Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Nr. 115 - 19. juni 2006 – Eg vil heldur hava krabbamein enn verða útbrend. Tá eg havi krabbamein kann høvdið troysta likamið. Tá eg eri útbrend riggar høvdið ikki. Ingela Agaard, sum bæði hevur havt krabbamein og verið útbrend TIÐINDI Fríggjadagin høvdu børnini í barna­ garð­inum undir Fjalli í Havn ein tema­dag saman við starvs­fólkunum. Barna­garðurin hevur um tríggjar tema­dagar um árið, og fríggja­dagin kall­ aðist dagurin fyri Prinsessu- og Riddara­ dagur Børn Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo – Børnini ganga við lív og sál upp í temadagarnar. Vit byrja so smátt at fyri­ reika okkum nakrar vikur frammanundan, og tí gerast tey so spent og spyrja í heilum, nær temadagurin verður, sigur Beinta Joen­ sen, sum starvast á barna­ garðinum undir Fjalli. Til Prinsessu- og Ridd­ aradagin høvdu øll børnini gjørt sær klædnabúnar við hjálp frá starvsfólkunum. Og síðan skipaðu tey vaksnu allan dagin fyri ymisk­um riddaraspølum: – Vit hava eisini bygt eina stóra riddaraborg og skotið við boga og píli í allan dag. Tað er ordiliga stuttligt at vera ein prinsessa, tí so eri eg so vakurt ílatin, sigur fimm ára gamla Maria. – Vit skipa fyri temadøg­ um fyri at gera okkurt øðr­ vísi. Børnini elska tað og hugna sær saman. Við hvørt hava vit eisini ítróttadagar og hugnaligar dagar við pitsa og biografi, sigur Beinta Joensen at enda. Visjón 2015 hevur verið havt á málið hjá flest øllum seinastu tíðina. Serliga nú, visjónstorgini eru byrjað. Men tað eru ikki bert tey vaksnu, ið gera sær ætlanir um, hvussu alt leggjast til rættis í 2015. Børnini hava somuleiðis stóran áhuga fyri málinum. Átta ára gamli Rói er ein teirra Børn Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Visjón 2015 hevur verið havt á máli hjá flest øllum seinastu tíðina. Serliga nú, visjónstorgini eru byrjað. Men tað eru ikki bert tey vaksnu, ið gera sær ætlanir um, hvussu alt skal leggjast til rættis í 2015. Børnini hava somuleiðis stóran áhuga fyri málinum. Sjey ára gamli Rói er ein teirra. Rói fylgir dúgliga við, tá tey vaksnu práta saman um Visjón 2015. Somuleiðis situr hann ofta saman við foreldrunum og hyggur at Degi og Viku ella lurt­ar eftir tíðindunum í Útvarp­ inum: – Í 2015 verða Føroyar heimsins besta land. – Ella í øllum førum eitt av heimsins bestu londum at búgva í, sigur Rói. – Tað verður gott at búgva í Føroyum í 2015. Tá sleppa vit frá at fara at ferðast, tí tá er alt, vit ynskja okkum, í Føroyum, greiðir Rói frá. – Eisini rokni eg við, hasin nýggi býurin í Hoy­ vík verður liðugur tá. Har verður ein spildurnýggj skoytu­høll, innandura fót­ bólts­­vøllur og nýggjur svimjihylur. Kanska sleppa vit eisini at spæla íshokki í Stórutjørn, sigur Rói og vísir á, at um eitt tivoli ikki verður í Føroyum í 2015, ætlar hann sær sjálvur at byggja eitt: – Men politikararnir hava neyvan gjørt eitt tivoli tá, so tí eri eg longu bara sjálvur farin í gongd við at tekna tivoliið. Eg hava ein stóran bunka av tekningum heima, sum vísa, hvussu tað skal síggja út. Eitt nú havi eg teknað ein stóran djóragarð, eitt stuttleikaland og eitt hús til pinkubørnini í mínum nýggja tivolii. Eg fari helst at byggja tað uppi í fjøllunum onkrastaðni, tí har er betri pláss, sigur Rói. Tivoliið hjá Róa verður ikki liðugt í 2015, tí hann ásannar, at fyrst noyðist hann at gerast vaksin: – Men tivoliið hjá mær fer heilt víst at hóska væl til Føroyar, sjálvt um tað ikki verður liðugt fyrr enn nøkur ár eftir 2015. Tá eru Føroyar heimsins besta land, og alt verður jú so smart og modernað, sigur hann at enda. Prinsessur og riddarar í hópatali undir Fjalli 8 ára gamli Rói um Visjón 2015: Í 2015 verða Føroyar heimsins besta land – Eisini rokni eg við, at vit hava ein nýggjan løgmann tá, tí tá eru nógv ár liðin Børnini høvdu øll gjørt sær klædna­ búnar við hjá frá starvsfólkunum til Riddara- og Prinsessudagin