mánadagur 19. juni 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 115 - 19. juni 2006
xxxxxxxx
MIDNÁTTARRØÐA
Góðu Eystanstevnugestir
Eftir langan og strangan vetur,
har kuldin ikki misti takið fyrr
enn um mánaðarskiftið og
stormur og vátakavi seinastu
dagarnar tók lívið av nógvum
lombum, er loksins summarlýðka
komin í luftina, náttúran vaknar
úr vetrardvala, grasið grør,
fuglarnir syngja og skaparverkið
takkar skaparanum fyri lívið,
at tað eydnaðist okkum enn
einaferð at uppliva summarið.
Í hesum døgum er
heimsmeistarakappingin í
fótbóltið í Týskalandi, og fer
hendan kapping í vikuvís at
binda milliónir av uppøstum
“fótbóltsentusiastum” kring allan
heim til sjónvarpsskýggjan. Alt
sum ikki er lívsneyðugt at gera,
verður lagt á hyllina og má bíða
hendan mánaðan, fótbóltsfepurin
herjar. Serliga er tað menninir
sum fylgja við og eru bundnir
til sjónvarpsskýggjan, talan er
jú í byrjani um 3 dystir dagliga
og hetta krevur nógva orku av
áskoðaranum, ið situr í djúpum
leðurstóli við cola og chips,
ella hann liggur á sofuni og
hvílir seg til næsta dyst. Tað
krevur somuleiðis nógv av
familjuni, men fjølmiðlarnir
ugga kvinnurnar við, at um tað
gongur væl hjá liðinum, ein
heldur við, hevur tað positiva
ávirkan á menninar og kynslívið.
Tíverri, tað verður bert tað eina
landið sum gerst heimsmeistari
og neyvan verða øll nøgd.
Fótbóltsfepurin herjar so
sanniliga eisini herheima, og
sjálvdan hevur kappingin í
Formula-deildini verið meira
spennandi enn í ár. Ongin
sjálvsagdur vinnari er og øll
liðini hava mist stig. Grannarnir
handan Golan-heyggjarnar B68
megnaðu seinasta vikuskifti tað,
sum onnur lið hava droymt um,
tá teir við einum 3-1 sigri, tóku
øll stigini í Klaksvík. NSÍ vann
á EB-Streymi fyri aðru ferð í
ár, og høvdu skálamenn vunnið
á HB, høvdu øll úrslitini lagað
seg eftir vild, nú grannarnir
norðanfyri, GÍ, við Peturi Mohr
á odda liggja nr 1 hesa vikuna.
Grannauppgerðin fyrr í kvøld
prógvaði hvat er A og B liðið í
kommununi hendan mánaðin, og
vit anda fremstu liðini í nakkan.
Eins og náttúran skiftir í vár,
summar, heyst og vetrarbúna,
boða árstíðirnar frá, at tíðin
stendur ikki í stað. Tíðarinnar
hjól melur og vit fylgja við
um vit vilja tað ella ei. Ongin
dagur er líkur og hvør einasti
borgari hevur sína avbjóðing, har
møguleikarnir hjá tí einstaka eru
til at gera avreksverk og røkja
tær uppgávur, ið er litin hvørjum
sær upp í hendur. Her er tørvur á
tí einstaka og øll hava fingið sína
talent, tú ert týdningarmikil og
samfelagið hevur brúk fyri tær.
Eysturoyggin hevur altíð
verið vinnuoyggj burturav, og
alt tað eg minnist hevur nógv
skipaferðsla verið inn og út av
Skálafjørðinum, eins og nógv
skip nýttu ankarplássið yviri
undir Ringunum til vetrarhvíld.
Slóðarar tóku risatøk og keyptu
skip, har avleidda virksemi
skapti nógv arbeiðspláss á landi.
Hendan tíðin er farin og
kemur ikki aftur, men um fáar
vikur verður aftur virksemi við
Kongshavn, tá útgerðarskipini
fara at sigla út og inn við
farmi, tí enn ein leitiboring
verður framd. Vónandi fer
boringin at staðfesta, at olja í
rakstaraverdum nøgdum finst
í føroyskum øki, og kann geva
okkum enn eitt bein at standa á
búskaparliga.
Sum sagt gamla tíðin er
farin og ein nýggjur dagur við
nýggjari manning er veruleiki.
Har sum p/f Klement Petersen
og Højgaard´s eft. borgaðu
fyri kvalitetinum, eru hesir
avloystir av duoini Knudsen &
Nielsen. Eitt føroyskt orðafelli
sigur, at trøðini vaksa ikki inn
í himmalin, men tá talan er
um at keypa og selja fyritøkur
sum handla við timbri, er hetta
ein onnur søga. Tað ásannaði
Eivind Jacobsen, tá hann bleiv
endurgivin í bløðunum fyri at
siga. “Tey sum kenna meg og
Símun vita, at vit selja dýrt”..
Rodmundur hevur ásannað
at borgarstjórasessurin er
ov krevjandi at røkja afturat
nógvum øðrum uppgávum,
sjálvt um “dampurin er uppi”.
Frá mær skal hann fáa tað
skoðsmál, og eg tori at siga
tað vegna eitt samlað býráð,
at hann hevur verið ein virkin
og dugnaligur borgarstjóri. Tað
verður spennandi at síggja,
hvussu hann í býráðsarbeiði fer
at trívast sum vanligur matrósur
undir hóvligu og jarðbundnu
leiðsluni hjá Hans J. Lamhauge,
ið við drúgvu royndum sínum,
av einum samdum býráði fekk
álitisváttan at yvirtaka róðrið.
Tøkk fyri Rodmund; góða eydnu
og signing í álitisstarvi tínum
framyvir Hans Jákup.
Orðatakið sigur, at maður
kemur í mans stað, tó ein
saknar nakrar kvinnur í fremstu
røð, tá talan er um at slóða
fyri. Søgan hevur prógvað, at
kvinnur eins væl, um ikki betur
enn menn, megna at stýra land
og kommunu. Marita Petersen
sáli var floksformaður og eitt
skifti løgmaður, vit minnast
avrik hennara við virðing.
Løgtingslimurin Lisbeth Petersen
var somuleiðis floksformaður og
hevur drúgvar royndir í politikki,
fólkatingslimur, bleiv fyrsti
kvinnuligi borgarstjóri í Havn,
fyri at nevna nøkur dømi.
Jú sanniliga duga kvinnurnar
og liva fult upp til ábyrgdina
í fremstu røð. Hetta var ikki
áskoðanin hjá veljarunum her
seinasta kommunuval, har
kvinnuliga umboðanin sum hevði
verið tvær minkaði niður í null,
og nú eru tað einans menn sum
mynda Runavíkar Býráð.
Hetta er tíðin tá
summarstevnurnar seta sín
serstaka dám á vikuskiftini.
Eystanstevnan í ár er tann
45 í røðini og man skráin til
hesa stevnuna verða ein tann
fjølbroyttasta. Nógv fyrireiking
skal til fyri at fáa alt at ganga
upp í eina hægri eind og
Runavíkar Kommuna hevur
ruddað og fríðkað býin saman
við privatfólki og skúlabørnum.
Fyri at taka ímóti teimum mongu
stevnugestunum.
Eg var nærum 10 ára gamal, tá
fyrsta eystanstevna varð hildin,
og tær fyrstu stevnurnar høvdu
ikki so nógv tilboð sum nú, men
eg minnist togtogan, kappróður,
kajakróður, hondbólt, útimøti
og um kvøldið dansur í Glyvra
Bio. Hetta var lítið av miklum
samanlíkna við í dag, men øll
Skálafjørðurin hevur møguleika at gera seg
- Tað sum krevst er, at vit síggja
møguleikarnar og taka lógvatak saman,
fyri at kunna lyfta uppgávurnar í felag.
Gamla orðatakið, at samanhald gevur
styrki, ásannast enn í dag. Vón mín er, at
vit við felags stevi og við frímóði kunna
møta øllum framtíðar avbjóðingum, segði
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður m. a. í
midnáttarrøðuni á torginum í Saltangará
á Eystanstevnu leygarkvøldið