mánadagur 19. juni 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2006
15
Eyðun Lisberg er settur í starv á deildini hjá Føroya Banka
í Kollafirði frá 15. mai 2006. Eyðun er 39 ára gamal og
ættaður úr Hvalba, nú búsitandi í Kvívík.
Eyðun er útbúgvin bilmekanikari og hevur síðani tikið
HH-prógv, merkonomprógv í marknaðarføring og fyrsta part
av HD. Hann starvaðist frá 1984 til 2002 á søludeildini hjá
Reyni-Service og síðan hjá VR-Bilum í Havn.
Nýggj í starvi í Føroya Banka
Poula Michelsen Kass er sett í starv sum bólkaleiðari á
marknaðardeildini hjá Føroya Banka. Hon tekur við starv
inum 1. juli 2006.
Poula Michelsen Kass er 30 ára gomul, fødd og uppvaksin
í Hann. Poula hevur í summar tikið HD-prógv í organisatión
og leiðslu av Handilsháskúlanum í Århus. Frammanundan
hevur hon prógv sum marknaðarøkonom og starvsroyndir
frá P/F Poul Michelsen og DER.
Elsa Jóhanna Høgenni er sett í starv á marknaðardeildini
hjá Føroya Banka. Elsa Jóhanna er 43 ár og bachelor í
vinnulívsløgfrøði av Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Í løtuni er hon í ferð við Master of Management á Robert
Gordon University í Aberdeen.
Seinnu árini hevur Elsa Jóhanna starvast sum lærari á
Føroya Handilsháskúla og verið leiðari á Vestnorden Tourist
Board, sum skipar fyri Vestnorden Travel Mart. Hon byrjar
í Føroya Banka 15. august 2006.
John Rajani er settur í starv sum leiðari fyri nýggja Corporate
Finance-virkisøkinum hjá Føroya Banka. Corporate Finance
er ráðgeving í sambandi við keyp og sølu av fyritøkum.
Hann tekur við 15. august 2006.
John hevur HA-prógv av Copenhagen Business School í
Keypmannahavn og MBA-prógv av University of Lancaster
í Bretlandi. Hann hevur verið deildarstjóri í Tinganesi síðan
september 2005. Áðrenn tað var hann í trý ár sendimaður
Føroya í London, og frá 1999 til 2002 var hann løgmansritari
í landsstýrinum.
Bárður Kass Nielsen er settur í starv á stjórnarumsitingini
hjá Føroya Banka frá 1. august 2006. Bárður er 29 ára gamal
og ættaður av Nesi á Toftum. Hann hevur seinastu fimm
árini lisið á Handilsháskúlanum í Århus og verður liðugur
sum cand.merc. í fíggjarstýring í summar.
NØVN
Stríðið móti ólóg
ligum innflutningi
av rúsandi evnum
verður nú hert.
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður
í fíggjarmálum,
leggur í næstum
fram uppskot um
broytingar í toll
lógini, sum hava við
sær, at tolleftirlitið
gerst munadyggari
Politikkur
Sum liður í altjóða stríðnum
móti narkotika er ætlanin at
herða tolleftirlitið.
– Ábendingar eru um, at
ikki bert hash, men eisini
sterkari evni sum amfetamin
og ecstasy, gerast alt meira
vanlig millum ung í Føroyum.
Tí mugu vit gera meira fyri
at forða fyri, at evnini sleppa
inn í landið, sigur Bárður
Nielsen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Hann leggur upp til
nakrar broytingar í toll
lógini, og endamálið er at
herða eftirlitið. Frameftir
skal tolleftirlitið hava ele
ktroniska atgongd til upp
lýsingar um ferðafólk og
góðs. Tollvaldið skal eisini
hava heimild at skráseta
upplýsingar um fólk, ið
verða tikin fyri ólógligan
innflutning.
Talan er um upplýsingar,
ið bert skulu nýtast til toll
eftirlitið, og endamálið er í
samsvari við altjóða atlitini
um at berjast móti rúsevnum
og ólógligum innflutningi av
góðsi.
Í triðja lagi er ætlanin,
at tollvaldið skal hava ein
servandan narkotikahund
afturat hundinum, sum
frammanundan arbeiðir fyri
tollvaldið.
– Frameftir skal tollvaldið
hava møguleika at arbeiða
meira
málrættað
og
munadygt. Broytingarnar
í tolllógini eru liður í
royndum okkara at avdúka
smugling – serliga við
rúsevnum, sigur Bárður
Nielsen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Herða stríðið móti narkotika
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið