Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 19. juni 2006 13 Hans Christofer Svabo Joensen, bóndi á Ryggi í Miðvági, vanliga nevndur Hassi, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 17. juni, 80 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkra­hús­ kapellinum í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirkju týs­ dagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Hassa, kunnu lata Føroya felag móti Krabbameini eina peningagávu. Jarðarferðin hjá Ják­ upi Andreasen úr Øra­víkarlíð verður týs­dagin kl. 13 frá Tvør­oyrar kirkju. Tey, ið vilja minnast Jákup, kunnu lata Føroya felag móti Krabbameini eina peningagávu. Konto í peningastovnunum. Benny Forná, Tórs­ havn andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum sunnu­ dagin 18. juni, 50 ára gamal. Jarðarferðin verð­ ur lýst seinni. Torfinnur Rubek Nielsen andaðist 15. juni í Keypmannahavn, 61 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Bistrup kirkju í Birkerød 20. juni kl. 12. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 20. juni. Sylverius. deyður ár 537. Hann var sonur pávans Hormisades og gjørdist seinni sjálvur pávi, men av politiskum grundum varð hann skjótt frákoyrdur. Navnið merkir skógarbúgvi. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi, verfaðir og abbi okkara Halldór Olafsson Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri heilsanir, talur, urguspæl og sang. Tøkk til øll, sum fylgdu, og teirra, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Ein serstøk tøkk til teirra, sum vóru um hann seinastu tíðina á Tjarnargarði og á landssjúkrahúsinum. Árni, Anna og Malan Kunngjørt verður hervið fyri ætt,vinum og kennin­ gum, at elskaði pápi, beiggi og svágur okkara Hans Cristoffer Svabo Joensen Miðvágur Vanliga nevndur »Hassi« andaðist á Landssjúkrahúsinum tann 17. juni, 80 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirkju týsdagin kl. 14.00. Fyri tey avvarandi Jógvan, Elspa Suffía og Kjartan Tey, ið vilja lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata eina peninga­ gávu til Føroya felg móti krabbameini. Góði fitti abbi, eg skilji als ikki at tú ikki ert her hjá mær meira, eg havi vóna, at hesin dagurin aldrin fór at koma, har tú ikki ert ímillum okkum longur, men soleiðis er lívið nú einaferð. Tú fert altíð at hava eitt stórt pláss í mínum hjarta. Tað verður ógvuliga tómt at koma til Eiðis, har tú ikki situr í vindeyganum og veittrar, men mest tómt verður tað hjá ommu. Allar tær góðu løturnar saman við tær, fari eg at sakna. Ja tað verður ringt at siga hvat eg fari at sakna mest, tí tað verður alt. Eg eri so glað fyri at hava fingið so nógva tíð saman við tær. Tað verður undarligt ikki síggja teg ganga túr á Eiði, út í bátin, oman á Mølina ella á veg í eplaveltuna, tað munnu verða mangir gummiskógvar sum eru slitnir. Um tú ikki var inni tá eg kom norður at vitja, ja so visti eg altíð hvar eg skuldi fara at leita eftir tær. Minnist serliga at tú og aðrir eldri menn, plagdu at sita á tí stóra rekatrænum niðri á keiðuni, har sum neystini standa, tað var so hugnaligt at sita og lurta, tit vóru so vísir. Ikki var tað so neyðugt at spæla við onnur børn allatíðina, hevði eg teg abbi, so var tað meira enn gott. Ikki fyri at snakka um allar risa søgurnar, sum eru fortaldar fyri mær, eg kundi skriva so nógv meira um teg góði abbi, men tað býr inni í mínum hjarta. Góði abbi, eg og mong onnur sótu hjá tær tann dagin tú fór herfrá, og eg hevði sett mær fyri, líkamikið hvat, so skuldi eg verða hjá tær.Tað var hart at síggja, at tú ikki hevði tað so gott, men eg vildi verða hjá tær. Segði tær okkurt í oyra, og tú klemmaði mína hond við at siga, eg hoyri teg gott. Góði elskaði abbi, tá Jesuspápi tók teg heim til sín, var tað deiligt at síggja, at nú hevði tú tað gott, tíni smílandi fittu bláu eygu vildu sova. Góða nátt og sov gott, eg elski teg. Lissi Til minnis um abba mín Louis Sigfred Andreasen føddur 22. september 1920 andaðist 12. juni 2006 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá góði pápi okkara, abbi, verpápi og bróður Jógvan Gaard við Misá Vági andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Frelsunarherin í Vági. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Frelsunarherin. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hans Pauli og Eirikur NØVN Í juni 1971 var skipað fyri vísusangarastevnu í Føroyum til frama fyri Amnesty International. Tey luttakandi vóru: Trille úr Danmark, Olle Adolphson úr Svøríki, Birgitte Grimstad úr Norra, limirnir í “Ian Campbell FolkGroup” úr Bretlandi: John Dunkerley, Brian Clask og systkini Lorna og Ian Campbell. Før­ oyski luttakarin var Herman Jacobsen, sáli, sum stendur uttast til vinstru á myndini. Tilsamans fimm konsertir vórðu hildnar í Sørvági, Runavík og í Havn fyri umleið 1800 fólkum. Fyri 35 árum síðan: Vísusangarastevna í 1971 Kelda: Mynda­árbókin - árið ið fór 1971