Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 46

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 114 - 16. juni 2006 Alv skúlin við Áir 430 Hvalvík · Skúlin tlf. 422137, skúlaleiðarin tlf. 422052 · fart. 224521 fax 422532 · e-mail: alvskul@post.olivant.fo byrjar nýtt skúlaár mánadagin 14. august 2006. Alv skúlin er fyri vaksin við skerdum vinnuevnum t.d. aftaná vanlukku, viðføddum breki ella av sosi­ alum orsøkum. Næmingar kunnu taka prógv til fráfaringarroynd fólkaskúlans og FHS prógv. Skúlin er kostskúli og møguleiki er at búgva á kostdeildini. Skúlin strembar eftir at menna næmingarnar og sjálvsálit teirra, so at teir kunnu koma aftur í tær avbjóðingar, sum samfelagið býður, og at teir har kunnu kenna seg væl. Alt virksemi skúlans viðvíkjandi teim ymsu næm­ ingunum er vent móti føroyska samfelagnum við tí stavnhaldi, at næmingarnir koma at eiga eitt vinnustað har. ALV­skúlin hevur mangar og drúgvar royndir við endurútbúgving, og tað er út frá hesum fyritreyt­ um, tað verður farið til verka. Áhugað kunnu venda sær til skúlan (sí omanfyri nevndu adressu) og fáa tilmeldingarblað. Næmingar, ið Almannastovan ávísir, koma í fyrsta lagi inn á skúlan. Nærri fæst at vita hesum viðvíkj­ andi við at venda sær til Marjuna Berg, deildarleið­ ara, tlf. 353570. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 30. juni 2006. Alv-skúlin við Áir Mai­Britt Holm Andersen skúlaleiðari Gloymd klæðir í Argja skúla Klæðir o.a., sum er gloymt í Argja skúla hetta skúlaárið, liggur frammi í miðhøllini mánadagin 20. juni og týsdagin 21. juni, báðar dagarnar til kl. 17.00. Tað, ið ikki verður avheintað, verður latið Bláa Krossi. Argja skúli Feriuavloysarar til P/F Auto Søkt verður eftir feriuavloysarum til P/F Auto. Ring 311234 Jørð í Tórshavn Til sølu er eitt óbygt jarðarstykki til víddar 5.235 m2. Talan er um eina trøð, ið hevur heitið matr. nr. 658e, Tórshavn, og liggur Yviri við Strond. Sambært byggisamtyktini er talan um fríøki. Áhugað verða biðin um at venda sær til Advo­ katskrivstovuna, Fr. Petersensgøtu 9, Tórshavn, att. Aksel V. Johannesen, adv.ft., e­mail avj@jura.fo ella Birnu Joensen, e­mail bij@jura.fo Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta 9 Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Ólavur Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Pouslen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Tlf. 311145 · Telefax 31 15 25 e­mail: jura@jura.fo