mikudagur 14. juni 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 112 - 14. juni 2006
Til sølu:
Hugnalig sethús
við vøkrum urtagarði í Kálvagerði
4, úti á Fløtum í Tórshavn
Húsini:
Húsini eru sera snøgg og væl røkt.
Uttan: svartur timburklædningur, blá sprossa
vindeygu og flagtak.
innan: Trip Trap ljós, lútaði, massiv trægólv,
lútaði ljós træloft, massivar træhurðar, hvítur
uno Form køkur, góð og rúmlig skáp í sovi
rúmum og í vaskirúmi, luftventilatiónsskipan
er í húsunum.
Í húsunum eru 3 sovirúm + 1 hjúnarrúm við
egnum baðirúmi, stórt felags baðirúm, rúm
ligur køkur, rúmligt vaski/fýrrúm, 2 stovur –
onnur við útgongd til hátún.
Húsini eru í einari hædd, 150 m², grundøkið
535 m², tey eru bygd í 1985.
Pláss er inni á stykkinum til 2 bilar, klárt at
gera bilskýli.
UrtagarðUrin:
Uttanfyri er alt gjørt av serkønum fólki, flísa
lagdar gøtur, hugnaligir krókar, steinbed,
nógvir runnar og trø, lítil grasvøllur.
Økið:
Húsini liggja í veðurgóðum og barnavinarligum
umhvørvi úti á Fløtum. Her er stutt til barna
garðar (í øksnagerði, við landavegin, við
Velbastaðvegin), Venjingarskúlan, matvøru
handil og bakara. Bussambandið er gott.
Teinurin oman í býin tekur um 15 min. at
ganga. Tað er frítt kring húsini og fríøki liggur
beint frammanfyri.
Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst.
Áhugað verða biðin um at seta seg í samband
við Advokatvirkið tlf. 312227, tlf. 225045.
advokatvirkið
Páll Nielsen, adv.
Eyðhild skaalum, adv.
sigmund Poulsen, adv.
Hans Trygvi Teirin, adv.
skansavegur 1 • Postsmoga 85 • FO110 Tórshavn
Tlf. 312171 • Fax 315874 • email: advokat@post.olivant.fo
Flaggskrýddur lortur
Mikudagin kom mynda
maður okkara fram á nakrar
flaggskrýddar hundalortar
á Heygsbreyt í Havn.
Um hundurin hevur føð
ingardag ella hevur ein
tjóðskaparsinnaðan eig
ara, sigur søgan eink um,
men eigarin kundi passandi
farið oman á býráðið eftir
undalortaposum…
Tveir kingosang
arar til Aasiaat
í Grønlandi
konsert
Tann 19.juni fara teir báðir,
Petur Jacob Eliasen og Niels
Midjord, til Aasiaat at hava
2 konsertir við kingoløgum,
sungin á vanligan hátt og
meira nýmótans líki við
útseting fyri gittara og
sang.
Tann fyrra framførslan
verður
hóskvøldið
22.
juni kl. 19.30, í kirkjuni
í Aasiaat, og tann seinna
verður á bygd í Aasiaat øki
num 23. juni. Hartil kann
nevnast at grønlendingar
halda tjóðardag 21. juni.
Sum eina upphiting til
longu ferðina fara Petur
Jacob Eliasen og Niels
Midjord at syngja føroyskar
Kingosálmar, við og uttan
fylgispæli.
Hóskvøldið 15. juni kl.
20.00 hava teir báðir kon
sert í Kistianskirkjuni í
Klaksvík.
Fríggjakvøldið 16. juni
kl. 20.00, verður konsert í
Sandoynni.
Høvuðsstuðul og fyriskip
ari av túrinum er Norður
landahúsið í Føroyum.
Langur
leygardagur
á Sandoynni
handilslív
SANDOY: Nú fara sand
oyingar aftur at royna seg við
longum leygardegi. Hesaferð
verður hann 17. juni. Nærum
allir handlar, kioskir, ein
kafé og ein hárfríðkan eru
við í tiltakinum. Flestu handl
ar hava opið til kl. 17.00.
Men tað eru summi, ið sum
vanligt hava opið longri, og
tað hava tey so eisini hend
an leygardagin. Kioskir og
Cafe´in hava somuleiðis
opið longri. Handlarnir fara
at spenna seg út við ymiskum
góðum tilboðum, sum lýst
verður við seinni.
Langur leygardagur er
ein táttur, sum ikki fyrr er
so nógv nýttur í oynni, men
nú hava tey tikið táttin upp
eitt sindur oftari. Kanska
tað dregur eitt sindur av
ferðandi til oynna. Hendan
sama dag letur Listasavnið
á Steinboga á Sandi upp
fyri fyrstu ferð.