Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2006 41 Puntur nr.10 Torfinnur Jákupsson, ið er lesandi í London, setir í hesi greinini fokus á Oxford Street, ið er ein av kendastu handilsgøtunum í heiminum London Torfinnur Jákupsson Ferðast tú til Onglands sum føroyingur, er vert at vitja mongu handilsgøturnar í miðbýnum. At ganga í Oxford Street í rush hour er sera øðrvísi enn at ganga oman eftir gongugøtuni í miðbýnum í Havn. Einans til midnáttarsangin á Ólav­ søku er kanska líka trongt í Havnagøtum, sum tað er í Oxford Street hvønn dag. The West End Oxford Street liggur í The City of Westminster í West End-partinum av London, sum vanliga verður róptur fyri at vera miðbýurin. The West End fevnir m.a. um handilsgøturnar Oxford Street og Regent Street, ið ganga oman til Piccadilly Circus. Tætt við Oxford Street er eisini filmslandið Leicester Square, ið javnan fær vitjan av teim kendastu í filmsverðini, tá størstu f ilmsfrumsýningarnar verða hildnar. Soho er eis­ ini hugnaligt umhvørvi, og Bond Street, ið eisini leingir Oxford Street, er gitin fyri sínar klædna-, lista- og prýðishandlar. The West End endar við Baker Street norðanfyri, ið vit m.a. kenna bretska detektivfigurin Sherlock Holmes frá. Oxford Street rennur seg eisini í aðrar kendar gøtur í miðbýnum so sum Park Lane, New Bond Street, Tottenham Court Road og Marble Arch. Ein forbrúkarahimmal Oxford Street er tó høv­ uðsgøtan, og er hon ein av virknastu gøtunum í øllum Evropa. Oxford Street er best kend fyri mongu handilsmiðdeplarnar, so sum Selfridges, Marks & Spen­cer, John Lewis, Deben­hams og aðrar, sum tó kanska ikki øll kenna nógv til í Føroyum. Oxford Street er okkurt um fimm kilometur long, og ja, hon er full við handl­ um. Ongin ivi er um, at nógv virka á Oxford Street dagliga, og somuleiðis nýta nógvar pengar í klædna- ,  mat-, fløgu- og prýðis­ handlunum eins og aðra­ staðni. Flestu handlarnir opna kl. 10 á morgni og lukka kl. seks ella sjey um kvøldið. Onkrir hava opið sunnudag millum tólv og seks tíðina, og teir flestu hava sonevndar langar hósdagar. Eitt vindeyga til framgongd Oxford Street rennur saman við Regent Street og Bond Street og aðrar gøtur. Annað handilsøki í London, ið er vert at vitja sum føroyingur, er Knightsbridge. Men fyri allarflestu hand­ ils­keturnar í Onglandi, er handilsumboðanin á Oxford Street tann mest týðandi, ið til ber at fáa. Oxford Street verður roknað sum eitt vindeyga til framgongd, og eru handilsdeildirnar í Oxford Street eisini ofta karmur um tær nýggju vør­ urnar, ið koma út á mark­ naðin. 3’arin vs. HMV Gott dømi um, júst hvussu nógv tær størstu hand­ils­ keturnar leggja í um­boðan sína í Oxford Street, er hon hjá bretsku tón­leika­ handilsketuni HMV. Hjá teim tónleika- og films­áhugaðu føroying­ un­um ber m.a. til at fara inn í høvuðsdeildina HMV, ið liggur væl fyri á Oxford Street. HMV hevur tríggjar handlar á sjálv­ari gøtuni umframt um­boðan í Selfridges og høv­uðs­deildina, ið húsast í bygn­ingi nr. 150 í Oxford Street. Henda høvuðsdeildin hjá HMV myndar størsta tónleikahandilin í øllum Evropa, og er hann 4500 fer­metrar stórur. Nakað størri enn 3’arin í SMS, kunnu vit siga. Ferðamál: Oxford Street, London Oxford Street liggur í The City of Westminster í West End-partinum av London, ið roknast sum miðbýurin Í oktober mánaða í fjør var Oxford Street Party við til at seta syrgiligu yvirgangsatsóknirnar í undirgrundini í annað ljós Oxford Street liggur í The City of Westminster í West End-partinum av London, ið roknast sum miðbýurin