týsdagur 20. juni 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 jóansøka
Nr. 113 - 15. juni 2006
Tá Filurin um The
Commitments kom
í 1990, var tað ein
einans 17 ára gamal
Andrew Strong,
ið við síni hásu og
sterku sødd sang
Mustang Sally og
onnu løg, ið tók allan
heimin á bóli. Nú
sleppur hann at royna
seg á føroyskum
palli á Jóansøku-
festivalinum og tað
verður við øllum,
ið hoyrir til, so
sum blásarum og
kórsangarum
Jóansøku-
festivalur
Í 1990 trein ein ungur
maður á heimspallin. Við
filminum um royndirnar
hjá nøkrum ungum írum
at stápla ein bólk á beinini,
The Commitments, gjørdist
Andrew Strong stjørna.
Flest øll kenna filmin, eins
og flest øll kenna Andrew
Strong og hansara útgávu
av Mustang Sally. Síðani
hevur Andrew Strong havt
eina gylta yrkisleið sum
tónleikari og fleiri hitt hava
verið at hoyra við honum.
Fyri stuttum gav hann út
fløgu við størstu hittunum
og har kunnu nevnast t.d.
Ain’t No Mountain High
Enough og so sjálvandi
Mustang Sally. Hann hevur
ferðast heimin runt og er
fyri stuttum komin aftur av
ferð í Avstralia.
The
Commitments
var sum so bert heitið á
bólkinum
í
filminum
við
sama
navnið.
Tó
hendi tað, at fleiri vildu
hava
Andrew
Strong
og The Commitments
at spæla. Hetta var sum
so
ongantíð
ætlanin
og er tí veruleikafjart.
Tó
hevur
ein
bólkur
ferðast undir navninum
The
Commitments
og
vitjaði
hesin
eisini
í
Føroyum og hevði eina
væl swingandi konsert í
Norðurlandahúsinum fyri
fáum árum síðani.
Tá var Andrew Strong
ikki við, men hann hevur
sama stíl, sín stíl, og tey,
ið kenna tónleikin vita, at
hetta er tónleikur, ið er sum
gjørdur at spæla á palli.
Hetta er blues og rockur
við sál, og slíkur tónlekur
er bestur live, tá bæði
sangarar, blásarar og aðrir
tónleikarar geva alt teir eiga
og njóta hvørja løtu.
Síðani gjøgnumbrotið við
filminum hevur Andrew
Strong, ið er føddur í 1974,
havt gylta yrkisleið. Í 1991
verður hann innstillaður
til bæði BAFTA Award og
Grammy Award. Sama ár
verður The Commitments
útgávan seld í 15 milliónum
eintøkum um allan heim.
Í 1992 er Andrew Strong
á heimsferð við The Stones,
Elton John, Prince, Brian
Adams, Lenny Kravitz og
Ray Charles.
Í 1993 letur hann fyrstu
solofløguna úr hondum
og hon fær platín. Hann
fær sær egin upptøkuhøli í
1995 og í 2000 skrivar hann
undir útgávusáttmála við
EMI. Í 2001 kemur kemur
fløgan Out of
Time, ið fær
platín, og í 2002
kemur
fløgan
Gipsy’s Kiss, ið
somuleiðis fær
platín. Í 2003
skrivar
hann
nýggj løg og í
2005
kemur
Greatest
Hits
fløgan.
Líka til hálvan
juni, ella har á
leið, hevur Andrew Strong
verið á ferð í Avstralia,
men á jóansøku er tað
vakra umhvørvið vesturi
á Eiðinum í Vági, sum
er karmur um frálíku
tulkingina
av
Mustang
Sally og øðrum blues-rock
løgum. Og meðan Eiðið
og umhvørvið har á leiðini
stolt, høgt og steyrrætt
randar Jóansøkufestivalin,
kann
Andrew
Strong
hóskandi syngja Ain’t No
Mountain High Enough.
Jóansøkufestivalurin
byrjar tórskvøldið 22.
juni, tá besta blues-
kvøld í Føroyum
nakrantíð verður í
Stóra Pakkhúsi í Vági
Jóansøku-
festivalur
Talan er um eitt kvøld,
har danski blues bólkurin,
Thorbjørn Risager: Blue 7 og
føroyska blues-trio’in Gogo-
Blues fara at spæla hvør sær
og saman. Karmarnir í Stóra
Pakkhúsi eru framúr góðir til
slík intim tónleikatiltøk og
er nógv í væntu av hesum
kvøldinum.
Jóansøkufestivalurin
bjóðar tónleik á fleiri
pallum í býnum. Tann stóri
pallurin verður á sjálvum
festivaløkinum, har tónleikur
verður undir opnum himmali
– Open Air – fríggjakvøldið
og leygarkvøldið. Men
harumframt verða eisini
festivaltónar
í
Stóra
Pakkhúsi í Vági bæði
tórskvøldið, fríggjakvøldið,
leygarkvøldið
og
sunnukvøldið, umframt
at ein pallur verður á
bryggjuøkinum,
har
tónleikur og undirhald er á
skránni.
Stóra Pakkhús
Í Stóra Pakkhúsi er sum
nevnt eitt blues-kvøld á
skránni. Fríggjakvøldið
spæla og undirhalda Robert
McBirnie og Jógvan Dahl.
Leygarkvøldið, eftir at
Jóansøkufestivalurin endar
á Eiðinum, fer Rasmus
Lyberth at spæla í Stóra
Pakkhúsi. Og høvuðsnavnið
á skránni sunnukvøld er
Maria Guttesen, sum saman
við Petsy Tvørfoss fer at
framføra í Stóra Pakkhúsi
– hetta verður somuleiðis
endin
á
skránni
fyri
Jóansøkufestivalin 2006.
Pallur á keiøkinum
Leygardagin verður tónleikur
og undirhald á pallinum á
bryggjuøkinum, har millum
annað Eyðun & Neil fara at
spæla og Angela og Hannibal
fara at undirhalda.
Andrew Strong og Mustang Sally tóku heimin á bóli
Blues-kvøld startsskot
til Jóansøkufestivalin
Og meðan Eiðið og
umhvørvið har á leiðini
stolt, høgt og steyrrætt
randar Jóansøkufestivalin,
kann Andrew Strong
hóskandi syngja Ain’t No
Mountain High Enough.