Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-15, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 113 - 15. juni 2006 Vinnarin av Sudoku kappingini í mai var 26 ára Elisabeth Hansen úr Leirvík. Hon hevur vunnið ein bilpakkatúr fyri fýra fólk til Bergen og aftur frá Smyril Line - virði umleið 8.000 kr. Elisabeth dámar sera væl at loysa Sudokuuppgávur, men hevði einans sent tvær loysnir inn fyri mai, so tað var heppið, at hon vann, tí sera nógvar loysnir vóru innkomnar fyri maimánað, og flest øll senda fleiri loysnir! Sosialurin hevur havt Sudokukappingar í blaðn­ um síðani desember í fjør og sigast kann, at undirtøkan er vaksin fyri hvønn mánað. Í maimánað vart sett met við innkomnum loysnum - møguliga vegna tann góða vinningin frá Smyril Line ella tí at fólk eru komin í venjing og klára at loysa allar uppgávurnar.....! Vinningurin fyri juni er tann sami sum í mai! Sum sagt er Elisabeth Hansen úr Leirvík - vakrasta bygd í Føroyum – og starvast sum lærari á Eiðis skúla. Hon er í farloyvi í løtuni, eftir at hon átti sítt triðja barn týsdagin í seinastu viku, 6. juni 2006. Maður hennara, Eiler Hansen, hevur frí í august, so tað kann væl vera, at tey fara ein túr til Noregs í august mánaði. Elisabeth Hansen vann Sudoku­ kappingina Elisabeth saman við trý ára gomlu dótrini, Ester Mynd: Gudny Langgaard