Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

44 Nr. 112 - 14. juni 2006 Madagaskar er dreymaferðin Elma á Geilini gongur í 2. s. í Hoydølum. Hon hevur fingið summarfrí í dag, og tað fegnast hon um. Tann útsendi frá Sosialinum møtir henni á gongugøtuni í miðbýnum í Havn. Hon og lítlasystir hennara eru farnar ein túr í býin í góðveðrinum. – Summarið er besta tíð í árinum. Eg eri so glað, at vit nú hava fingið summarfrí. Eg fari ikki uttanlands at ferðast í summar, men tað kann væl henda seg, at eg fari at ferðast onkustaðni Føroyum. Elma ætlar sær á Ólavsøku og á Zarepta, men annars hevur hon ikki lagt so nógvar ætlanir fyri summarið. Hvørji eru topp fimm ferðamálini? Nummar eitt er heilt vist Madagaskar. Eg havi altíð viljað sloppið hartil við vinfólkunum. Annars er raðfylgjan hendan: 1: Madagaskar 2: India 3: Grikkaland 4: Russland 5: Antarktis