mánadagur 19. juni 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2006
19
vóru avbera væl nøgd.
Eg minnist serliga eina
stevnuhending, har Fredrik
Hansen úr Søldarfirði, ið
var løgtingsmaður og eitt
skifti borgarstjóri í Nes
Sóknar Kommunu, flutti
fram røðu á sandinum, har
hann handaði steypini eftir
Eystanstevnukappróðurin.
Tjaldrið hevði vunnið 5
mannafarsróðurin við dreingjum
og tá róðursmaðurin ein lítil
klæntrasligur óviti varð biðin
um at koma fram at taka móti
steypinum læt í Fredrikki. “Er
de små, så er de raske”. Hesin
óviti, (vit eru javnaldrar)
vaks til mans og var ongin
annar enn lambamaðurin,
bóndi og entreprenør Tórfríður
Magnussen.
Eitt svart skýggj hongur yvir
kappróðrinum, og hendingin
á Skálafjørðinum í dag tyngir
sinnið. Fyrst at ofrað alt,
fyri at náa einum so góðum
úrslitið til ber og sum sum tit á
Eysturoyingi ferð eftir ferð hava
prógva, og so uppliva, at alt
dettur niðurfyri og møguleikin
fyri føroyameistaraskapið
gleppur av hondum í eini
vanlukkuligari støðu, har
startlínan verður føst í róðrinum,
tað er ovboðið. Eysturoyingur
og Vestmenningur hingu eftir og
her var ongin ivi um, at so var;
tí er tað óskiljandi at róðurin
ikki bleiv skotin av, men helt
áfram, sum um onki var hent. Í
fótbólti verður tosað um fair play
og at brúka videoupptøkur, tá
hendingar og avgerðir, ið kunnu
verða avgerandi fyri dystin
vísa óreglusemi. Veit ikki hvat
eftirspælið verður, men um hesin
róðurin fer at telja við í samlaðu
føroyameistarakappingini hjá 10
mannaførunum, er hon lítið verd.
Fari her at nýta høvi til at
takka róðrarfólkinum fyri manga
spennandi løtu og góð úrslit,
har tit hava ligið frammi í rætta
endanum. Eysturoyingur hevur
verið mest vinnandi báturin
av 10 mannaførunum seinastu
nógvu árini, og í úrslitum geva
garparnir á Sølmundi geva
teimum ein skarpan gang. Eingin
kemur til slík úrslit uttan at ofra
seg 100 %. Eg fari inniliga at
heita á tykkum um ikki at leggja
árarnar inn eftir hesa hending,
men vísi stórsinnið og haldi
áfram í góðum ítróttaranda.
Haldi at hetta versið í vakra
sanginum hjá Petur farbróðir
gevur ugga í mótgongdini.
Hann álitið hevur tær givið,
tú setir teg aftur í rong,
tak róðrið og eingin ivi,
vind Merkið á fulla stong.
Eitt hjartasuff havi eg tó í
samband við Eystanstevnuna, og
hesi viðurskiftini mugu koma í
rættlag. Í FM-kappingini telur
róðurin á Eystanstevnu bert við
annahvørt ár. Her má og skal
ein broyting koma í og eg fari
enn einaferð at heita á allar
góðar kreftir um at virka fyri
at skipanin verður broytt, so
róðurin á Eystanstevnu er FM-
róður hvørt ár; hetta kann gerast
uttan at nakað verður tikið frá
nøkrum.
Støkk man vera tað størsta
felagið í kommununi við sínum
umleið 500 limum. Í ár eydnaðist
tað kvinnunum at vinna vann FM
kappingina í estetiskum fimleiki
og tær hava eisini luttikið á HM
í Finlandi. Hjartaliga tillukku
við hesum fantastiska úrslitið og
góða eydnu farmyvir.
Eg fari her at nýta høvi til
at takka øllum teimum mongu
sum fyriskipa eitt dygdararbeiði
millum tey ungu, har nógv
hundraðtals ungfólk møtast til
ymiskt virksemi skótar, ítrótt,
missións og samkomuarbeiði.
Andaliga virksemi hevur góðar
karmar, men ungdómurin í
Runavíkar kommunu manglar
eitt stað a la´ margarinfabrikkina
í Havn og ungdómshúsið í
Klaksvík. Mín vón er, at vit geva
ungdómi okkara karmar um eitt
gott tilboð eftir nevnda mynstri í
hesum valskeiði.
Á sama hátt sum Martin
Luther King hevði ein dreym,
so líti eg fram mót tí degi,
sum eg vóni er í eygsjón,
at Skálafjørðurin verður ein
kommuna. Avbjóðingarnar
sum liggja fyri framman eru
ovurhonds stórar og trupult er
at ímynda sær bústaðarmynstrið
og fólkatalið í meginøkinum
2015, tá undirsjóvartunnilin er
veruleiki og tað bert tekur áleið
13 minuttir at koyra til Havnar
og 25 minuttir til Klaksvíkar.
Tað er avgerandi, at fólkið
trívist í økinum og fjølbroytt
tilboð, tænastur og mentantiltøk
hava ein týdningarmiklan
leiklut. Ein spennandi og fyri
fótbóltin mennandi ætlan verður
skjótt veruleiki, tá ein risastór
innilokað fótbóltshøll verður
bygd í Skálabotni, har venjast og
spælast kann alt árið.
Eins og tað grør um gangandi
fót her í kommununi hendir tað
sama í grannakommununum.
Borgarstjórin á Strondum boðar
frá stórum áhuga fyri at fáa
grundøki til sethúsabygging,
og Nes kommuna hevur stórar
ætlanir í Saltnesi, har áleið 1000
borgarar eftir ætlanini fáa tak
yvir høvdið, og har vit í felag
kunnu verða við til at byggja
eina stóra nútíðar svimjihøll.
Jú sanniliga, Skálafjørðurin
hevur møguleika at gera seg
galdandi í framtíðar kappingini.
Tað sum krevst er, at vit síggja
møguleikarnar og taka lógvatak
saman, fyri at kunna lyfta
uppgávurnar í felag.
Gamla orðatakið, at samanhald
gevur styrki, ásannast enn í dag.
Vón mín er, at vit við felags
stevi og við frímóði kunna møta
øllum framtíðar avbjóðingum.
Tøkk fyri tit mongu, ið komu
at lýða á, og framhaldandi góða
Eystanstevnu.
galdandi í framtíðar kappingini
tíðindie