fríggjadagur 9. juni 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 109 - 9. juni 2006
VÆLKOMIN TIL
DANSBAND
FESTIVALIN
Í SELJORD
FERÐ TIL DANSEBAND-FESTIVALIN
Í SELJORD 03.07 - 12.07
Vit skipa fyri spennandi túri til kenda og væl um-
tókta Dansband-festivalin í Seljord í Noregi.
Føroyskur bussur er við á túrinum, har nógv gott
undirhald verður. Vit fáa 14 tímar við tónleiki
frá kendum tónleikabólkunum. M.a. kunnu vit
nevna kend nøvn sum Smokie og Sven Ingvars.
Stór sølustevna verður eisini við sølu av fl øgum
og souvenirs.
Prísur fyri hvønn kr.7.990,-
Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur í 4 koyggjukamari við wc/bað innv. Hartil yvirnátting í 7
nætur á omanfyrinevndu hotellum. Á hotellunum íroknaður morgunmatur og døgurði týskvøldið,
sunnukvøldið og mánakvøldið. Ferðaleiðari, bussur v. útferðum og atgongumerkið til festivalin.
Eykaprísur fyri 2 koyggjukamar við wc/bað kr. 824,-
Eykaprísur fyri einakamar á hotellunum kr. 1.610,-
MÁNADAG 03.07: Kl. 07.30 møtast øll við
buss in á farstøðini. Fráferð kl. 08.30. Beint aftaná
trygdarfundin í Viking Club umleið kl. 10.00,
hittast øll til kunningarfund við ferðaleiðara og
bussførara.
TÝSDAG 04.07: Koma til Bergen kl. 12.00 norska
tíð. Vit koyra vit ímóti Ulvik í Hardanger. Við
Steinsdalsfossin verður steðgur í umleið 1 tíma.
Hetta er fossurin ein kann ganga innundir uttan
at ein verður vátur. Í Ulvik gista vit á Rica Ulvik
Hotel. Kl. 19.00 er døgurði á hotellinum.
MIKUDAG 05.07: Aftaná morgunmat umleið
kl. 09.30 koyra vit ímóti Vrådal. Á Haukelisætur
fáa vit ein bita at eta, steðgur í umleið1 tíma. So
verður koyrt beinleiðis til Strand Hotel í Vrådal,
har vit gista tær næstu 4 næturnar. 4 tey næstu
kvøldini er ikki íroknaður døgurði á hotellunum.
HÓSDAG 06.07: Aftaná morgunmat uml.
kl 09.30 fara vit útferð á Telemarkskanalini. Har
sigla turistbátar á vøtnum, kanalum og gjøgnum
slúsir. Hetta er nakað heilt serligt, sum skal upp-
livast. Hesin túrur er ikki íroknaður prísin.
HÓSDAG, FRÍGGJADAG OG LEYGARDAG:
Døgurði á kvøldið er ikki íroknaður prísin, tí vit
fáa ikki mat og klokku at passa saman. Møguligt
er tó at fáa okkurt lætt at eta, um vit avtala hetta
áðrenn vit fara frá húsum.
FRÍGGJA – OG LEYGARDAG 07.- 08.07:
Vit koyra frá hotellinum aftaná morgunmat, uml.
kl. 10.00. Bussurin koyrir frá Seljord til Vrådal
tá steðgur verður og koyrir aftur til Seljord tá
dansurin byrjar aftur kl. 19.00. Øll fara heim við
bussinum, tá dansurin endar ca. kl. 01.30 – 02.00
SUNNUDAG 09.07: Vit eta morgunmat og
siga farvæl til Vrådal umleið kl. 10.00. So
gongur leiðin til Brunkeberg-Åmot-Haukeli
og Haukelisætur, har vit aftur halda ein góðan
steðg og fáa lætt ábit. Síðani til Odda og
Utne, haðanifrá við ferju til Kvanndal. Síðani
frá Kvanndal til Voss har vit skulu gista á tí sera
hugnaliga Fleischers Hotel. Kl. 19.00 er døgurði
á hotellinum.
MÁNADAG 10.07: Aftaná morgunmat geva
vit pláss fyri einum túri í býnum Voss. Vit koyra
frá Hotel Jarl kl. 12.00. Teinurin til Bergen tekur
1 tíma og 15min. Í Bergen gista vit á Hotel
Bristol sum liggur miðskeiðis í býnum. Restina av
degnum kann ein gera hvat einum lystir. Kl. 19.00
er døgurði á hotellinum.
TÝSDAG 11.07: Aftaná morgunmat kann viðføri
setast í bussin. Vit avtala nærri, hvussu og hvat.
Kl. 14.00 skulu øll vera aftur við bussin fyri at fáa
boardingkort (á keiini). Norröna siglir kl. 15.00.
MIKUDAG 12.07: Vit eru á Havnini kl. 15.00
FERÐASKRÁ
FE
Í
V
tó
F
u
f
n
Smokie
Sven Ingvars
g
slúsir. Hetta er nakað
livast. Hesin túrur er ikki íroknaður prísin
HÓSDAG, FRÍGGJADAG OG LEYGARDAG:
Døgurði á kvøldið er ikki íroknaður prísin, tí vit
fáa ikki mat og klokku at passa saman. Møguligt
er tó at fáa okkurt lætt at eta, um vit avtala hetta
áðrenn vit fara frá húsum.
setast í bussin. Vit av
Kl. 14.00 skulu øll vera aftur við bussin
boardingkort (á keiini). Norröna siglir kl. 15.00.
MIKUDAG 12.07: Vit eru á Havnini kl. 15.00
Sven Ingvars
WWW.SMYRIL-LINE.FO
TLF 34 59 00