Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 13. desember 2000 13 12 Nr. 240 - 13. desember 2000 BÓKAUMMÆLI Hans Jacob Debes, Dr. Phil. Petur Jacob Sigvardsen: ÚR GJÁAR SØGU Gamla tí›in 1 Forlagi› Búgvin Einars Prent Í 1997 kom út eftir Petur Jacob “Úr Gjáar søgu - Barnaminni 1”, og ári› eftir “Úr Gjáar søgu - Barna- minni 2.” Í hesari bók vendir Petur Jacob aftur um ta› fyrsta. Tilsamans eitt ótrúliga vælskriva› og lært og vandaliga gjørt verk, sett saman so perfekt, sum vera kann. Ta› ger ikki lesingina verri, at rithøvundurin hótt- ir vi› einum bindi afturat næsta ár um ta gomlu ella eldru tí›ina. Hetta er meira ein ritger› enn ein bók. Grundarlagi› Hetta vir›ismikla rit, sum ikki bara kann frøa Gjáar- fólk, er ikki skriva› burtur úr ongum. Nærlagdur, sum rithøvundurin er, hevur hann fari› um umfatandi søguligt kelduarbei›i og so á munnligar heimildir. Ein gó› og álítandi heimild hjá honum hevur veri› pápi hansara Karl Jacob, sum nú gongur á 96. ári. Hetta samla›a verki› (higartil) hjá Petur Jacob er uttan iva tann størsta og besta bygdarsøga, sum nakrantí› er skriva› í Før- oyum. Uttan at taka naka› frá nøkrum. Tí hetta er eitt vísindaligt verk. Bókin er bara so stór, at verri enn so allir partar, enn minni kapitlar fáast vi› í einum ummæli. Her eru øll lívsvi›urskifti í einum bygdarsamfelagi› kanna› og vi›gjørd, so at ringt er at gera eitt ummæli um so nógv undir einum. Tó skal ein roynd ver›a gjørd hjá einum bygdar- manni til ein annan. Tó, alt í einari so stórari bók fæst ikki vi› í einum ummæli. Ta› er helst lættari og meira “pædagogiskt” at taka bókina eftir kapitlun- um, so kann ein og hvør sjálvur meta um ta›, sum í teimum stendur. Ta› kann vera logiskt at byrja vi› upprunanum, so sum vi› sjálvum navninum eftir teirri stóru Gjónni. Ta › er sjálvandi rætt, sum rit- høvundurin skrivar, at Gjógv (Vid Giou) er fyrstu fer› nevnd í teirri fyrstu jar›arbókini í 1584. Har eru fimm bygdarmenn nevndir. Navni› Stavsetingar av bygdanøvn- um eru ikki so konse- kventar í gamlari tí›. Ta › seinasta skjali›, skriva› á føroyskum, er frá 1479. Tá tagna›i alt og kveiktist ikki aftur fyrr enn um 1850. Henda máltøgn, sum vardi í um lei› f‡ra hundra› ár. Hon hevur sjálvandi eisini sína ávirkan á stavsetingina av sta›anøvnum, á donsk- um eftir úttaluni. Eingin málma›ur hevur brúkt tann møguleikan. Men mál føroyinga doy›i ikki út fyri ta›, at skriftmáli› tagna›i. Í grundini hendi eingin mál- ska›i. Máli› doy›i ikki burtur. Sta›anøvnini liggja altí› føst. Tey livdu í fólksins minni og fóru frá einum ættarli›i til eitt anna›. Ta › er tó eitt a›alsnavn at vera titulera›ur “aff Giou”. Tá i› vit hugsa um “von und zu” og alt anna›. Og so broyt- ingin til “Fundings Giou” og a›rar stavingarformar, og sum ikki eru serliga rós- andi fyri Gjáarfólk. Mál- søguliga er ta› tó áhuga- vert, at í 1704 ver›ur bygd- in kalla› “Gjøgv”. So tá má skerpingin ella ggv-til- vøksturin vera komin inn í føroyskt mál. Eingin mál- frø›ingur hevur tíma› at granska sovor›in smáting. Gjógvin Men bygdardefinitiónirnar, tær ekta›u, eru altí› áhuga- verdar. Har skrivar Petur Jacob: “Gjáarfólk hava eisini n‡tt neyvt mál um Gjónna. Var› bert fari› á Gjónna ella av Gjónni, so ver›ur sagt: Ni›an á Gjógv, Uppi á Gjógv, á Gjónni, Oman av Gjógv, av Gjónni. Men ver›ur fari› oman í Gjónna og úr Gjónni, so ver›ur sagt: Ni›an í Gjógv (ert tú staddur ni›ri í bygdini), Oman Gjógv (ert tú staddur uppi í bygdini ella á Gjónni, Ni›ri í Gjógv, í Gjónni. Báturin stendur í Gjónni, hann liggur á floti í Gjónni, hann rør út úr Gjónni; - og skipi› er komi› á Gjógv.” Hetta er einki minni enn ein málslig bygdarfilosofi sum identifikatión av ein- um fólki og einum sam- felagi. Tí at allar sta›atil- vísingar mugu hava síni nøvn. Annars hev›i ikki bori› til at liva í einari bygd, ikki bara vi› Gjógv. Har mugu allar Gjáar- definitiónir vera komnar væl til høldar. Gjógvin er sjálv grundin og grundar- lagi› undir øllum hjá Gjáarfólki. Hvørjum ein- asta. At fáa hesa l‡sing av Gjónni frá Petur Jacob er ein opinbering í sjálvum sær. Og Gjógvin er ein geo- logisk opinbering. Uttan Gjónna var eingin Gjáar- ma›ur til. Eingin identitet- ur hev›i veri›. Og tá i› ein Gjáarma›ur fer út fyri dyr, fer hann altí› Ni›an á Gjógv. Har hevur mangt hugnaligt práti› veri› um ár og dag, eisini meira skemtandi or› manna mill- um. “Heimbygdin” Ivi er eingin um, at Gjógv er “kolonisera›” úr Funn- ingi. Bara jar›arb‡ti›, fe- lagshagin sigur nóg miki› um ta›. Og so ta›, at Gjáar- menn fara “heim” til Funn- ings. Ta› er ikki av ongum, at teir fara “heim”, tá i› teir fara burtur frá bygdini, eisini á sjónum fara teir “heim” vi› landinum, tá i› teir fara út av Buginum heim um Múlan og inn á Funningsfjør›. Sum dømi nevnir Petur Jacob m.a.: Heim í Dal, Heim í Barm, Heim á Skar›, Heim á Múla. Tá i› Gjáarmenn hava veri› í Funningi, fara teir “oman” til Gjáar. Ikki heim til Gjáar. Bygd og landnám Gjógv hevur ikki veri› hildin at vera landnáms- bygd, so sum Funningur er. Rætt er, at landnámi› kom ikki alt í senn. Funningur hevur helst veri› ein land- námsgar›ur, vi› einum høvdingi, sum kundi hava “landsetar” ella “leigulend- ingar” á ognum sínum, eis- ini tí at fólkatali› vaks. Funningsbóndin og Ormur bóndi vóru ikki hvørjir sum helst. Eysturi vi› Gar›ar Vi› Gjógv var tann elsta bygdin Eysturi vi› Gar›ar, á lei› har sum kirkjan stendur, eystureftir og om- aneftir. Hetta var prógva›, tá i› teir gjørdu kirkju- gar›in, tá i› menn komu ni›ur á steinseting, toftir og anna›, sum vísti, at búset- ing hev›i veri› har. Har hevur tó ongantí› veri› grivi› og leita›. Men tá i› Óli Debes, keypma›ur, velti stykki› millum kirkju- gar›in og vegin, kom hann ni›ur á grót og øsku. Tá i› teir í Jógvansstovu veltu eystan fyri Gar›ará, komu teir ni›ur á eitt stórt hoy- stø›i. Og tá i› N‡ggju- stovumenninir veltu eitt stykki omanfyri, komu teir eisini ni›ur á eitt bøstykki, sum eitur Eysturi í Djúpu- toft. Bara or›i› “toft” sigur ikki einki. So har, Eysturi vi› Gar›ar, var tann gamla bygdin vi› Gjógv, men kanska eisini longri ni›ri, oman móti Bakkanum Eysturi undir Hamri. Eyst- an fyri Sey›abólsá, komu menn ni›ur á øsku. Øskan kemur ikki av sær sjálvari. Onkur má hava f‡rt ella brent fyri øldum sí›an. Har hava menniskju bú›. Bygdin hevur havt eina vídd. Gar›ará kann heldur ikki hava navni› eftir ong- um. Sverri Dahl vildi halda, at tær fornleivdir, sum eru funnir Eysturi vi› Gar›ará, væl kunnu benda á búseting í víkingatí›. (Sverri ba› meg einafer› koma nor›ur til Gjáar vi› sær, so at hann kundi hyggja eftir lendin- um har eysturi. Ta› var avrátt okkara millum; men stutt eftir doy›i hann). Men har eysturi hava eingir fornfrø›iligir út- grevstrar veri›. Eg havi altí› hugsa› mær, at bú- seting vi› Gjógv kom í 1300-árunum. Men nú ivist eg ikki í, at hon er nógv eldri enn so. Var Gjógv eitt ærgi? Ta› er als ikki óhugsandi, at Gjógv hevur veri› eitt “ærgi” hjá Funningsbónd- anum. Langt er millum Funning og Gjógv. Bara ta› at røkta Ambadal er ikki løtuverk og so ta› at sita vi› neytum og sey›i so langt burturfrá, ta› mátti onkur gera. Og Ambadalur er óhøgligur hjá Funnings- monnum. Ærgini ganga aftur í víkingatí›ina. Bjørg- ini vóru heldur ikki høglig at søkja. Men fuglur sum tilfeingi gongur aftur í elstu tí›. Hann kom so ikki av sær sjálvum. Onkur mátti fara eftir honum. Hví avtofta›ist so henda fyrsta bygd og var› flutt nor›ur til Ánna? Sagt hevur altí› veri›, at har eysturi var so vindhart á høgætt; tí fluttu tey nor›urum. Gjógv í Jar›arbókini Bygdin er nevnd í teirri fyrstu Jar›arbókini í 1584. Men vi› Gjógv er øll jør›in ogn. Ta› sigst, at har var í gamlari tí› ein hálvmørk av “kongsi”, og at ta hálv- mørkina skuldu Gjáarmenn rokna burtur, so at kongur sat eftir vi› ongum. Um hetta var so, hev›i ta› helst veri› tann fyrsta og einasta konfiskatiónin ella yvir- tøkan av ríkisins ognum í Føroyum. Men Petur Jacob er í arbei›i sínum komin fram á fleiri gomul skjøl, i› prógva, at her er um anna› mál at rø›a. Alt hetta fær lesarin ná- greiniliga at vita, tá i› hann fer at lesa um ta› n‡ggja jar›arb‡ti›, sum Johannes Poulsen (Jóannes tann Vísi) gjørdi í Funningi og vi› Gjógv í 1804 og tiltiknu Jar›arbók hansara, i› er eitt matematiskt meistaraverk, og í kapitlinum um Kirkju- mørk og ta horvnu hálv- mørkina. Men satt at siga, so er hetta› stóra kapitli› um “Kirkjumørk”, sum hon ver›ur nevnd, ein krimi- søga fyri seg, og hana má lesarin sjálvur lesa, tí eg dugi ikki at skriva krimi- søgur. Eisini ta› um innlegg- ingar og ger›i mugu latast til lesaran, hóast tey eru skjalfest vi› tekningum sum so nógv anna›. Sama er um bøstykki og eigarar, i› l‡st eru vi› hagfrø›i- ligum stabbum. Og eisini ta› um torv og torvhei›ar. Umlop Um tabellirnar hjá Løbner og um sornhús og mylnir noy›ast vit at leypa um. Tó ber ikki til ikki at nevna sornkonuna Annu Sofíu. At vera sornkona var eitt heilagt embæti, bókstavliga at taka sær av Gu›sgávuni. Sornkonan var nakin, og tá i› tey ungu høvdu hug at flenna eftir hesi konu, altí› vi› bróstunum frammi, tá helt Anna Sofía fyri: “Nei, einki er at flenna at, alt er Harrans verk.” So sterk kann trúgvin vera - í klæ›- um ella uttan. Hetta er religiøsitetur av uppruna, og at sita ber var eingin skomm. Ta› var ikki ein frams‡ning, men eitt em- bæti í tøkk fyri Harrans tænastu. Eg noy›ist eisini at leypa um kapitli› um “Hagan og børgini” og um torvskur›- arrætt, um skur›lomb, um hagab‡ti og hagamark og um Kunoyarskinnini, sum vóru eitt serligt “fenomen” vi› Gjógv. Hetta at lata nøkur skinn til Kunoyar. Hví hetta var, visti eingin í mínari tí›. Men ta› veit Petur Jacob nú. Eg haldi meg tó vita, at Gjáarmenn valdu tey smæstu skinnini at senda til Kunoyar fyri at sleppa sum bíligast frá hesum skatti. Útró›urin Alt um útró›urin er so nógv, at ta› er betri at lesa ta› enn skriva ta›. Bygdin hjá okkum var ein útró›- rarbygd, opin móti Nor›- havinum og høgættunum. Ta› kosta›i nógv. Onkuntí› vóru næstan eingir vaksnir menn eftir í bygdini. Eg haldi sjálvur, at hesar van- lukkurnar skapa›u eina “uppdrift” hjá dreingjum Úr Gjáar søgu Teir bá›ir: Kristjan Kristiansen (á Rætt) vinstrumegin og Kristjan Joensen (í Hoygar›inum). Teir vóru avmynda›ir 1. august 1971, tá i› teir avdúka›u minnisvar›an í bygdini og gentum - sum var ney ›- ug og ongantí› doy›i útaft- ur. Ta› stó› so nógv á, ja alt tilverugrundarlagi› stó› á teimum ungu. Tí bara hetta at missa tvey áttamannfør í 1870 og eitt anna› í 1884. Allar einkjurnar og tey fa›irleysu børnini; meira enn tredivu. Hjálp var eing- in at fáa uttan frá gó›um fólki. Ein teggja hekk altí› á klinkuni, uttan at nakar seg›i, hvør i› hev›i hongt hana. Hetta var ta› sociala systemi› í okkara bygd alt ta›, i› eg havi hoyrt um. At fáa sær upp á træi› ella at hava uppi á trænum mundi vera stór lívbjarging. Abbi Petur Jacob var kendur skipari, Petur Jacob á Fløtti. Abbasonurin grei›- ir frá, tá i› abbin fann eitt longumi› nor›ur í Fugla- fjar›aroy›ini. Har vóru fjúrtan ella fimtam fjór›- ingar at rógva út og aftur. Per, abbi mín, minstist báts- fer›ir í Fuglafjar›aroy›ini vi› fullum báti av stórari longu. Onkuntí› í illve›ri máttu teir kasta fyri bor› fyri at lætta um bátin. Fiskaarbei›i Í hesum útró›rartí›um og eisini seinni var nógv fiskaarbei›i uppi á landi vi› Gjógv. Bá›ir handlar- nir, hjá Óla Debes (og so seinni hjá Sofusi, soni hansara) og hjá Petur Christiani Joensen, keyptu fisk og høvdu stórar fiska- kjallarar. Eg minnist, at Per abbi plagdi at flekja í fiskakjallaranum hjá Sofusi. Tey vaska›u og turka›u klippfisk Ni›ri í Fjøru. Sofus hev›i eina stóra fiskavekt Ni›ri í Gjónni, og mær er sagt, at Danjál Klein, svágur Sofusar og leingi forma›ur í Føroya Fiskimannafelag, fylgdi vi› vektini, ella hev›i rokn- skapin vi› henni fyri Sofus. Skotskir trolarar bjarga Teir skotsku trolararnir vóru ikki altí› so høgt í metum. Ta› var vi› Gjógv, at Kvívíks-Jógvan yrkti “Trolaratáttin”. Skotarnir hava tó ikki allir veri› so ringir kortini. Petur Jacob nevnir eina dramatiska søgu um eitt áttamannafør frá Gjógv, sum á nátt í jan- uar setti línuna 8 fjór›ingar nor›ur úr Rivtanga. Tá brast hann á vi› stormi av su›ri. Tá var vandi á fer›, so stórur, at hugsingur var ikki at vinna upp land. Tá kom ein skotskur trolari fram at bátinum og leg›i seg fyri, so at báturin fekk lívd av honum, fekk menninar umbor› og bátin upp á sleip í illve›rinum. Sy›ri ella innari tók hann eisini ein Leirvíksbát - og bjarga›i bá›um. Inn á Funningsfjør› vi› Gjáar- bátinum og su›ur á Leirvík vi hinum bátinum. So, eingin er bara ringur. Í tøkk fyri hesa hjálp frá Captain J. Waldmore frá Grimsby, at uttan hana skriva bátsmenninir: “den uegennyttige og opofrende lejlighed, og uden hvilken vi vilde havde været redn- ingsløst fortabte.” Mi›ini Ikki ber til her at skriva um Nor›havsmi›iini hjá Gjáar- monnum og mi›abøkurnar. Tann parturin er ein ritger› fyri seg, og hon má lesast vi› øllum sínum ‡tum og definitiónum. Ein sleppur ikki undan at hugsa um ta vitan og ta umhugsan, sum løgd er í hesar mi›abøkur. Tá var tíbetur eingin teldu- tí›. Tó er gott at síggja aftur ta vøkru myndina av tveim- um royndum útró›rar- monnum: Kristian á Rætt og Kristian í Hoygar›inum. Hon var› tikin, tá i› teir bá›ir tóku ta› barka›a segli› ni›ur av minnisvar›- anum vi› Gjógv. Ta› var ein vøkur løta at síggja tveir gamlar menn taka hetta symbolska segli› ni›urav. Teir bá›ir vistu, hvat i› eitt segl var. Ve›urmerkini Gott er at síggja Jógvan Sofus Ferjá, har sum hann situr og kryvur ni›ri í Gjónni, kendur útró›rar- ma›ur og sjóma›ur, nógv vi› trolara. Fáur man kenna mi› og plinkar sum hann, og fáur man hava veri› so nógv í Gjónni, har hann hevur drigi› so nógv upp á land. Hjá einum útró›rarmanni er ney›ugt at duga at halda skil á ve›rinum. Um ta› veit Jógvan Sofus alt og hevur skriva› eina heila rit- ger› um ve›urmerki, sjálvt frá telefonsteyrunum. Hvussu vistu teir, nær hann kom av landsynningi? Poetiskt sigur hann: “Vit siga landsynningstømingur, tá i› hann liggur í fleiri dagar, og ta› ger hann ofta: ikki sk‡ggj fyri sól, besta terriætt vi› Gjógv. Ta› er stjørnuklárt. Barometri› er eisini komi› langt upp nú. Landsynningur er kyrrasta og besta útró›rarætt vi› Gjógv.” Meira dramatikkur var í landnyr›inginum, sum Gjáarmenn altí› hava ræ›st, tá i› “mjørkin liggur og kleimast um jóltí›ir”: “Nú er barometri› so lágt, so eg vænti hann skjótt koma á landnyr›ingi.” Hann mugu vit nevna: “Ta › kann vera so ymist, sum talar fyri tí: nógvur hav- hestur í berginum, nógvur mureldur í sjónum; men ta› er ikki altí›, mjørkin liggur og kleimist, um hann stendur og hóttir. Sk‡ggini eru tó ofta so lágt, at tey koma naka› ni›ur á fjøllini. - Stendur havi› tá inn ígjøgnum og er sum ein ímpottur at síggja í land- nyr›ing, kann hann bresta á sum úr byrsumúlanum.” Um landnyr›ingin hevur Jógvan Sofus eisini hoyrt frá pápa sínum, Jóhan í Blásastovu, at pápi hansara, Jógvan í Blásastovu, hev›i sagt, “at landnyr›ingur kemur vi› eystfallinum”. Verfa›ir Jógvan Sofusar, Sjúr›ur á Rætt, plagdi at siga, at landnyr›ingur ger enda á gó›um og ringum ve›ri. Hann mundi vita, hvat hann seg›i. Her mugu vit sleppa ve ›- urmerkjunum. Vanlukkan Tann stóra vanlukkan var hin 30. apríl í 1870. Ta› er ein hending, sum stendur føst í sinninum hjá øllum Gjáarfólki. Bara Gjáar- menn vóru á Nor›havinum tann dagin. Tá gingu átta- mannførini Frí›riksbátur og Rættarbáturin burtur. Tíggjumannafari› Stóri slapp inn á Funningsfjør› og fekk tann størsta sjógvin innan fyri Elduvíksnes. So, tá var ve›ur á sjónum hart. Og tá i› teir komu til gongu oman til Gjáar, fóru tey at telja. Teir skuldu havt veri› 34, men bara átjan vóru har. Ta› hevur altí› veri› sagt at vera hin eymkilig- asta sjón, tá i› hvør leita›i eftir sínum - sum vóru, og so hinum, sum ikki vóru. Pól Klein hevur skriva › hesi or›: “Eg kvakk upp snimma á morni hin 1. mai av har›ari mannarødd. “Teir koma, teir koma. Mannfjøld sæst í Dalinum” - ta› var Hans Petur, sum rópti. - Eg fekk brøkurnar uppá og fleyg út. Nú nærkast mannamúgvan - øll, i› orka, ganga teimum á møti...” Men teir vóru so fáir, at skjótt var at telja. Og fyri at gera alt verri: Fjúrtan ár seinni gekk átta- mannafari› Samløguløgan burtur í ódn í Djúpunum. Tá var líti› eftir. Bygdin mundi vera um at vera manntóm. Og tó kom hon undan. Tey ungu tóku vi›. Eftir tann “stóra ska›a- dagin”, sum hann altí› hev- ur veri› nevndur vi› Gjógv, og tá i› Samløgan fór, vór›u av teimum 33 fa›ir- leysu 26, sum settu búgv vi› Gjógv. Einkjur og fa›irleys Ta› er dramatikkur ella sorgarljó› at lesa, at vi› hesum trimum áttamanna- førum fórust 24 mans í bestu árum úr bygdini, og 16 mans eftir einum degi. Petur Jacob skrivar um hetta eftir vanlukkurnar: “Ta› hevur veri› sagt, at einkjurnar royndu at ugga og troysta hvør a›ra. Hetta gjørdu tær m.a. á tann hátt, at tær plagdu at koma saman undir Grótheyggja- húsinum og seta seg har á ein stein, i› har var.” Ta› hava veri› syrgiligir fundir. Sorgarsøgan kann illa vera størri. Men hon kom aftur í 1901, tá i› “Brú›rin” hvøldist á Hestbakkanum av einum grunnbroti, sum reisti bátin afturav. Har fóru so tríggir mans afturat. Og tá i› so “Kristina” fórst í 1920. Skipari var Gjáarma›urin Axel Sivert- sen; bestima›ur hjá sonin- um var hin kendi skiparin Petur Jacob á Fløtti, abbi Petur Jacob Sigvardsen. Komandi var ikki inn á Gjógv, so Kristina kom á Funning. Pápi Petur Jacob, Karl Jacob, bar madrassuna hjá pápa sínum til Funn- ings. Tá i› teir vóru farnir, vendi skiparin Axal aftur á Klaksvík. Hann seg›i seg hava gloymt kumpassina. Ta› trú›u menninir einki uppá. Hann hev›i ikki sum skipari gloymt kumpassina eftir. Hann hev›i gloymt Bíbliuna eftir. Og so var hildi› út í hav. Og í Ís- landshavi í ódnarve›ri gekk Kristina burtur. Føroya- tí›indi skriva›i tá: “Desværre kan det ikki dølges, at alt Haab er ude, og at man aldri vil spørge Tidende... Kristine af Klaksvig ført af Axel Si- vertsen og med en Besæt- ning paa 15 Mand afsejlede til Fiskeri paa Sydlandet den 21. Februar og er siden da sporløst forsvunden.” Hetta var so ein ólukka aftur. Eg nevni bara, at av hesum seytjan vóru tveir teir elstu mannubeiggjarnir hjá mær. Á myndini síggja vit Axal skipara. Hann sær út sum ein skipari. Hjá Gjáarfólki ber heldur ikki til at sleppa uttan um vanlukkuna vi› “Acorn”, sum Karl Anton Joensen, fa›ir Biskups, førdi, tá i› teir á Su›urlandinum fingu ein stórsjógv, sum breyt ni›ur í lugari› og forlast- ina, so at eldur kom í karbiddunkarnar, sum vóru brúktir til lanternurnar. Eldur kom í lugari› og stór- ur ska›i. Fleiri menn brendust og doy›u. Eg havi altí› hoyrt, at Karl sjálvur st‡rdi skipin- um eftir øllum Su›urland- inum, frá Me›allandsbugi, undir Eyjafløllum, vestur um Reykjanes og inn á Reykjavík. Teir, sum doy›u, liggja grivnir í tí gamla kirkjugar›inum í Reykjavík. Inn hagar fara nógvir føroyingar, tá i› teir eru har. Eitt ritverk má lesast Sjálvt um nógv er eftir, ber ikki til at skriva meira í einum ummæli. Hetta stóra ritverk má lesast, sum ta› er. Har er so nógv anna› eftir at lesa. Og ta› má les- arin gera sjálvur, tá i› hann tekur sær stundir her um jóltí›ir. Eisini til onnur til uppbyggilsi. Hetta er bara ein lítil præsentatión av einum verki, sum í upp- vøkstri og mentan ikki stendur so langt frá mær sjálvum, men tó nær. Eitt menta› og vakurt verk - sum kann standa fyri allari bókmentaligari æru - ikki bara hjá Gjáarfólki. Og so alt keldutilfari› og allar tilvísingarnar gera hetta til eitt vísindaligt verk. Og hartil prenta› vi› vøkrum hei›uri á Einars Prent, har sum so nógv onnur vøkur prentverk hava veri› gjørd. Havódn á landnyr›ingi Lomvigakneppurnar hanga og torna á snórinum í Ólastovu