mánadagur 19. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2006
Fríggjadagin var
próvhandan á skránni
á Føroya Læraraskúla.
41 næmingar fingu
læraraprógv handað.
Skúli
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Áðrenn prógvini vórðu
handað fríggjadagin, helt
Pauli Nielsen, rektari, ið so
mangan hevur sagt farvæl til
floygd lesandi, eina røðu fyri
næmingunum.
Í røðu síni segði Pauli
Nielsen millum annað, at
hann sjálvandi er upptikin av,
at næmingarnir fáa prógvið,
men at hann er meira upptikin
av, at næmingarnir hava fingið
útbúgvingina, sum tryggjar, at
lærararnir ikki geva børnunum
steinar fyri breyð:
– Ov nógv liðug svør
kunnu skjótt gerast tyngjandi
steinar, men spurningarnir,
ið verða settir av iva, vilja
og í álvara eru altíð breyðið,
ið kann veita okkum orku
at halda okkum uppi. Eg
sigi hetta, tí vit vita, at so
at siga øll svør fyrr ella
seinni vísa seg ikki at vera
allur sannleikin, segði Pauli
Nielsen eitt nú í røðu síni.
– Fyri einum mánaði síðani
høvdu vit her á skúlanum
vitjan av heimskenda heila
granskaranum,
Morten
Kringelbach, sum starvast í
Oxford. Hann segði, at innan
teirra øki mundi tað fara at
vísa seg, at 90% av verandi
vitanini fór at roynast skeiv,
tá 10 ár vóru farin. Og kortini
vita vit meira og meira, segði
Pauli Nielsen og vísti á, at tí
er hann líka so upptikin av, at
útbúgving tekur tíð, sum av
at tíð fer illa til spillis.
Somuleiðis las Pauli yrk
ingina hjá svenska skald
inum, Kaj Beckman, ið hann
heldur vera sera beinrakna:
Når man går fort
och tittar rakt fram
då kommer man fort fram.
Om man går langsamt
och tittar på alt ved
vägkanten,
om man tar op en sten
ock luktar på en blomma
- då går det inte fort.
Men stenen och
blomman
har blivet ens vänner.
Pauli heldur, at boðskapurin
í yrkingin eisini er galdandi
fyri skúlatíðina:
– Sjálvandi skulu vit gera
alt fyri, at komandi ættarlið
verða gagnligir borgarar,
men vit mugu ikki gloyma,
at børn eru javnt verd við
øll onnur medmenniskju.
Vit vaksnu kunnu ikki gera
nakað, sum tryggjar, hvussu
tey verða sum vaksin, men
vit hava øgiligt vald á teirra
lívi, meðan tey eru børn.
Børn eru virðismikil, tí tey
eru hugsandi og kenslusamar
verur, segði Pauli Nielsen
við næmingarnar, áðrenn teir
fingu læraraprógvið handað.
41 nýggir lærarar
Tey, ið fingu prógv í 4Lb: Anna Christiansen, Sonja Eliasen, Malan Eyðunsdóttir, Saranja Hammer, Marianna Jacobsen, Bárður
á Lakjuni, Jóhan Lervig, Hans Michael í Mittúni, Joan Neshamar, Jón Eli Ole-Jacobsen, Bogi Olsen, Ruth á Plógv, Emily Poulsen,
Høgni á Reynatrøð, Elin í Stórustovu, Birgit Thomsen, Katja Tómasson, Katrina Vang, Petur Veihe, Lív Vilhelmsen
Tey, ið fingu prógv í 4La: Jóna G. Christiansen, Gunnvá Ellendersen, Ragnhild Ellinggaard, Anna Elisabeth Gøte, Hallgerð
Hansen, Joan Joensen, Holgar Johannesen, Brynhild W. Kamban, Anna Maria á Lakjuni, Sámal Mikkelsen, Susan Nattastad,
Bergtóra Nielsen, Maria N. Nielsen, Fríðgerð Olsen, Jógvan K. Olsen, Esther Poulsen, Símun Poulsen, Sonja Sjatlá, Dorrit Strøm,
Árni Vang og Una Weihe
Pauli Nielsen, rektari, ið so mangan hevur sagt farvæl til floygd
lesandi, helt eina røðu fyri næmingunum
14 NØVN