Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 15. juni 2006 39 Feriuavloysarar til P/F Auto Søkt verður eftir feriuavloysarum til P/F Auto. Ring 311234 Undir Almanna- og heilsumálaráðnum og stovnum undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum og Sambýlinum á Rúnarvegi í Runavík, eru tvey pedagogstørv leys at søkja. Eitt tænastumannastarv frá 15. juli 2006 ella eftir nærri avtalu. Eitt farloyvisstarv sum pedagogur í tíðarskeiðinum 15. august 2006 til 15. august 2007. Talan er um fulltíðarstørv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Arbeiðið fevnir millum annað um at vegleiða búfólkið í øllum tí, sum tey hava tørv á, og at menna hvønn einstakan til at húsast saman í felagsskapi. At skapa trivnað og á ein pedagogiskan hátt tryggja búfólkunum menningarmøguleikar og saman við teimum finna útav, hvussu innihaldið í gerandisdegnum skal virka. Dentur verður lagdur á, at tann ið sett/ur verður, hevur evni og vilja at samstarva og samskifta við avvarðandi hjá búfólkunum og við starvsfelagar, og er áhugað/ur at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum á arbeiðsplássinum og er opin fyri nýhugsan. Lønar- og setanartreytir: Tænastumannastarvið verður sett sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, og lønt stigini, 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Farloyvisstarvið verður sett sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri sáttmálasettar pedagogar og lønt stigini 11 til 18. Nærri fæst at vita um starvið frá Oddfríðu Højgaard leiðara á tlf. 226121. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum v.m. skal sendast til: Bústovnurin á Rúnarvegi Att. Leiðarin Rúnarvegur 6 620 Runavík Umsóknarfreistin er 2. juli 2006 kl. 12.00. Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Pedagogar til Bústovnin og Sambýli á Rúnarvegi, Runavík Sjúkrarøktarfrøð­ ingar ella Heilsu­ røktarar til G4 Á G4 verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum til feriuavloysan í juli og august 2006. Eisini er møguleiki fyri tímaløntum vaktum eftir avtalu. Deildin er ein kirurgisk seingjardeild við servitan innan ortopædi, maga/tarm og urologi. Vit hýsa eisini sjúklingum við almenn kirurgiskum, gynækologiskum, eyga, oyra, nøs og hálsasjúkum. Á deildini er pláss fyri 24 sjúklingum. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Elin Vitalis, deildarleiðara á G4, á telefon 304500 lokal 5064 ella Ceciliu Vestureið, leiðandi sjúkra­ røktarfrøðing, lokal 5102 e­postur ceci@lsh.fo Løn­ og setanartreytir smb. sáttmálan millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 30. juni 2006 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn til starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum og viðmælum e.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar­ og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna ”starvsfólk” Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo