mikudagur 14. juni 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
35
Frá
Fuglafjarðar býráð
Feløg og einstaklingar, sum hava ætlanir um at
nýta fimleikarhøll skúlans vetrarhálvuna 2006-
2007 verða biðin um at senda mentamálanevndini
skrivliga umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 23. juni
2006 kl. 15.00.
Fuglafjørður 12. juni 2006
Fuglafjarðar býráð
Mentamálanevndin
Apotekari
Starv sum apotekari á Norðoya Apoteki, FO-700
Klaksvík, er leyst at søkja til setan 1. oktober 2006.
Sambært løgtingslóg 104/88 § 8, stk. 1, hevur
apotekarin ábyrgd av dagliga rakstrinum, og at
apotekið virkar samsvarandi galdandi reglum.
Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum cand. pharm.
Umsøkjarar, sum hava royndir innan fyrisiting, hava
fyrimun.
Løn samsvarandi sáttmála millum Dansk Farma-
ceutforening og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn við avriti av prógvum/viðmælum skal
stílast til Almanna- og heilsumálaráðið, og sendast
Landsapotekaranum, Staravegur 15, Postsmoga
3087, FO-110 Tórshavn, áðrenn 1. september 2006.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Landsapotekaran á tlf. 350150 ella á telduposti hjá
undirritaða: herim@lap.fo
Viðmerk á umsóknina »Apotekari«.
Venjingarskúlin
Søkt verður eftir stuðulsfólki til næming í 4. flokki
við serligum tørvi. Talan er um 25 tímar um vikuna.
Løn eftir sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Fyrimun hava umsøkjarar við pedagogútbúgving
og/ella royndum í mennandi stuðulsarbeiði.
Umsóknin við avriti av møguligum próvskjølum/
viðmælum má vera skúlanum í hendi seinast
26. juni 2006 á middegi.
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við
skúlastjóran (302570/213502).
Venjingarskúlin
Handan Á 14
Postboks 59
110 Tórshavn
Eyka býráðsfundur
Eyka býráðsfundur verður hóskvøldið 15. juni
kl. 21.00.
Runavíkar býráð