Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 112 - 14. juni 2006 Eins og síðsta ár verður skipað fyri stórari og spennandi gospelkonsert á Eystan­ stevnu. Konsertin verður hildin í ítróttar­ høllini í Runavík fríggja­ kvøldið. Millum luttakararnar er Kristina Bærentsen, dóttir Alex Bærentsen Konsert Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Runavík: Fleiri kend nøvn innan gospeltónleik í Føroyum koma at luttaka. Tey luttakandi eru: Kristina Bærentsen, Mart­ in Joensen, Laila, Vanja og Barbara, Systk­ini Steinhólm av Toft­um og Løgtings- og Lands­stýriskór, umframt dugnaligir tónleikarar sum fara at hita upp áðrenn sjálva konsertina. Tað er Blái Krossur Før­ oya, ið skipar fyri konsertini. Odd Færø, fíggjarleiðari, sigur í stuttari viðmerking, at endamálið fyrst og fremst er at fáa ein góðan boðskap út á ein positivan hátt. – Hetta verður gjørt bæði við sangi, men eisini við andakt og við stuttari kunning um hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum. – Harafturat vóna vit, at tiltakið fer at geva eitt gott íkast til raksturin av felagsskapinum, sigur hann. Konsertin byrjar í ítrótt­ arhøllini fríggja­kvøldið kl. 20. Konsertin verður so fjølbroytt og spennandi sum tað letur seg gera, við tað at teir einstøku bólkarnir og solistarnir luttaka við millum trimum og fimm sangum hvør. Søla av listaverkum Beint eftir gospelkonsertina í Ítróttarhøllini – ella umleið kl. 22.30, skipar Blái Kross­ ur fyri eini spennandi upp­boðssølu. Her verður høvið hjá fólki at bjóða uppá málningar frá fleiri av mætastu málarunum í landinum. Nevnast kunnu Sámal Toftanes, Øssur Mohr, Heð­in Kambsdal, Hilmar Højgaard, Oggi og aðrir. Dugnaligir uppboðs­sølu­ haldarar fara at gera sítt ítasta at uppboðssølan gerst bæði spennandi og áhuga­ verd fyri bæði tey sum velja at stuðla hjálpararbeiðinum hjá Bláa Krossi við keypi og tey sum lýða á. Øll eru vælkomin at verða við til málninga­upp­ boðs­søluna, eisini tey, ið kanska ikki vóru og lýddu á gospelkonsertina beint frammanundan. ,EIGUTÞRAR 2ULLUSTØLSLYFTIR "ØLKAR  FERžANDI %INSTAKLINGAR )NNANLENDIS 5TTANLANDS Ein góður boðskapur til gott endamál Fótbóltur: Tað er ikki á hvørjum degi, at tvey lið í Formuladeildini úr somu kommunu hittast til dyst á eini summarstevnu á bygd. Lagt er upp til ein spenn­­andi dyst, tá bestu mansliðini hjá NSÍ og Skála hittast til dyst í Runavík leygardagin kl. 18:30. Í løtuni er støðan hon, at NSÍ liggur sum nr. 4 og Skála sum nr. 7 í Formuladeildini. Hóast stutt er millum liðini á stigatalvuni, hevur tað kortini skorist ójavnt hjá teimum báðum higartil í ár. NSÍ hevur nevniliga 21 stig og Skála bert 11. Kortini er einki avgjørt í hesum dystinum fyrrenn dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð. sb. Grannadystur við Løkin Besta liðið hjá NSÍ klárar seg væl í Formula­ deildini, og tað ger dreingja­liðið hjá felagnum eisini. Teir spældu um vikuskiftið í Sandavági og taptu 4-0, men liggja kortini í ovara enda á kappingini. Hesir báðir hava eisini stóran áhuga fyri fótbólti