Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 19. juni 2006 17 mentan Í sambandi við at Sands Listasavn á fyrsta sinni lat dyrnar upp fyri almenninginum sunnudagin, prátaðu vit við nakrar av teimum fyrstu gestunum Jógvan Andreassen – Hetta er eitt ómetaliga gott hugskot og ein ógvuliga stórsligin gáva, tað má eg siga. Eg haldi, at eitt slíkt savn kann fáa stóran týdning fyri bygdina, tí tað er kanska ikki so nógv at fara til í einari lítlari bygd. Vit vitja listasavnið í dag, tí vit hava summarhús í bygdini, og vit hava nógvar gestir við okkum. Elisabeth Andreassen Spurd um okkurt verk er, sum hon heldur vera serstaka forkunnugt, sigur hon, at her eru so nógvir spennandi málningar, at ilt er at taka nakran framum. – Men eg má siga, at mær dámar ómetaliga væl Hansinu Iversen, viðgongur hon kortini, meðan hon frøist um at kunna bjóða vinfólkum, sum eru á vitjan í summarhúsinum, inn at uppliva listasavnið. Ólavur Clementsen, – Eg haldi hetta vera ónatúrliga gott og stak áhugavert, og eg rokni við, at listasavnið fer at lyfta bygdina eitt sindur upp úr núverandi samfelagnum og upp á eitt hægri støði. Margretha Clementsen, – Eg haldi, at hetta er gott fyri alla oynna. Her eru altíð nógv fólk á vitjan, men nú rokni eg við, at fleiri koma á vitjan. Petur Martin Rasmussen, – Eg haldi hetta vera frálíkt. Ikki minst nú vit hoyra so nógv um bygdirnar. Tí hóast eg ikki meti Sandoynna at vera útjaðara, so er hetta avgjørt gott fyri bygdina. Og hóast eg ikki eri nakar serfrøðingur, so haldi eg málningarnir vera fantastiskir, og ikki minst tekningarnar eisini. Ingibjørg Rasmussen, – Hetta er ein ótrúlig gáva, bæði húsið og tey 58 verkini. Og eg havi frætt, at fleiri eru á veg. Veit ikki um nakað verk skarar framúr, tí alt er so ómetaliga áhugavert. Tó kann eg nevna Ingálv, sum mong við mær dáma væl – bæði tá hann var ungur, og upp gjøgnum øll árini, hevur mær dámað hann væl. Men eisini er tað áhugavert at síggja eitt nú jarðarferðarmálningin hjá Mikinesi. Og vit spyrja Petur Martin, hvat hann heldur um hetta, at Sofus velur at handa eina slíka gávu til heimbygdina. – Tá mann eldist gongur tað upp fyri einum, at jarðargóðsið fæst ikki við víðari. Tá er hetta ein fínur máti, at tað kann koma øllum til góðar. Kanska onnur kunnu læra av honum, tí eg ivist ikki í, at tað liggur nógv runt um landið, sum onnur kundu fingið gleði av. Jóhan Hendrik W. Poulsen, – Tá eg á fyrsta sinni hoyrdi um listasavnið, hugsaði eg, at hetta var ein stórhending. So tá eg frætti, at savnið fór at lata upp fyri almenninginum í dag, leitaði eg mær suður til Sands at vitja savnið, men eisini fólk her á Sandi. Mær dámar ógvuliga væl savnið, hóast tað kanska er í so dapurt og dimt at síggja uttan, men tað venur man seg við. – Nú eri eg ikki listakønur, men Frimod Joensen haldi eg vera serstakan, tí hann hevur ein so einfaldan hátt. Og stuttligt er at síggja málningin, sum Frimod málaði av Sofusi, og eisini standmyndina, sum Hans Pauli Olsen gjørdi av Sofusi. – Haldi tað vera merkisvert, at Sofus hevur latið allar hesar málningarnar. Og ikki minst er tað fyrimyndarligt at duga at geva so stóra gávu. So vit skulu vera Sofusi takksom fyri tað. Súsan í Jákupsstovu Súsan hevur fingið til uppgávu at vara av savninum dagliga. Nú savnið hevur verið opið í trý korter, hava longu 38 vaksin verið á vitjan og nógv børn eisini, greiðir hon frá. Súsan sigur, at tá hon á fyrsta sinni hoyrdi um, at Sofus Olsen hevði gjørt av at handa bygdini eitt listasavn, gjørdist hon ovurfegin. – Eg bleiv bara so glað, tí tað hevur so ómetaliga stóran týdning, ikki bara fyri bygdina og oynna, men fyri alt landið. Í fyrsta lagi, tí at hesi sera fínu listaverkini verða varðveitt og savnað og fáa góðar karmar, men eisini tí, tað hevur stóran uppalingarligan týdning, at hava eitt savn at vitja regluliga. Súsan sigur seg ikki vilja taka nakað verk framum onnur, tí øll eru stór og góð listaverk. – Men eg haldi tað vera stuttligt at savnið fekk standmyndina, sum Hans Pauli Olsen gjørdi av Sofusi, í sambandi við at savnið lat upp, tí hon er ógvuliga væl rakt, sigur Súsan at enda. Savnið er opið allar dagar millum klokkan 14-16, tó er ikki opið mánadag. Fyrimyndarligt at duga at geva so stóra gávu Jógvan og Elisabeth Andreassen Ólavur og Margretha Clementsen Petur Martin og Ingibjørg Rasmussen, Jóhan Hendrik W. Poulsen Súsan í Jákupsstovu og Símun av Skarði Lagt til rættis: Rigmor Dam, rigmor@sosialurin.fo