fríggjadagur 16. juni 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 114 - 16. juni 2006
Hon heldur ikki, at tað er so
umráðandi, hvat ein fæst við,
men meira tað at vera nøgdur
við tað, ein ger. Aibritt er 47
ára gomul og gift við Jákup E.
Hansen, arkitekti, og tey eiga trý
børn í aldrinum 12– 21 ár.
Í oktober mánaði letur hon upp
mótahandil í SMS, har hon hevur
fingið handilshøli á leið har, sum
Føroya Banki var. Eftir at hava
kannað vøruúrval uttanlands
og møguliga kundabólk, hevur
hon gjørt eitt konsept, har hon
umhugsar at selja klæðir til
tilkomnar kvinnur, sum vilja
hava góð, tíðarhóskandi klæðir.
Serliga hevur hon lagt seg eftir
at hava klædnamerkir, sum ikki
eru at fáa í øðum handlum í
Føroyum. Tey merkir hon hevur
fingið fatur á, hevur hon fingið
einaumboð á.
Aibritt á Plógv hevur fingið
nógvar viðmerkingar um
starvsbreytabroytingina, eftir at
hon segði starvið sum aðalstjóri
frá sær í apríl mánaði í ár. Tær
flestu hava verið jaligar, men tað
eru serliga mannfólk, sum hava
hildið, at hon kundi funnið uppá
okkurt munabetri enn ”bert” at
vera handilskvinna.
Aibritt á Plógv var aðalstjóri
í fimm ár. Í hesum tíðarskeiði
hevði hon fýra landsstýrismenn
yvir sær. Eina valskeiðið heilar
tveir landsstýrismenn, av tí at
politiska kabalan skuldi ganga
upp.
Sjúkrarøktarfrøðingur
og løgfrøðingur
Upprunaliga er hon útbúgvin
sjúkrasystir, men var so óheppin
at koma fyri ferðsluóhappi sama
ár, sum hon var útbúgvin, og
hetta gav henni varandi mein.
Av somu orsøk kundi hon
ikki arbeiða sum vanlig
sjúkrasystir, men hevði í nøkur
ár skrivstovustarv o.a. á deildum
á sjúkrahúsum. Eitt ár arbeiddu
hon eisini á røktarheimi.
Tað var í so keðiligt, helt
Aibritt og fór at umhugsa at fáa
sær aðra, minni fysiskt krevjandi
útbúgving, sum hon vegna
brekið kundi megna.
Hon valdi at lesa løgfrøði og
fór í 1988 á HF í fyrsta umfari
í Føroyum, men slapp inn á
universitetið árið eftir, av tí at
hon hevði fingið gott ársúrslit
og eisini hevði eina útbúgving
framm an undan. Við sær hevði
hon mann og tvey smábørn, sum
vóru tvey og fýra ára gomul.
Riggar væl at lesa og
hava smábørn
– Tað var ógvuliga spennandi
lestur, serliga tí hetta var so nógv
øðrvísi útbúgving enn hin. Hóast
nógv var at lesa, kendi eg meg
fría, og tað vísti seg eisini, at
tað var eingin trupulleiki at hava
smábørn, sigur Aibritt á Plógv.
Hon skrásetti sær dagin
nágreiniliga. Børnini vóru á dag
stovni, og hon fór til fyrilestrar
á universitetinum fyrrapartin
og setti seg í lesistovuna at lesa
til klokkan trý seinnapartin, tá
hon fór eftir børnunum. Tá tey
vóru løgst um kvøldarnar, setti
hon seg við bókunum einar tveir
– tríggjar tímar aftrat.
Í hesum tíðarskeiði var maður
hennara projektleiðari við
byggingini av Ítróttarparkini í
Keypmannahavn, og hann hevði
sítt at gera.
Í 1994 skrivaði Aibritt sína
seruppgávu í løgfrøði og fekk
ein son ein mánaða eftir, at hon
hevði fingið prógv.
Eftir lokna útbúgving í 1994
fekk hon starv sum fulltrúi á
Almanna- og Heilsudeildini í
Tinganesi. Í 1996 fór hon í starv
á Toll&Skattstovuni, har hon
var deildarstjóri í eitt ár. Síðani
fór hon aftur í gamla starvið
í 1997, tá Høgni Joensen var
settur aðalstjóri í Almanna- og
Heilsustýrinum, sum tað tá
kallaðist.
Í 1998 vóru bygnarbroytingar
nar settar í verk, og Aibritt á
Plógv varð sett sum deildarstjóri
í Almanna- og Heilsustýrinum,
og í 2001 fór hon í starvið sum
aðalstjóri.
– Tað var ein sera strævin tíð,
av tí at so nógvar broytingar
vóru, við síðuna av vanligu
arbeiðsgongdini í ráðnum.
Arbeitt var tí nærum allan
sólarringin, sigur Aibritt á Plógv.
Varð burtur í meldrinum
– Sum árini gingu, og arbeiðs
byrðan bara øktist, gjørdist eg
minni og minni tilvitað um,
hvar eg sjálv var stødd í hesum
meldrinum. Hóast eg tosaði
fyri at fáa broytingar framdar,
hendi líti og einki, og tá alt fleiri
sparingar skuldu fremjast, tímdi
eg ikki longur. Í míni tíð sum
aðalstjóri gjørdi eg nógv, fyri
at starvsfólkini skuldu kenna
seg væl og fáa tað hjálp sum
var fyri neyðini. Hetta var ein
skylda, sum eg ikki vildi lata frá
mær, men tá byrðan gjørdist ov
stór, og eg visti, at eg ikki kundi
megna tað í longdini, valdi eg
heldur at fara enn at umleggja
mína arbeiðsgongd, sigur Aibritt
á Plógv.
Hon heldur, at starvsfólkini
við árunum arbeiða alt meira
og meira og hava fleiri bóltar
í luftini í senn. Tað krevur, at
um tú vilt vera við, noyðist
tú at renna saman við hinum
starvsfólkunum og meira afturat.
– Tað hevði tó einki gjørt, um
vit slakaðu eitt sindur og høvdu
færri bóltar í luftini. Úrslitið
hevði ikki verið nógv øðrvísi,
heldur Aibritt á Plógv.
– Tað var eisini tyngjandi hjá
starvsfólkunum, at politikarar
umbóðu sær uppgávur, og at
arbeiðið skuldi gerast liðugt,
nærum áðrenn teir høvdu
bílagt tað. Nú er tað soleiðis, at
politikarar vilja síggja úrslit, sum
teir kunnu vísa fram til næsta val,
so tað skuldi bara gerast.
Aibritt á Plógv tók avleiðingina
av stóra arbeiðstrýsinum og legði
frá sær.
– Eg eri komin hartil í lívin
um, at eg vil royna meg í
øðrum starvi sum sjálvstøðug
vinnurekandi. Tað er ikki tann
stóra broytingin, hóast onkur
vil halda, at eg eri lækkað í
tign, men eg kann brúka mínar
arbeiðsroyndir sum stjóri, eitt
nú við at at hava starvsfólk undir
mær, planleggja arbeiðið og
skipa fíggjarpartin. Tað ger, at eg
kann seta míni persónligu krøv.
Mær nýtist ikki hjálp frá øðrum,
sigur Aibritt á Plógv.
Spennandi at ganga
ókendar leiðir
– Tað er sera spennandi at koma
inn á økið, sum er ókent land fyri
meg persónliga. Harnæst kann eg
ráða mær sjálv. Tað er hugaligt,
serliga tí eg áður havi verið
bundin av øðrum, sigur Aibritt.
Um framtíðarvónirnar sigur
Aibritt á Plógv: – Eg veit ikki,
hvussu tað fer at ganga, men øll
siga, at hetta tiltakið er nakað,
sum tørvur er á í handilslívinum,
og eg velji at halda, at tað fer at
rigga.
– Eg ætli mær, ið hvussu er, at
leggja lív og sál í hetta arbeiðið
og gleði meg til at fara undir
uppgávuna.
– Skuldi tað kortini ikki gingið,
taki eg tað ikki sum eitt niðurlag.
So havi eg kortini roynt okkurt
annað, sigur Aibritt á Plógv.
Um alternativið bara er at vera
sitandi sum aðalstjóri, sigur hon:
– Aðalstjórastarvið átti at verið
áramálssett. Tað hevði verið
gagnligari fyri bæði stjóra og
arbeiðsgevara.
– Óansæð hvussu dugnalig tú
ert, og hvussu nógv tú hevur at
bjóða, so er tað bert eitt áramál
tú hevur at gera gott við. Tað
hevði gjørt munin, um tú visti
tær okkurt annað at fara til, tá
skeiðið var runnið.
– Sum stjóri í slíkum starvi
er tað ógvuliga kalt á ovastu
rók, av tí at talan er ikki um tað
stóru starvsfólkarøkt hjá stjórum
í miðfyrisitingini. Tað átti at
verið nakað at bjóða teimum
aðalstjórum, sum hava hollar
arbeiðsroyndir, eitt nú sum
sendifólk ella annað líknandi
starv.
– Nógv sita ov leingi, av tí at
tey tora ikki at siga starvið frá
sær, tá einki annað er í boði.
Tørvandi dynamikkur
á ovastu rók
Politiska skipanin krevur, at
ungfólk, sum hava ástøði í
lagi og fakliga styrki, koma
til. Tað eri eg, sum eri 47 ára
gomul og havi 20 ár eftir á
arbeiðsmarknaðinum, besta dømi
um. Trupulleikin er, at eingin
dynamikkur er á ovastu rók, sigur
Aibritt á Plógv, sum myndar
tíðina eftir strævna arbeiðsdagin
og til í dag við at siga:
– Nú kann eg fara út í urta
garðin, tí eg havi hug og tími tað.
Ístaðin fyri áður, har eg skundaði
mær, tí hetta var eitt arbeiði sum
skuldi gerast. Eins og eg kann
fara ein spákingartúr í friði og
náðum og ikki nýtist at skunda
mær, av tí at eingin bíðar eftir
mær.
– Tó skal sigast, at mær
dámdi avbera væl arbeiðið sum
aðalstjóri. Tað var spennandi at
arbeiða í politisku skipanini, og
hvør veit – kanska fari eg aftur í
líknandi starv. Eg havi nógv góð
ár eftir á arbeiðsmarknaðinum,
og eisini nógv gott at geva, eitt
nú drúgvar royndir. Tað var bara
ikki tað eg skuldi gera júst nú,
sigur Aibritt á Plógv, sum nú
fer undir nýtt arbeiðsskeið og
nýggjar avbjóðingar.
Úr aðalstjórastarvi
í klædnahandil
Frá at vera aðalstjóri og umsita tvær mia. krónur í Almanna- og
Heilsuráðnum, verður Aibritt á Plógv um stutta tíð leiðari í mótahandli.
–Tað er eitt stórt lop, men tað er eisini spennandi at koma inn á øki, sum
fyri mær persónliga er ókent land, sigur Aibritt á Plógv
Rithøvundur
Dagny
Joensen