mánadagur 19. juni 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
mentan
SAMBAND
anna w ellingsgaard@
sosialurin.fo
tlf 341800
Nr. 113 - 15. juni 2006
Á móttøku
leygardagin varð
Sands Listasavn
tikið í nýtslu, við
klassiskum tónleiki,
røðum og avdúking
av bringumynd, ið
listamaðurin Hans
Pauli Olsen hevur
gjørt av manninum
handan savnið Sofusi
Olsen
Móttøka
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í sambandi við, at Sands
Listasavn lat upp á fyrsta
sinni í vikuskiftinum, var
samkoma fyri innbodnum í
Listasavninum leygardagin.
Millum tey innbodnu vóru
listafólk, hvørs verk prýða
veggirnar
á
savninum,
vinir og skyldfólk hjá
manninum, ið hevur bygt
savnið og savnað listina, ið
hongur í tí, Sofusi Olsen,
umframt umboð fyri stuðlar
og fjølmiðlar. Heilt fitt av
fólki var á samkomuni, ið
var sera hugnalig.
Sofus Olsen legði fyri við
at bjóða fólki vælkomnum,
og
takka
teimum,
ið
høvdu hjálpt honum við
at útinna hesa verkætlan.
Her nevndi hann arkitektin
Palla
Gregoriussen,
byggifelagið Articon og
serliga
Jón
Danielsen
stjóra í byggifelagnum,
Sands
Bygdaráð
og
Mentamálaráðið,
ið
hava stuðlað við eini
upphædd.(blðm: ið svaraði
til MVG’ið, ið skuldi
rindast av byggingini).
Listamenninir, ið høvdu
hjálp Sofusi við at heingja
myndirnar upp vórðu eisini
nevndir, umframt Karin
Kjølbro, ið hevur hjálpt
Sofusi sera nógv seinastu
mánaðirnar við at fyririeka
upplatingina, og tað tyktist
tí eisini sera hóskandi, at
Karin Kjølbro helt sjálva
upplatingar røðuna.
Men áðrenn Karin slapp
framat, spældu Heiðrunn
Petersen
og
Grímur
Mortensen úr Tórshavnar
Musikkskúla verk av Händel
eftir ynski av Sofus. Tey
bæði spældu yndisligt, og
vístu enn einaferð hvussu
góð musikkskúlaskipanin í
Føroyum er.
Karin Kjølbro helt síðan
røðu sína, ið var tíðum
stuttligt, tíðum rørandi
og alla tíðina sera góð.
Hon nam við lívsleiðina
hjá Sofusi, hesum stóra
slóðbrótara og dyggasta
stuðli hjá føroyskari list.
Hon nam við søguna og
støðuna hjá Sands bygd,
sum eini av elstu bygdum
í Føroyum og heimstaður
fyri nógv serlig fólk.
Eisini avdúkaði Karin, at
í samstarvi við Sjónvarpi
Føroya hevði hon fingið í
lag, at ein sjónvarpsfilmur
verður
gjørdur
til
listasavnið. Ein filmur, ið
m.a. vísir hvussu listin hekk
í heiminum hjá Sofusi og
Gunnhild við Tinghúsvegin
í Havn. Hetta tyktist at vekja
gleði millum gestirnar, og
tað er gleðiligt at eisini
Kringvarpið hjálpir at varpa
ljós á hetta stórsligna savn
og mannin, ið stendur aftan
fyri gávuna til Føroya fólk.
Karin segði harumframt, at
hon hevði savnað frásagnir
hjá Sofusi og frágreiðingar,
ið hann hevði skriva niður,
og at ætlanin var, at hesar
skuldu savnast í einum
skápi í Listasavninum.
Eftir røðuna varð bronsu
bringumyndin av Sofusi,
ið listamaðurin Hans Pauli
Olsen hevur gjørt avdúka.
Tað vóru tær báðar Annika
Poulsen
ommudóttir
Gunnhild konu Sofusar og
skyldkona Sofusar og Jóna
Thomsen, ið avdúkaðu
bringumyndina.
Eftir enn eitt tónleika-
stykkið av Händel tóku
borgarstjórin
á
Sandi
Páll á Reynatúgvu og
Landstýrismaðurin í Menta-
málum Jógvan á Lakjuni
orðið og fegnaðust báðir
um hesa stóru gávu.
Sands bygdaráð hevði
skipað fyri, at pinnamatur
og okkurt at drekka var
til
gestirnar,
og
eftir
samkomuna
bjóðaði
borgarstjórin
okkum
til hugnaligt borðhald í
Ungmannafelagshúsinum.
Hetta var ein stórur
dagur í søguni hjá Sands
bygd, hjá Sandoynni og
hjá føroyingum sum heild.
Eins og Mærsk McKinney
Møller gav danska fólkinum
eitt operahús, hevur Sofus
givið føroyingum eitt frálíkt
listasavn.
Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi:
– Sands Listasavn
týdningarmikið fyri Sandoy
Savnið hevur stóran týdning, í fyrsta lagi, tí at hesi fínu listaverkini verða
varðveitt og savnað og fáa góðar karmar, men eisini tí, tað hevur stóran
uppalingarligan týdning, at hava eitt savn at vitja regluliga.
Súsan í Jákupsstovu, dagligur leiðari
Ein stórur dagur fyri Sands bygd
Borgarstjórin á Sandi, Páll
á Reynatúgvu, heldur, at
Sands
Listasavn
hevur
stóran týdning fyri øll á
Sandoynni:
– Sands Listasavn hevur
stóran týdning fyri øll, ið
liva og virka á oynni. Fyrst
og fremst er listasavnið
avgjørt vert at vitja, og
somuleiðis dregur savnið
nógv
ferðafólk
henda
vegin.
– Tað er ein stór styrki
hjá okkum at kunna vísa
á, at vit veruliga hava ein
mentanargrip her, ið er
verdur hjá øllum at síggja.
Men somuleiðis er hetta ein
nýggj leið í tilveruni hjá
sandingum.
– Á henda hátt fáa øll á
Sandoynni størri ans fyri
list og mentan, sigur Páll
á Reynatúgvu og skoytir
uppí, at listasavnið er ein
framúr góð gáva frá Sofusi
Olsen:
– Eitt ævintýr er í dag
vorðin
veruleiki,
sigur
hann.
- horsdal
Sofus Olsen stóð við bringumyndini, ið Hans Pauli Olsen hevur gjørt av slóðbrótaranum. Sofus Olsen legði fyri við at bjóða fólki
vælkomnum, og Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, var millum røðararnar.
Karin Kjølbro rørdi og undirhelt gestirnar við eini frálíkari
røðu.
Sofus Olsen takkaði tónleikarunum úr Musikkskúlanum fyri
vakra tónleikin
Jóna Thomsen og Annika Poulsen avdúkaðu bringumyndina av
Sofusi Olsen
Millum tey innbodnu vóru listafólk, vinir og skyldfólk hjá Sofusi
Olsen, umframt umboð fyri stuðlar og fjølmiðlar
Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri
á Sandi