mikudagur 14. juni 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
33
Fyri hesa nýtekning av partapeningi eru galdandi
hesar ásetingar:
1. Innbjóðing til at tekna partapening fer fram sum
ein áheitan um at koma við tilboði um at vilja
tekna partapening í felagnum.
2. Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum
sum verandi partapeningur;
3. Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru
negotiabul;
4. Partaeigararnir hava onga skyldu at lata parta-
brøv síni innloysa;
4a.Fyri nýggju partabrøvini er eisini galdandi henda
avmarking í ognar- og atkvøðurættinum til parta-
brøv í felagnum:
Eingin partaeigari kann eiga meiri enn 20 % av
partapeninginum í felagnum og eingin kann
greiða atkvøðu á aðalfundi í felagnum við meiri
enn 20 % av atkvøðunum. Løgfrøðiligir persónar,
ið innanhýsis eru so tætt knýttir hvør at øðrum,
at annar hevur avgerðandi ávirkan á viðurskiftini
hjá hinum, verða at meta sum ein í mun til hesa
ognar- og atkvøðuavmarking, soleiðis at hesir
løgfrøðiligu persónar tilsamans bert kunnu eiga
og greiða atkvøðu fyri í mesta lagi 20 % í parta-
peningi.
Sum dømi um slíkt tætt tilknýti millum løgfrøði-
ligar persónar, ið fevnt er av hesi grein, kunnu
nevnast:
•
innanhýsis viðurskifti millum partafeløg, ið eftir
ásetingunum í § 2 í partafelagslógini eru at
meta sum koncernbundin;
•
innanhýsis viðurskifti millum aðrar løgfrøðiligar
persónar og partafeløg, har hesir aðrir
løgfrøðiligu persónar eiga meiri enn ella hava
rætt til at greiða atkvøðu fyri meiri enn 50 % av
partapeninginum í partafelagnum;
•
innanhýsis viðurskifti millum almennar stovnar.
5. Verandi partaeigarar, sí punkt 10 síðsta punkt,
hava fortekningsrætt til henda nýggja parta-
pening og er hesin roknaður út sum ein rættur
til at tekna nom. DKK 100 í nýggjum parta-
peningi fyri hvørjar nom. DKK 200 viðkomandi
partaeigari eigur í partapeningi í felagnum fram-
manundan. Ongar avmarkingar galda í for-
tekningsrættinum hjá nýggja partapeninginum
við kapitalhækkingum í felagnum í framtíðini,
frásæð tí, ið er tilskilað í pkt. 4.a.
6. Teknaður partapeningur er gjaldkomin í seinasta
lagi vikudagin eftir, at tekningarfreistin er
runnin, tó so, at teknaður partapeningur við
nýtslu av fortekningarrætti, er gjaldkomin við
tekning.
7. Partabrøvini eru til støddar DKK 100.
8. Tekning fer fram til kurs 550.
9. Við yvirtekning ger nevnd felagsins frítt av,
hvussu tann til tekningar innboðna parta-
peningsupphædd - ið ikki er teknað við støði í
fortekningarætti – skal býtast millum tey, ið
boðið hava sær til at tekna. Í hesum sambandi
ger nevndin av, at við yvirtekning, skal tann til
tekningar innboðna partapeningsupphædd - ið
ikki er teknað við støði í fortekningsrætti –
býtast við støði í hesi grundhugsan:
Høvuðsendamálið, ið verður lagt til grund við
tilluting av partabrøvum, er at fáa ein nøktandi
partaeigaraskara, við støði í almenninginum og
við støði í instutionellum íleggjarum.
10.Freistin fyri verandi partaeigara til at gera nýtslu
av fortekningarrætti sínum til at tekna parta-
peningin er frá fráboðan sambært § 34 stk. 2 í
partafelagslógini um at tekningarlistar liggja
frammi er lýst í almennum lýsingarblaði og 15
dagar fram, í seinasta lagi kl. 17.00 CET á tí
seinasta tekningardegnum. Partabrøv felagins
eru skrásett á virðisbrævamarknaði og verður tí
ásett, at sama tíðarfreist er galdandi fyri handli
við hesum fortekningarrættindum. Fortekningar-
rættir fyri tey partabrøv felagsins, ið skrásett
eru á ”Værdipapircentralen”, verða, vísandi til
ásetingarnar í § 23 a, stk. 3 í partafelagslógini,
at skráseta á ”Værdipapircentralen”. For-
tekningarrættur fyri partabrøv skrásett í VP til-
kemur tí sum seinasta børsdag undan freist fyri
handli við fortekningarrættum kl. 12.30 CET í
VP er skrásettur sum eigari av hesum.
11.Freistin fyri at tekna partapening annars er 15
dagar, at rokna frá fráboðan sambært § 34 stk.
2 í partafelagslógini um at tekningarlistar liggja
frammi, er lýst í almennum lýsingarblaði.
Tekningarfreistin endar kl. 17.00 CET seinasta
dag í tekningartíðarskeiðnum.
12.Nýggju partabrøvini fáa rætt til vinningsbýtið,
umframt onnur partaeigararættindi í felagnum,
tá skráseting av kapitalhækking er farin fram í
Skráseting Føroya at galda fyri alt viðkomandi
roknskaparár.
13.Samlaði kostnaðurin, ið felagið skal rinda í sam-
bandi við hækkingina í partapeninginum er, við
støði í at mesta upphæddin verður teknað uttan
fortekningarrætt, mett til í mesta lagi DKK.
9.000.000, og er í hesum íroknað gjald til
Føroya Sparikassa P/F fyri at standa fyri og
greiða arbeiðið við kapitalhækkingini, herundir
ger av prospekti og skráseting av partabrøvum
á VP, skrásetingargjøld, lýsingarkostnaður og
advokatkostnaður fyri orðing av nevndarvið-
tøkum og skráseting í Skráseting Føroya av
kapitalhækkingini v.m.
14.Tekning verður at fara fram á tekningslistar inni-
hildnir í tí prospekti sett er upp í sambandi við
hesa hækking í partapeninginum, ella á leysa-
blaðtekningarlistar, ið liggja frammi á við-
komandi tekningarstøðum ella við nýtslu av
teimum fortekningarrættindaskjølum útskrivaði
verða frá VP smb. ásetingini í § 23 a stk. 3 í
partafelagslógini.
15.Nýggi partapeningurin verður, eins og verandi,
at útskriva frá Værdipapircentralen, umframt at
hann verður at skráseta á íslendska virðis-
brævamarknaðinum ICEX á sama hátt sum
verandi partapeningur felagsins.
16.Tekningin kann - í seinasta lagi síðsta børsdag
innan handil við fortekningnarrættum kann byrja
- verða afturkallað, undir serligum óforút-
sæddum umstøðum, herundir force major og
munandi broytingum í fíggjarligu umstøðunum
hjá felagnum.
Verandi partaeigarar felagsins hava fortekningar-
rætt til tekning av tí partapeningi útboðin er til
nýtekningar, hetta við rætti til at tekna nom. DKK
100 í nýggjum partapeningi fyri hvørjar nom. DKK
200 viðkomandi eigur av verandi partapeningi.
Fortekningarrættur kann verða nýttur í tíðar-
skeiðnum frá hósdegi tann 15. juni 2006 til og við
hósdag tann 29. juni 2006 kl. 16.00 (føroyska tíð).
Handlast kann við fortekningarrættum í sama
tíðarskeiði.
Tekningartíðarskeiðið annars er frá hósdegi tann
15. juni 2006 til og við hósdag tann 29. juni 2006
kl. 16.00 (føroyska tíð).
Nýtsla av fortekningarrætti:
Partabrøv skrásett á VP
Partaeigari, ið hevur partabrøv útskrivaði frá VP, fær
frá VP fráboðan um fortekningarrætt. Ynskir slíkur
partaeigari at gera nýtslu av hesum fortekningar-
rætti, skal hann venda sær til kontoførandi peninga-
stovn sín, og har greiða nýtsluna av fortekningar-
rættinum ímóti samstundis gjaldi fyri teknaðu par-
tapeningaupphæddina.
Partabrøv ikki skrásett á VP
Partaeigarar, ið hava pappírspartabrøv og sum
ynskja at nýta fortekningarrættin, skulu venda sær
til Føroya Sparikassa P/F og har fáa greitt for-
tekningarrætt sín ímóti innlatan av pappírsparta-
brøvunum og annars gjaldi fyri partapeningsupp-
hæddina.
Eru papírspartabrøv burturmist, verða hesi at mor-
tificera og partabrøv, teknaði við støði í for-
tekningarrætti fyri burturmist partabrøv, afturhildin í
depoti til mortificatiónstíðarskeiðið er runnið og
mortificatión endaliga greidd.
Fær partaeigari við papírspartabrævi ikki fráboðan
frá P/F Føroya Sparikassa sum tilskilað, verður
hann at venda sær til P/F Føroya Sparikassa hesum
viðvíðkjandi.
Aftaná at tekningarfreistin er úti (hósdagin 29. juni
2006 kl. CET 17.00) hava fortekningarrættirnir
einki virdi.
Tekning av partapeningi annnars
Viðkomandi, ið annars ynskir at tekna partapening,
skal í tíðarskeiðnum frá og við hósdegi tann 15. juni
2006 til og við hósdag tann 29. juni 2006 kl. 17.00
CET, venda sær til eitt av hesum tekningarstøðum:
Nýtekning av partapeningi í
P/F Atlantic Petroleum
A t l a n t i c
P e t r o l e u m
Sambært § 34 stk. 2 í partafelagslógini verður við hesum boðað frá, at nevndin í P/F Atlantic Petroleum á nevn-
darfundi tann 2. juni 2006 við heimild í § 3 í viðtøkum felagsins hevur avgjørt við nýtekning at hækka partapening
felagsins við í minsta lagi nom. DKK 5.455.000 og í mesta lagi nom. DKK 36.998.900. Felagið hevur tryggjað sær,
at teknaðar verða í minsta lagi minsta upphæddin nom. DKK 5.455.000 og er eitt og hvørt innkomið tilboð um
tekning av partapeningi tí bindandi.
Føroya Sparikassi P/F
Norðoya Sparikassi
Suðuroyar Sparikassi
Kaupthing Føroyar
Spron Vedbref
Eik Bank
Føroya Banki
Yviri við Strond 2
Ósavegur 1
900 Vágur
Bókbindargøta 8
Ármúla 13A
Nørre Farimagsgade 15
Húsagøta 3
100 Tórshavn
700 Klaksvík
Faroe Islands
100 Tórshavn
108 Reykjavík
1364 København K
100 Tórshavn
Faroe Islands
Faroe Islands
Faroe Islands
Iceland
Danmark
Faroe Islands
har tekningarlistar og prospekt liggja frammi at nýta í sambandi við tekningina.
Tekning fer fram til kurs 550 og merkir hetta, at fyri hvørjar kr. 100,00 teknaðar
verða í partapeningi, skal rindast kr. 550,00.
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin"
Stephanssons Hús