mánadagur 26. juni 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Nr. 120 - 26. juni 2006
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov@
sosialurin.fo
tlf 341800
Í dag letur
Norðurlandahúsið
upp eina
søluframsýning
við føroyskum
listhandverki.
Tað eru fýra
listafólk, sum saman
við handlinum
Listir luttaka á
framsýningini
Handverk
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Norðurlandahúsið
hev-
ur tikið stig til sølu-
framsýningina fyri at stuðla
føroyskum listhandverki.
Framsýningin er breið,
og handverk innan millum
annað ull, træ, seyðahorn,
silvur og glas verða víst
fram.
Àrna Helmsdal hevur
eina áhugaverda kreatión,
har hon hevur brúkt sniðið
í føroyska kvinnubúnanum
men brúkt annað tilfar og
aðrar litir enn vit eru von
við.
– Árna tekur støðu í tí
siðbundna, men ger nakað
øðrvísi burturúr tí, sigur
maður hennara Mikkjal
Helmsdal.
Føroyski búnin, ið Árna
hevur gjørt er limegrønur,
og silvurið er skift út við
sergjørdar hornsmúkkur.
Føroysk
bindingarmynstrum
Katrin Andreasen hevur
skapað
sera
vakrar
silvurringar,
sum
eru
útskornir og sniðgivnir
eftir gomlum føroyskum
bindingarmynstrum.
Onnur
luttakandi
eru Ole Jacob Nielsen,
trælistarmaður,
Guðrið
Poulsen, keramikari, og
Svanhild Christiansen, ið
ger keramiskar figurar av
náttúrumotivum.
Eini 10 veitararnar til
handilin Listir luttaka í
framsýningini, haðani
eru Rasmus Nygaard, ið
ger smúkkur úr horni og
beini, Guðrun Elttør, ið ger
pløgg úr silki og bundnari
og tøvdari ull, Unn Eldevig
Petersen, ið ger húgvur og
taskur úr tøvdari ull, Durita
Dam, ið ger heklaðar taskur
og Árna Helmsdal, ið
sniðgevur og seymar pløgg
úr bundnum ullartoyi.
Søluframsýningin verður
standandi alt summarið í
Norðurlandahúsinum.
Nakað av tí, sum verður víst fram í Norðurlandahúsinum
Søluframsýning í
Norðurlandahúsinum
Í Europa prædika vit næstrakærleika í okkara Gudshúsum. Summi gera
tað fríggjadag, onnur leygardag og uppaftur onnur sunnudag. Spurningur
mín er: ” Hvat gera vit øll mánadag?”.
Bent Melchior, rabbinari í Danmnark