fríggjadagur 16. juni 2006síða 50
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 16. juni 2006
53
Puntur nr.14
Í sambandi við, at
Sosialurin í hesi viku
hevur vitjað bretska
høvuðsstaðin, setur
Torfinnur Jákupsson,
ið er lesandi í London,
í hesi síðstu greinini
fokus á, hvussu
tað er at ferðast í
sjey milljóna ríka
stórbýnum
LONDON
Torfinnur Jakupsson
jakupsson@gmail.com
Hjá føroyingum kann ferð
ingin í einum stórbýi sum
London møguliga tykjast
ring at hava yvirlit á. Tó er
ikki at stúra, ætlar tú tær at
vitja bretska høvuðsstaðin.
Almenna ferðingin í London
er støðug og skjót, og er lætt
asti hátturin at ferðast (um
tú ikki tekur taxabil) reyðu
double-decker bussarnir ella
undirgrundin.
At ferðast í London ikki
so ringt, sum tað kann tykj
ast, hevur tú bert skil á
tíðarætlanini. Steðgistøð til
bussar og undirgrundin eru
altíð tætt við.
Undirgrundin í London
– ella tubin, sum London-
íbúgvar kalla hana – er skjót
asti mátin at ferðast runt
í London. Undirgrundin
fevnir um 275 tokstøðir og
gongur 408 km. runt um
London. 63 av tokstøðunum
ganga runt um sentrum í
London. Tú ert sostatt altíð
tætt við eina metrostøð.
Samlaða talið av ferðandi
á tubuni hvørt ár er nú 976
milljónur, tvs. 2,7 milljónur
ferðast í tubuni um dagin.
Hvønn tíma fara uml. hálvt
annað hundrað túsund fólk
inn í undirgrundina. Annað,
ið møguliga er áhugavert
at vita, er, at miðalferðin
á hvørjum toki er 33 km.
um tíman, og longsta rulli
trappan í undirgrundini er
hon við Angel. Henda er 60
metur long.
Og reglan ”mind the gap”
verður bert spæld, tá tokini
steðga við ein platform,
sum ikki er nóg tætt við
tokið. Henda regla er í dag
vorðin at kalla slagorðið hjá
undirgrundini í London.
Undirgrundin
fevnir
um tólv linjur, sum allar
hava hvør sín lit á undir
grundskortinum.
Tokini
ganga antin eystureftir,
vestureftir, norðureftir og
suðureftir, og koyra øll
við jøvnum millumbilum.
Tað sama er galdandi við
bussunum. Undirgrundin er
opin frá kl. 05.30 til kl. 00.30
mánadag til leygardag, og
sunnudagar frá kl. 07.30
til kl. 23.30. Fleiri bussar
koyra tó døgnið runt. Tú
kanst fáa tær eitt kort
av allari undirgrundini á
øllum tokstøðum, og hetta
kostar onki. Royking er
ikki loyvd í undirgrundini,
hvørki á tokunum ella á
tokstøðunum. Royking er
heldur ikki loyvd á buss
unum í London. Hetta er
nokkso eyðsæð.
Kanska stuttligasti hátt
urin at ferðast runt í Lond
on er í víðagitnu reyðu
double-decker bussunum,
ið eru ein fastur táttur í
býarmyndunum av bretska
høvuðsstaðnum. D ouble-
decker bussar verða nýttir
um alt Stóra Bretland, men
hin kendasti er tann reyði
London-bussurin, ið hevur
upp til 80 setur og er um 11
metrar langur.
Double-decker bussarnir
vórðu til í London, tí stór
býurin hevði tørv á einum
ferðatóli, ið bar so mong
fólk sum gjørligt uttan
at gera brot á lógarásettu
ferðslureglurnar
um,
hvussu langt eitt akfar
skuldi vera. Double-decker
bussurin hevur sostatt tvær
hæddir. Men m.a. orsakað
av trygdar- og heilsuávum
eru omanfyrinevndu reglur
nú broyttar.
Nú er avgjørt, at double-
decker bussarnir skulu
skiftast út við longu har
monikubussarnar. Hetta er
harmiligt frá mínum før
oyska sjónarhorni. London
eigur eisini at upplivast frá
einum góðum, gomlum
dupult-dekkara.
Please, mind
the gap
Kendu reyðu double-decker bussarnir eru fastur táttur í býarmyndini av London. Á hesi mynd
síggja vit skiltið ”Mind the bombs” á síðuni av einum bussi sum dømi um, at bretar hava eitt
svart, men gott skil fyri skemti
Hvønn dag ferðast um 2,7 milljónur fólk við undirgrundini
í London. Onkutíð er sum vera man sum sild í tunnu, men
tað kemur eisini av tí góðu orsøk, at undirgrundin er skjótasti
hátturin at ferðast runt í London