fríggjadagur 16. juni 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 114 - 16. juni 2006
Lærarastørv í
Leirvíkar skúla
Søkt verður eftir 1 lærara skúlaárið 2006/07.
Starvið er fulla tíð, og er vegna lærara i farloyvi.
Søkt verður eftir lærara, sum
• undirábyrgdleiðslunnarogísamstarviviðlærarar
skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans.
• Dugir at samstarva og er fyrikomandi
• Er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
Vit vænta, at tú ert
• Fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• Virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
• Í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera
við til áhaldandi at menna skúlan.
Harumframt skulu lærararnir hava førleika at
undirvísa í onkrum av hesum lærugreinum:
Støddfrøði, alisfrøði, kristni og søgu/samtíð.
Førleikakrøv
Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu
lærugreinum.
Royndir í føroyska fólkaskúlanum.
Læraralesandi, sum taka prógv í summar kunnu
eisini søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1-27.4 sambært
avtalu
millum
Fíggjarmálaráðið
og
Føroya
Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við c.v.,avriti av prógvum og møguligum
ummælum skulu vera fyrstalæraranum, Fríðfinni
Johnsson, í hendi í seinasta lagi 23. juni 2006, kl.
18.00.
Áhugað kunnu venda sær til Leirvíkar skúla,
tlf. 443234 ella 743234 og spyrja eftir Fríðfinni
Johnsson.
NB Tey, sum fyrr í ár hava søkt starv í Leirvíkar skúla,
kunnu boða frá, at tey eisini søkja hetta starvið.
Teldupostur fj1308e9@skulin.fo
Leirvíkar skúli hevur komandi ár uml. 90 næmingar og 8 lærarar.
Skúlin er ikki árgangsbýttur í øllum árgangum.
Tú kanst lesa meir um skúlan á heimasíðuni www.skulin.fo/lei
Dagrøktarar
til Leirvíkar kommunu
Dagrøktarskipanin í Leirvíkar kommunu søkir eftir
dagrøktarum, at byrja 7. august 2006 ella eftir nærri
avtalu.
Vit ynskja at tú
• Hevur góðar umstøður at hava børn bæði inni og
uttanfyri
• Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvs
feløgum
• Ert álítandi og hevur góð samstrvsevni
• Ert tolin og vísir umsorgan
• Hevur hegni og áhuga í at menna børnini
• Dugir at síggja møguleikar í staðin fyri forðingar
Í dagrøktarskipanini starvast 8 dagrøktarar og ein
leiðari. Talið av børnum í dagrøktini er 40. Ein fastan
dag um vikuna eru 3 dagrøktarar saman við børn
unum í spælistovuni og 1,5 tíma um vikuna eru allir
dagrøktarnir við børnunum í fimleikarhøllini.
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 17.15. Lønin er sambært
sáttmála við FA, 1/3 av hesum er skattafrítt.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja tlf. 443251
og tosa við Marion Leifsdóttir, dagrøktarleiðara.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 19. juni 2006 kl. 12.00.
Vinarliga send umsókn tygara til
Leirvíkar kommuna
Dagrøktarskipanin
Postboks 42
520 Leirvík
Frá
Fuglafjarðar býráð
Feløg og einstaklingar, sum hava ætlanir um at
nýta fimleikarhøll skúlans vetrarhálvuna 2006-
2007 verða biðin um at senda mentamálanevndini
skrivliga umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 23. juni
2006 kl. 15.00.
Fuglafjørður 12. juni 2006
Fuglafjarðar býráð
Mentamálanevndin