Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 115 - 19. juni 2006 ] Don Ø til Onglands FC Keypmannahavn er nógv meira enn bert eitt fótbóltsfelag. Parek Sport & Entertainment, sum felagið kallast, eigur FCK, Lalanida og fitness.dk, men sambært nevndarformanninum Flemming Østergaard hevur felagið framvegis stórar ætlanir um at vaksa um felagið. - Vit eru ikki komnir hálvan veg við teimum ætlanum, sum vit gjarna vilja gera til veruleika. Vit hava helst útnytta størsta potentialið í Danmark, og tí kann tað saktans verða, at vit keypa uttanlands næstu ferð. Og tað er ikki óhugsandi, at vit keypa eitt enskt 1. deildarfelag, sigur Flemming Østergaard við Økonomisk Ugebrev. Andrew skoraði í Herfølge Fremad Amager spældi í gjár seinasta dystin í donsku 1. deild í hesum kappingarárinum. Dysturin var á útivølli ímóti Herfølge,og tað eydnaðist Fremad Amager at vnna 2-0. Ein týðandi orsøk til tað var, at málmaðurin Theis Gall spældi ein branddyst og tók alt, sum Herfølge-spælararnir royndu seg við. Andrew av Fløtum var umsíðir aftur á liðnum hjá Fremad Amager, og hann gjørdi bart við einum máli tíðliga í dystinum. Tá ið 10 minuttir vóru farnir fekk Fremad Amager brotsspark, og tað setti Andrew í málið. Andrew var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Lítið skil var á fótbóltsspælinum, og málmøguleikarnir vóru fáir og smáir, tá ið ÍF styrkti um sína støðu í kappingini at sleppa undan niðurflyting, og KÍ misti í kappingini um fremstu plássini Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað er ilt at taka dagar ímillum, og kanska er HM orsøk til, at krøvini til føroyskan fótbólt gerast ov høg. Men tað skal vera heilt undarligt, um hetta ikki mundi vera eitt tað vánaligasta fótbóltsavrikið, sum hevur verið at sæð í Føroyum í ár. ÍF er manningarliga illa spert. At fyritreytirnar hjá teimum eru verri enn tær áttu at verið í Klaksvík sæst aftur í, at tveir spælarar, sum ikki eiga rúm millum átjan teir fremstu hjá KÍ, nú royna seg millum teir fyrstu ellivu í Fuglafirði. Tórður Lervið var vinstri vongverji. Setningurin hjá honum var at taka sær av Hjalgrími Elttør, sum higartil í ár hevur verið mest eyðsýndi klaksvíkingurin, og ta uppgávuna megnaði Tórður Lervig so mikið væl, at landsliðsspælarin ongantíð legði innfyri frá baklinjuni. Hesa ferð var størsti stríðs­ maðurin á ÍF miðvøllinum, Eyðun Ryggshamar, ikki við, og í fyrstu atløgu hevði venjarin valt at lata Bartal Eliasen vera í miðverjuni saman við Símuni Eliasen. Fuglfirðingar sýndu góð­ an hugburð. Teir stríddust, og fyrstu løtuna, tá ið teir á miðvøllinum vunnu flestu nærdystirnar, var bólturin meiri á KÍ hálvuni, enn hann var hinumegin. Tað eydnaðist tó ikki hjá ÍF at spæla seg til mál­ møguleikar. Fyritreytirnar hjá teim­ um fremstu vóru ikki ser­ liga góðar. Neyvleikin í samanspælinum var ikki nóg stórur, og tað kom sjáldan fyri, at álopsspælararnir vendu rætt, tá ið teir fingu bóltarnar serveraðar í alt annað enn góðari hædd. Sum 2. hálvleikur leið, tóktist tað sum um, at ÍF venjarin helt møguleikarnar vera betri fyri, at tað skuldi eydnast hansara monnum at vinna, heldur enn at teir skuldu missa øll stigini. Tá ið hálvur tími var eftir, varð Bartal Eliasen fluttur fram í álopið. Tað bar størri tyngd við sær, uttan at nakað spurdist burturúr enn drápuligir nærdystir við fuglfirðingin á KÍ liðnum, Høgna Madsen, sum sýndi framúr hugburð og mundi vera tann drúgvasti millum teir bláu. Flogið er burtur Klaksvíkingar eru púra dotnir burtur í einki. Venj­ ingarligi fyrimunurin, sum teir tóktust hava tíðliga í kappingini, er burtur. Flyt­ ingarnar eru fáar og smáar, skjótu menninir fáa ikki ferð á, áðrenn teir fáa bóltin, og tað er ilt at síggja nakra samanhangandi ætlan í tí, sum gongur fyri seg. Oftast verður tað sparkað høgt og langt – og skeivt. Viðhvørt royna summir at spæla, men tað tykist kennast sum stór fyritøka, tí bóltførleikin er ikki, sum hann áður hevur verið hjá fleiri av spælarunum. At einfalt avleveringsspæl ikki eydnast ber við sær, at sjálvsálitið minkar, og at hugburðurin ikki verður tann, sum skal til. Tað sást aftur í, at klaksvíkingar taptu nógvar nærdystir á miðvøllinum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki umskipaðu teir, og teir høvdu betri fatur á trýstin­ um, tá ið Marek var farin í vinstra borð, Harley í høgra borð og Símun Joensen á miðvøllin. Paul Clapson og Christian Lundberg vóru í fremstu røð. Clapson sást yvirhøvur einki til. Hann var stutt sagt blindur ferðamaður. Christian Lundberg hevði ein málmøguleika. Sjey minuttir undan steðginum sendi hann eftir innlegg úr høgru við høvdinum og í handara stólpan. Har­ við hvarv møguleikin fyri yvirskrift, sum kundi ljóðað, at Christian kom, sá og sigraði. Møguleikin kom ongan­ tíð aftur, og hóast danski hjálparmaðurin tyktist hava góðan hugburð, so er spurningurin, um møgu­ leikin fer at koma aftur at gera mál. Sunnudagurin, tá ið tað varð lossað fram í høvdið á Bartali Eliasen og Símuni Eliasen, bar ikki boð um, at KÍ skal spæla seg til kjansir og harvið hava møguleikar at gera mál. Mikukvøldið fer HB at vitja í Klaksvík. Hóast havnarmenn munnu vera troyttir eftir væl eydnaða Intertoto Cup ferð, so skal nógv vera øðrvísi hjá KÍ mikukvøldið, enn tað var sunnudagin, um tað skal eydnast at fáa nakað sum helst burturúr móti HB, sum spælir væl, og sum hevur greitt konsept. Sovorðið finst ikki í Klaksvík í løtuni. Javnleikurin bar við sær, at KÍ misti í toppstríðnum, og at ÍF styrkti eitt sindur um sína støðu í kappingini fyri at sleppa undan niður­ flyting. Sunnudagin skal ÍF á vitjan í Gundadali, har B36 bíðar. ÍF-KÍ 0-0: Turkur í góð­veðrinum KÍ hevur nú tikið stig til serstaka talentvenjing. Endamálið er at geva bestu spælarunum eitt eyka tilboð, har meira ferð kann setast á menningina hjá einstaka spælaranum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fríggjadagin tók KÍ nýtt fet mótvegis visjón 2009 hjá fe­lagnum. Ein visjón, har mál­setningurin púra greitt er, at KÍ um trý ár skal vera fremsta fótbóltsfelag í landinum. Tað eru Eyðun Klakstein, ungdómsvenjari, og Tony Paris, høvuðsvenjari, sum standa á odda fyri átakinum, sum fevnir um dreingir í aldrinum 12-16 ár. Við støði í eini heildarmeting av fótbóltsligu dygdunum verða spælararnir valdir út til hópin, sum ætlandi skal telja 16 spælarar, sum kanska kunnu vera við til at manna eitt framtíðar KÍ-lið í fremstu røð. – Vit stíla høgt við teim­ um ungu spælarunum í fe­lagnum, og vit vilja gjarna gera nakað eyka fyri teir. Talentvenjingin skal vera eitt nýtt tilboð til teir bestu spælararnar, og hetta skal verða nakað, sum allir spælararar í felagnum skulu stremba eftir at verða við í, sigur Eyðun Klakstein. Og Tony Paris er ikki ósamdur í hesum. – KÍ hevur sera nógvar góðar ungar spælarar, og vit vilja gjarna hjálpa teimum at menna seg enn meira. Vit hava tilboðið, og um spælararnir hava viljan og hugburðin, so kunnu vit í felag koma langt, sigur høvuðsvenjarin í felagnum. Serstakliga ber væl til at hava felagsvenjingar kring teknisku førleikarnar, hóast aldursmunurin á spælarunum er hampuliga stórur Mynd: Norðlýsið Teir bestu skulu gerast betri