mánadagur 19. juni 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 115 - 19. juni 2006
Húsarhaldsskúli Føroya søkir
lærara (avloysara)
Endurlýsing
Søkt verður eftir einum føðslu- og húsarhaldsfrøð-
ingi at undirvísa fulla tíð í tíðarskeiðnum 1. august
2006 - 28. februar 2007.
Søkt verður eftir lærara, sum
• skal undirvísa í matgerð, kostlæru, vørukunnleika,
reinføri o.ø.
• skal vera við til at fyriskipa ymisk tiltøk á
skúlanum
• dugir at samstarva
• er fryntligur og fyrikomandi
• hevur áhuga í at arbeiða saman við ungdómi
• hevur hug at seta sín dám á skúlan
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava útbúgving sum føðslu- og
húsarhaldsfrøðingur ella líknandi útbúgving.
Løn:
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18,1-27,4
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.
Fyrispurningar
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst
tú venda tær til leiðarna á skúlanum Jóhannu á
Tjaldarfløtti.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og CV skulu
verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 26. juni
2006.
Húsarhaldsskúli Føroya
Stoksoyrarvegur 29 · 700 Klaksvík
tlf. 456974/216974 · fax 457664
teldupostur: hsf@post.olivant.fo
Sjúkrarøktarfrøð
ingar og Heilsu
røktarar til G4
Á G4 verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum og
heilsurøktarum til feriuavloysan í juli og august
2006. Eisini er møguleiki fyri tímaløntum vaktum
eftir avtalu.
Deildin er ein kirurgisk seingjardeild við servitan
innan ortopædi, maga/tarm og urologi. Vit hýsa
eisini
sjúklingum
við
almenn
kirurgiskum,
gynækologiskum, eyga, oyra, nøs og hálsasjúkum. Á
deildini er pláss fyri 24 sjúklingum.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Elin
Vitalis, deildarleiðara á G4, á telefon 304500
lokal 5064 ella Ceciliu Vestureið, leiðandi sjúkra
røktarfrøðing, lokal 5102 epostur ceci@lsh.fo
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 30. juni 2006 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-
og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn
til starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum og
viðmælum e.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Dagrøktari til
dagrøktina á Skála
Runavíkar Kommuna søkir eftir dagrøktara at byrja
14. august.
Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða
við børnum.
Dagrøktarheimið skal vera soleiðis innrættað, at tað
er gott og trygt at spæla innan- og uttandura.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við
at venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 442059 ella
586004.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast
mikudagin 28. juni 2006.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará
Hjálparfólk
til teknisku deild
hjá Tvøroyrar komunu
er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávurnar verða m.a. hesar:
• projektering
• at standa fyri og menna skráseting
• málsviðgerð
• dagføra byggisamtyktir og býarskipan
• avgreiða samtykt mál.
Kommunan ynskir at tú:
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góðan telduførleika og dugir at brúka
skrivi- og tekniforrit
• hevur góð samstarvsevnir, bæði munnliga og
skrivliga
• dugir væl við viðskiftafólki.
Lønar- og setanarviðurskifti
• starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til
leiðaran av teknisku deild
• starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF
og avvarðandi yrkisfelag.
Tvøroyrar kommuna skilar sær rætt til at velja
millum umsóknirnar ella onga at taka.
Umsóknir saman við prógvum og cv verða at senda
til:
Tvøroyrar kommunu
Tekniska nevnd
800 Tvøroyri
áðrenn 7. juli 2008.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Paula Einarsson á tlf. 371551 ella 210231.
Tvøroyrar Kommuna