Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 44 síður

Tekstur á síðuni

48 Nr. 116 - 20. juni 2006 11950 Spar 30,- TILBOÐ Bratz Sportz Smyrilsvegur 7 · Tórshavn · Tel 319707 & 319929 “Í Føroyum er so gott at vera um summarið” Jóhann Eysturoy, maskinmeistari, fer ikki at ferðast í summar. – Eg verið her heima á klettunum. Mær dámar so væl at vera heima, nú ljósa tíðin er, so tað fari eg at vera. So tími eg betur at ferðast í januar ella februar, greiðir Jóhann frá, tá vit spyrja hann, um hann fer at ferðast í summar. - Tað verður veðrið, sum fer at gera av, hvat tíðin fer við. Er veðrið gott fari eg kanska ein túr við bátinum, og er tað minni gott, so takist eg við okkurt inni. Akkurát nú er HM, so har ber altíð hyggja, og tað er ikki frítt, at eg brúki nakað av tí framman fyri skíggjan í hesum døgum, sigur Jóhann smílandi. Og sum so nógvir aðrir føroyingar, so er Jóhann eisini farin at dáma spanska landsliðið sera væl. – Ja, Spania var ikki liðið, ið eg væntaði mær nógv av, men aftaná at teir hava spælt tveir dystir, eri eg farin at dáma teir sera væl. Kanska verða teir ikki heimsmeistarar í ár, men so verður tað um fýra ár, staðfestir Jóhann Eysturoy, sum altso verður her á klettunum í summar.