hósdagur 8. juni 2006síða 50
Tekstur á síðuni
56
Nr. 108 - 8. juni 2006
Ísbreyt um morgunin
– baðiland um dagin
Lalandia bjóðar sínum gestum nógvar møguleikar at íðka
ítrótt. Ítróttarhøll til badminton, hondbólt, fótbólt ella
hvat tað skal verða er tøk at brúka, og uttandura eru eisini
nógvir møguleikar. Útgerð til tær ymsu ítróttargreinarnar
kann leigast í Lalandia, og tað ber eisini til at fáa køn
starvsfólk at leggja lag á, um tað skuldi verið neyðugt.
Umframt allan tann vanliga ítróttin ber eisini til at standa
á skoytum alt árið runt í Lalandia. Meðan sólin bakar
niður uttanfyri, ber til at fara dansandi út á ísbreytina,
sum Lalandia hevur innandura. Skoytuhøllin er 1.000
fermetrar til støddar, og hon er tann fyrsta av sínum slagi í
Danmark. Tí kunnu gestir í Lalandia standa á skoytum ein
fyrrapart í juli, og fara í baðilandið við tropiskum hitalagi
seinnapartin.