fríggjadagur 23. juni 2006síða 53
Tekstur á síðuni
56
Nr. 119 - 23. juni 2006
“Vit fara ein túr
til Danmarkar”
Nú summarið nærkast og fólk fáa feriu, so eru tey
eisini fleiri, sum ætla sær ein túr av landinum. Tað ætlar
Halla Gullfoss sær eisini, tá vit spyrja hana, hvat hon
ætlar sær í summar. – Tað verður túrur til Danmarkar
við børnunum í 14 dagar. Vit fara at búgva í smáttum
og ferðast runt í landinum, soleiðis at børnini fáa so
nógvar og góðar upplivingar sum gjørligt.
Heima í summar havi eg ætlanir um eitt hvørt. Eg
kundi sera gott hugsa mær Jóansøkufestival. Tað hevði
bara verið fyri at lurta eftir Andrew Strong, men tað fari
eg so ikki kortini. Men eitt, sum eg heilt sikkurt fari í
summar, er at mála húsini. Málingin varð keypt í fjør,
so nú er um at koma í gongd, sigur Halla Gullfoss.
Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík
Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I klaksvik.fo
LEIÐ 410 / Klaksvík - Leirvík - Fuglafjørður
Nýggj bussleið
Leið 410
34 60 52
Skundflutningur
um allan heim