Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 47

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

49 Nr. 119 - 23. juni 2006 heilsanir Góði Levi Lukku og gleði á tínum føðingardegi 24. juni. Og ein heilsan til Filip og Johannes, ið fylla skjótt. Jesus pápi signi tykkum. Vit síggjast. Ynskja omman og abbin í Danmark Kenna tit hendan maskin­ meistaramann Góði babba. Eg og mamma ynskja tær hjartaliga til­lukku við útbúgvingini. Endiliga flytir tú heim aftur til okkara at búgva. Vit elska teg. Eis­ ini ein heilan til Karl. Heilsan Levi Til okkara fittu junifyllarar Lítla didda 5. juni, Miriam 15. juni og Anny 24. juni. Hjartaliga tillukku við føðingardøgunum. Kærastu heilsanir frá ommu og abba Góði elskaði Viggoabbi Hjartaliga tillukku á 75 ára degnum. tað sæst ikki á tær. Takk fyri alt, tú og omma eru fyri okkum øll. Ynskja abbabørnini Góða Heidi Hjartaliga tillukku við tí runda degnum tann 22. juni. Vit gleða okkum til leygardagin. Ein góðan dag og alt gott í framtíðini. Ynskja mamma og babba Góði fitti Hjalti Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum. Gleða okkum at koma í føðingardag. Heilsan mostir og gubbi í Klaksvík Góði elskaði Hjalti Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum. Harrin signi framtíð tína. Ynskir omma í Klaksvík Góði Remi Hjartaliga tillukku við degnum í dag. Tú ert ein óførur róðursmaður. Vit ynskja tær og manningini umborð á Sundabátinum góða eydnu á jóansøku. Ynskja Joan og Bárður Góða mostur, miss 13 Hjartaliga tillukku við studentspróvnum. Takk fyri at tú ert so góð við meg. Muss og klemm. Heilsan Rebekka Góða mamma Hjartaliga tillukku við føð­ ingardegnum. Vit elska teg. Emil, pabba og lítla diddan Góði Remi Hjartaliga tillukku við føð­ ing­ardegnum. Góða eydnu við róðrinum á jóansøku. Ynskja mamma og babba Góði allarbesti og fittasti stóribeiggi í verðini Vit báðir ynskja tær hjartaliga tillukku við tínum fyrsta runda degi 24. juni. Vónandi fær tú ein góðan dag. Vit gleða okkum. Vit eru soooo góðar við teg. Muss og klemm. Sigrid og didde Góði Johannes Tú mást hava ein góðan føðingardag í Danmark. Og ein føðingardagsheilsan til Filip og Levi. Vit koma at sakna tykkum. Ynskja Sonja og Finnur