fríggjadagur 9. juni 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 109 - 9. juni 2006
Minningarhald
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skúvoy: Sama dag sum stand
myndir av Sigmundi Brestisson
vórðu avdúkaðar í Sandvík og
Havn, varð hátíðarhald somu
leiðis í Skúvoy.
Hátíðarhaldið byrjaði við
gudstænastu í kirkjuni, har
sóknarpresturin Jákup R. Hansen
prædikaði.
Eftir gudstænastuna var farið
út fyri dyr til avdúkingina av hesi
standmyndini.
Her greiddi fyrst Poul J.
Thomsen, formaður í nevndini
fyri Túsundárahaldið frá upp
runanum til hesa ætlanina.
Henda standmyndin ímyndar
tann unga Sigmund við útlongsl
inum og dreymunum, sum
spælir sær við eitt skip og lýsir
byrjanina út í Skúvoy.
Síðani helt deknurin, Meinhard
Hentze røðuna, sum vit prenta
niðanfyri, áðrenn borgarstjórin,
Johan Hentze avdúkaði stand
myndina.
Aftaná vórðu øll boðin niðan
í skúlan, har borðreitt varð við
einum drekkamunni, breyði og
køkum.
Á samkomuni vórðu hildnar
fleiri talur, m.a. ein norsku
prestur, per Halse, sum las upp
yrkingar um Sigmund, sum ein
norskur prestur hevði yrkt í 19.
øld.
Alt í alt, ein sera væleydnaður
dagur
Kvæði og sagnir
Meinhard Hentze segði:
– Vit vita, at Føroyingasøga er
skrivað í Íslandi, mong hundrað
ár eftir Sigmunds tíð.
Søgur og sagnir, sagdar av
mannamunni kunnu skjótt skifta.
Tá ið tær eru sagdar nakrar ferðir,
kunnu partar av teimum vera
ringir at kenna aftur.
Tað stendur jú skrivað, at
sannleikin er bert ein, og sostatt
tað einasta ið ikki stendur í stríð
við seg sjálvan.
Tað sum vit hava fingið frásagt
og lisið um Sigmund Brestisson
hava flest av okkum valt at
trúgva, kanska tí vit hava hoyrt
tað frásagt, so langt aftur vit
kunnu minnast. So sum tað hevur
verið frásagt hevur tað hugtikið
okkum.
Tað eru rættiliga mong kvæði,
ið yrkt eru um Sigmund, bæði
longri og styttri, og har sum
kvæðamentanin og tann føroyski
dansurin hava livað, har hevur
verið kappast um hesi kvæði,
har Sigmundur hevur verið
oddamaður.
Setti sítt spor
Tað fyrsta vit kenna Sigmund frá
er Brestiskvæðið, har ið Mikkjal
á Ryggi so meistarliga við 60
ørindum lýsir bardagan í Dímun,
har ið brøðurnir Brestir og Beinir
verða høgdir niður, fyri eygunum
á synunum Sigmundi og Tóri, ið
bert eru 9 og 11 ára gamlir. Hetta
má hava sett síni spor.
Tá ið so Tróndur ætlar at
geva teimum somu lagnu, vísir
Svínoyar-Bjarni seg sum ein
mann og sigur nei; men hann var
við og stuðlaði hesa ferð, har ið
henda óbótagerðin varð framd.
Teir verða so seldir sum trælir
til Noregs við teirri vón, at teir
ikki aftur seta fót á føroyska jørð.
Teir vaksa til mans har og
koma í víking, bæði fyri jallar og
kongar.
Hetta siga kvæðini ikki minst
um, so sum: Bardagin við
Hjørungavág í 986, bardagin
móti Rannver og ikki minst í
tí donsku Sigmundsvísuni, har
síðsta ørindið ljóðar:
O, Færois mand, glem ei din
Sigmunds minde;
hans trofasthed, hans ædle
heltemod.
Tænk på, hans blod i dine årer
rinde.
Et hædersminde han sig efterlod.
Sigmundur kemur so aftur til
Føroya og hevur kristna trúgv
við sær, sum hann hevur tikið við
í Noregi.
Framburðarhátturin fyri túsund
árum síðani, hevur ikki ljóðað at
verið mildur, men soleiðis var so
tíðin tá, og vit skulu fegnast um
at so er ikki í dag.
Fyrstu kirkju í Føroyum skal
Sigmundur hava bygt her í oynni,
og tað eiga vit at fegnast um.
Kristniboðanin kom so at kosta
honum lívið, sum so mongum
øðrum, men har var helst
maktstríð uppií.
Vakur smádrongur
Hvussu vit so vilja minnast
Sigmund Brestisson, tað má hvør
sær gera sína niðurstøðu, um ein
hevur hug til tess.
Vit standa nú við ein minnis
varða ið skal avdúkast um eina
løtu, ið reistur er til minnis um
Sigmund Brestisson.
Tað hevur ljóðað sum ein
ávís misnøgd, at hann er so lítil,
men hetta er Sigmundur sum
smádrongur og eg skal siga
tykkum at hetta er ein vakur
smádrongur. Vit skulu læra
okkum at gleðast um hetta, tí
fyri seks árum síðani var stórt
túsundárahald um alt landið, til
minnis at kristindómurin kom til
Føroyar við Sigmundi Brestisson.
Vit vilja takka tykkum
sum fingu hetta í lag, tá ið
nú hetta høvið beyðst vegna
túsundárahaldið, og eiga vit at
fegnast um hetta. Vit fingu tað so
ikki í lag.
Tað sá myrkt út, so sum at
steinarnir vóru gloymdir, men so
kom røringur aftur í. Tá skuldi
berast skjótt at, tí tíðin var ásett
til avdúkingina, men eisini tá
vóru menn tøkir og tóku sær av tí
og gjørdu tað bæði skjótt og væl,
og takk skulu teir hava fyri tað,
segði Meinhard Hentze at enda í
røðu síni.
Gloymið ei minnið um Sigmund
– Tað sum vit hava fingið frásagt og
lisið um Sigmund Brestisson hava
flest av okkum valt at trúgva, kanska
tí vit hava hoyrt tað frásagt, so langt
aftur vit kunnu minnast. So sum tað
hevur verið frásagt, hevur tað hugtikið
okkum, sigur Meinhard Hentze, sum
2. hvítusunnudag helt røðu í Skúvoy,
tá standmyndin varð avdúkað í
heimbygdini
Teir hava júst avdúkað standmyndina av Sigmundi sum barn í Skúvoy – sóknarpresturin Jákup R. Hansen, deknurin
Meinhard Hentze og bygdaráðsformaðurin Johan Hentze
Mynd: Poul J. Thomsen
Lívið hjá Sigmundi endaði í Sandvík, her henda standmyndin varð avdúkað 2. hvítusunnudag. Við til hátíðarhaldið
vóru: Vinstrumegin Niclas Foldbo, ið umboðaði nevndina fyri 1000 ára haldið, Niclas Sigurheim, formaður í
kirkjuráðnum í Sandvík og Hans J. Joensen bispur
Mynd: Áki Bertholdsen