fríggjadagur 9. juni 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 109 - 9. juni 2006 ]
Ein tjóð gjørdist til 15
Tá Sovjetsamveldið av álvara skrædnaði í 1991, segði
fótbóltsheimurin samstundis farvæl til eina sera sterka
fótbóltstjóð. Umframt Russland gjørdist talan nú um
14 ymiskar fótbótlstjóðir, og tað hevur sett síni merki á
fótbóltskortið. Ikki minst á undankappingarnar til HM og
EM og til UEFA-kappingarnar fyri feløg. Russland er í dag
á 37 plássi á FIFA-styrkislistanum. Ukraina verður roknað
sum sterkasta av fyrrverandi lýðveldunum hjá Russlandi.
Sheva & co. eru at finna sum nummar 41.
-mørk
Bara gullið telur
Frank Lampard ivast ikki í, at hann og Ongland hava góðar
møguleikar at vinna HM-heitið fyri fyrstu ferð í 40 ár.
– Fólk tosa um, at tað er flott, um vit røkka hálvfinaluni,
men soleiðis hugsi eg ikki. Veruleikin er, at alt annað enn
sjálvt HM-heitið er eitt stórt vónbrot fyri okkum. Vit hava
nógvar spælarar í altjóða topp-klassa, og vit hava sterkar
persónligheitir. So vit eiga at hava dygdirnar, sum skulu til,
heldur miðvallarmotorurin hjá Chelsea og landsliðnum.
-mørk
Ukraina vann sann
førandi í einum
sterkum undan
kappingarbólki.
Spurningurin er nú,
hvussu langt landið
kann røkka í fyrstu
HM-luttøkuni. Ein
spurningur, sum
eisini er nær tengdur
at Andriy Shevchenko
HM Bólkur H
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan
var
kanska
um
ársins handil, tá Chelsea
fyri stuttum kundi boða
frá, at teir fyri góðar 300
mió kr. hava keypt Andriy
Shevchenko úr AC Milan.
Talan er um nógvar pengar
fyri ein fótbóltsspælara,
og sjálvt ikki Roman Abra
movich er vanur við at
leggja slíkar upphæddir á
borðið.
Men tað gjørdi hann
tó gleðiliga. Tí í Andriy
Shevchenko fær Chelsea
ein álopsspælara, sum ikki
bara er í heimsflokki. Teir
fáa eisini ein spælara, sum
gjøgnum fleiri ár hevur sýnt
seg sum ein tann sterkasta í
krevjandi italsku Seriu A.
Skúgvaðu alt til viks
Og skal tosast um HM,
so eru ukrainsku vónirnar
sera nær tengdar at Sheva.
Í undankappingini, har
Danmark, Grikkaland og
Turkaland so ruddiliga
vórðu skúgvað til viks,
var uppskriftin hjá liðnum
hampuliga einføld. Snøgt
sagt, so ráddi um at standa
sera sterkir í verjuni, har
kynisnman oftani var í
hásætinum, og so skuldi
skjótleikin hjá Shevchenko
brúkast sum hvast álops
svørð.
Hóast royndirnar tær báð
ar seinastu ferðirnar vóru
miseydnaðar, so var eingin
ivi hesaferð. Við seks málum
var Shevchenko toppskjútti,
tá Ukraina trygt endaði
framman fyri Turkaland, og
so kundi landið sum hitt
fyrsta europeiska fegnast
um HM-atgongumerkið.
Og tað er eingin orsøk at
halda, at uppskriftin verður
stórt
øðrvísi
hesaferð.
Við Oleg Blokhin hevur
Ukraina ein venjara, sum
í síni tíð hevði nógvar av
teimum dygdum, sum í dag
eyðkenna Sheva. Og við
Vrobey og Voronin hevur
nýggi
Chelsea-spælarin
eisini nakrar álopsfelagar,
sum kunnu stuðla í kontra
spælinum.
Eyðmjúk stjørna
– Vit mugu seta okkum
nøkur realistisk mál, og
síðani arbeiða eftir hesum.
Eg veit væl, at Blokhin
segði, at nú ætla vit at vinna
HM, men tað mundi nú
vera til stuttleikar. Bara tað,
at vit eru her, er nakað
stórt fyri okkum, og hóast
vit ikki koma víðari, so
vil talan vera um eina væl
eydnaða kapping fyri okk
ara viðkomandi.
Soleiðis sigur Sheva sjálv
ur, og tað er kanska eisini
eyðkennandi fyri eyðmjúka
spælaran.
Skúlaður í Dynamo Kiev
undir legendariska Valerij
Lobanovski, er Sheva vanur
við, at kollektivið altíð
kemur fram um einstaka
spælaran. At bæði venjarin
og flestu av liðfeløgunum
eisini hava gingið í sama
skúla, ber við sær, at liðið
ikki er heilt so viðbrekið
fyri skaðum, og tí hava teir
eisini havt ráð til, at ein
spælari sum Rebrov als
ikki longur vísir tað, sum
hann gjørdi fyri tveimum-
trimum árum síðani.
Men mannin við sjey-
talinum á rygginum fáa teir
kortini ikki verið fyriuttan.
Um hann vil tað ella ikki,
so er Shevchenko fólksins
hetja í Ukraina. Fátæka og
mangan eyðrænda landið,
sum við HM-luttøkuni røkk
ur einum av stoltastu løt
unum í søguni.
Andriy Shevchenko er júst seldur til Chelsea fyri triðings milliard. Ein
ófatulig upphædd í fátæka Ukraina, har skjóti og kaldi framherjin í fleiri ár
hevur verið roknaður sum landsins ítróttahetja
Mynd: Scanpix
Sheva er stóra vónin