar
av brotna fótinum. Fram til tað seinasta var ivamál um luttøkuna hjá
Rooney, og ein FIFA-semingsmaður stóð enntá til reiðar at mekla
millum venjararnar báðar hjá Rooney. Eriksson, landsliðsvenjari,
vildi sjálvandi hava eitt av sterkastu kortunum hjá sær við í hópinum,
meðan Sir Alex Ferguson heldur vildi syrgja fyri, at spælarin er tøkur,
tá Premier League byrjar aftur. Og tá slíkir harrar trætast, er tað altso
ikki upp til læknarnar at gera av, hvørt spælarin er klárur ella ikki.
-mørk
Eina milliard fyri Messi
Villar Mir, sum er ein av kandidatunum til forsetavalið
í Real Madrid, sigur seg vera til reiðar at spreingja øll
mørk, um hann verður valdur til forseta.
Soleiðis er fremsta vallyfti hansara, at hann vil keypa
argentinska Lionel Messi frá Barcelona. Sambmært
sáttmálanum hjá bara 19-ára gamla Messi, kann Barcelon
siga nei til øll boð, sum eru lægri enn 150 mió evrir.
Hetta svarar til 1.118 mió kr., men ta upphæddina sigur
Mir seg vera til reiðar at rinda, verður hann valdur.
-mørk