Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 20. juni 2006 37 Hjálparfólk til teknisku deild hjá Tvøroyrar komunu er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávurnar verða m.a. hesar: • projektering • at standa fyri og menna skráseting • málsviðgerð • dagføra byggisamtyktir og býarskipan • avgreiða samtykt mál. Kommunan ynskir at tú: • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt • hevur góðan telduførleika og dugir at brúka skrivi- og tekniforrit • hevur góð samstarvsevnir, bæði munnliga og skrivliga • dugir væl við viðskiftafólki. Lønar- og setanarviðurskifti • starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til leiðaran av teknisku deild • starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag. Tvøroyrar kommuna skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka. Umsóknir saman við prógvum og cv verða at senda til: Tvøroyrar kommunu Tekniska nevnd 800 Tvøroyri áðrenn 7. juli 2008. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Paula Einarsson á tlf. 371551 ella 210231. Tvøroyrar Kommuna Musikkskúla­ skipanin Til skúlaárið 2006/2007 verður søkt eftir lærarum at undirvísa í: • rytmiskum sangi • rytmiskum klaveri • klassiskum slagverki • klassiskum klaveri • klassiskum sangi • urgu/kirkjuurgu • kontrabassi Somuleiðis verður søkt eftir: • lærara við almennari tónleikaútbúgving • lærara við útbúgving í rytmiskum tónleiki Leysir tímar at søkja: • í musikkspælistovu/rytmikki, blokkfloytu, tvør­ floytu, obo, klarinett, saxofon, violin, cello, klaveri, messingljóðføri, valdhorni, gittara, elgittara, elbassi, trummum, harmoniku/accordeon, teori/rytmiskari teori, hoyrilæru, improvisatión, laverfylgispæli, kórleiðslu og ensemble­leiðslu. Førleikakrav: Lokið prógv frá musikkkonservatori­ um ella útbúgving á sama stigi. Lønar­ og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fìggjarmálaráðið og Musikklærarafelagið. Umsóknarfreist: 3. juli 2006 kl. 12.00. Um størv og undirvísingarstøð fæst nærri at vita hjá Martini Mouritsen, leiðara. Umsókn við prógv, starvsroyndum og viðkomandi skjølum skal sendast til Musikkskúlaskipanin Hoyvíksvegur 72 FO­100 Tórshavn Tlf. 316462 · fartlf. 216462 · fax 316991 Teldupostur:martin@mmr.fo www.musikkskulin.fo Frá Sunda kommunu Lærarastørv í Haldórsvíkar skúla Søkt verður eftir 2 lærarum skúlaárið 2006-2007. Annað starvið er fulla tíð og er vegna lærara í farloyvi. Hitt starvið er vegna avlopstímar. Talan verður um umleið 10 tímar, og nágreiniliga tímatalið verður ásett í september mánaði. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjar- málaráðið og Føroya Lærarafelag. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera fyrstalæraranum, Nomi Jacobsen, Haldórsvíkar skúla í hendi í seinasta lagi 4. juli 2006. Áhugað kunnu fáa nærri at vita um størvini við at venda sær til fyrstalæraran á tlf. 423303 ella heima, tlf. 422571. Teldupostur: nr1905h4@skulin.fo Søkt verður eftir námsfrøðingum til Barnagarðin á Svangaskarði, Toftir Til stovuna Sólareyga: • 1 námsfrøðing í tíðaravmarkað starv at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 1. september til 1. apríl 2007 møguliga longri. Til stovuna Sóldøgg: • 1 námsfrøðing at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 7. august 2006. Størvini eru í barnagarðsstovum við 23 børnum í aldrinum 3-6 ár. Vit vænta at umsøkjararnir: • Hava hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum • Duga at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum • Hava góð samstarvsevnir og kunnu taka ábyrgd • Eru við til at menna tað pedagogiska arbeiðið Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, í skala 10-16. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingrid Hansen leiðara tlf. 448760/565021. Umsóknir Saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 5. juli 2006 kl. 12.00. Nes Kommuna