fríggjadagur 16. juni 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 114 - 16. juni 2006
Uppgávan
Postverk Føroya stendur á gáttini til eina nýggja, spennandi og avbjóðandi framtíð, nú tað er vorðið partafelag.
Í hesum sambandi søkja vit ein framskygdan og eldhugaðan stjóra, ið hevur úrslit fyri eyga. Høvuðsuppgávan
verður at leggja eina langtíðarætlan fyri Postverk Føroya, soleiðis at Postverk Føroya gerst eitt nútímans, kappingar-
ført felag. Tú fært, saman við einum dugnaligum leiðslubólki, høvuðsábyrgdina av strategiskari ráðlegging og
framtíðarmenning av fyritøkuni.
Førleiki
Sterkir persónligir eginleikar so sum arbeiðssemi, ágrýtni, skapanarlyndi og slagdygd eru av alstórum týdningi.
Postverk Føroya er eitt tænastufelag burturav, sum røkkur út til alt Føroya fólk, og tí er alneyðugt, at tú dugir væl við
fólki, samskiftir skilliga og skynsamt, og skapar ein stimbrandi liðanda fyri alla fyritøkuna.
Tú hevur í minsta lagi 5 ára viðkomandi starvsroyndir. Tað er fyrimunur at hava starvsroyndir úr útheiminum, og at
kunna vísa á úrslit. Tú hevur strategiska, búskaparliga útbúgving á kandidatstøði, sum t.d. Cand. Merc., Cand. Polit.
ella Cand. Oecon. Tú ert framskygd/ur, dugir væl at arbeiða strategiskt og málrættað, og megnar at skapa úrslit.
Harumframt ert tú vanur/von at tosa og samskifta flótandi á føroyskum, donskum og enskum. Tosar tú eisini eitt fjórða
mál, er hetta bert ein fyrimunur.
Postverk Føroya bjóðar tær
Eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv. Starvið er eisini sera krevjandi, tí tú sum stjóri verður undangongu-
maður/kvinna, og fært høvuðsábyrgdina av allari framtíðarmenning av Pf. Postverk Føroya. Vit bjóða tær tí góða løn
samsvarandi førleikum og royndum.
Pf Postverk Føroya sóknast eftir
STJÓRA
UMSÓKN
Send okkum eina umsókn við viðkomandi
prógvum og viðmælum áðrenn 1. juli 2006.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknin skal sendast til :
Áhugað eru vælkomin at ringja til:
Jan Danielsen, nevndarform. á tlf. 21 72 00 ella
Brynhild Setberg, næstformann á tlf. 21 22 71,
fyri at hoyra nærri um starvið.
Pf. Postverk Føroya
att. Jan Danielsen
Óðinshædd 2
100 Tórshavn
Postverk Føroya · Óðinshædd 2 · FO-100 Tórshavn · Tlf: 34 60 00 · Fax: 34 60 01 · postur@postur.fo · www.postur.fo
MÐR.
EYKAGJALD FYRI
MÐR.
FERÐ
FRÍ NÝTSLA
GJALD
PRÍSIR
FRÍ NÝTSLA
FRÍA NÝTSLU
GJALD ÍALT
256/128
200 Mb
159,00
50 oyru/Mb kl. 08-18 og 40 oyru/Mb kl. 18-08
-
120,00
279,00
512/256
500 Mb
225,00
50 oyru/Mb kl. 08-18 og 40 oyru/Mb kl. 18-08
-
160,00
385,00
1024/256 3 Gb
450,00
50 oyru/Mb kl. 08-18 og 40 oyru/Mb kl. 18-24
kl. 24-08
170,00
620,00
2048/512
6 Gb
715,00
50 oyru/Mb kl. 08-18 og 40 oyru/Mb kl. 18-24
kl. 24-08
270,00
985,00
TÍN TRYGD FYRI SKJÓTT, STØÐUGT
OG TRYGT BREIÐBAND!
P R I VAT
Skapið framtíðina saman við okkum...
NÝGGIR BREIÐBANDPRÍSIR GALDANDI FRÁ 13. JUNI 2006
Stovning av breiðbandi: Kr. 750,00 kr. (Ókeypis stovning fram til 1. juli).
Umskifti frá vanligum breiðbandi til breiðband við fríari nýtslu fyri verandi kundar: Kr. 550,00
Stovning av breiðbandi við fríari nýtslu fyri nýggjar kundar: Kr. 550,00
Uppflyting av linjuferð: Ókeypis
Niðurflyting av linjuferð: Kr. 299,00
ALLIR PRÍSIR ERU TREYTAÐIR AV AT TÚ TEKNAR I-NET PRIVAT BREIÐBANDHALD FRÁ FØROYA TELE Í 6. MÐR.
MONTØRGJALD OG MÓTALD ER IKKI ÍROKNAÐ.
EYKAHALD VIÐ FRÍARI NÝTSLU
petur & petur • 320870