Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2006 35 tíðindi Stutt sagt Stjórnin í Filipsoyggjunum hevur samtykt at útbyggja flogvøllin á Spratley-oyggj­ unum í Suðurkinesiska Hav­ in­­um, men tað hóvar ikki hin­um londunum har um vegir. Kina, Vietnam, Mal­aysia, Brunei og Taiwan halda hvørt í sínum lagi uppá, at tey hava rætt til oyggj­arnar, sum verða hildnar at hava bæði olju og gass í undirgrundini. Fyri fýra árum síðani skriv­ aðu Filipsoyggjarnar og níggju onnur lond undir ein sáttmála um at loysa møgu­ ligar ósemjur um oyggjarnar á friðarligan hátt, og har stendur eis­ini, at partarnir skulu ikki taka nakað stig, sum kann ávirka støðuna. Hini londini vera við, at sam­tyktin hjá stjórnini í Manila um at útbyggja flog­ vøllin á oyggjunum er brot á sáttmálan, og tey krevja tí, at ætlanin verður slept. Fyribils er tó einki, sum bendir á, at filipinsku mynd­ ugleikarnir ætla at slaka, men málið kann økja spenningin. Í 2002 var eisini rok um oyggj­arnar, og tá skutu viet­namesar ávaringarskot eftir filipinskum hern­að­ar­ flogførum, skrivar AP. Hagtøl hjá amerikonsku tjóð­arlundunum vísa, at tey vitjandi eru fækkað í tali tey seinastu 20 árini, og granskarar halda orsøkina vera, at tað yngra ættarliðið hevur betri hug at hyggja í sjónvarpið heldur enn at hyggja at náttúruni. Frá seinna heimsbardaga og til 1987 vaks talið á teim­ um, sum vitjaðu tjóðar­lund­ ir­nar, men so kom vend í, og granskararnir siga, at skiftið hendi um somu tíð, sum tey ungu fingu at­gongd til sjónvarpsspøl, video, DVD, teldur og al­nótina. Ein onnur orsøk til tann minkandi áhugan halda granskararnir vera, at bensinið er vorðið so dýrt í USA, at fólk aftra seg við at koyra til tær ofta fjarløgdu tjóðarlundirnar. Amerikanski um­­hvørv­is­ felagsskapurin The Nature Conservancy harm­ast gongd­ina. Ein talsmaður hjá felagsskapinum sigur við AP, at tey ungu missa sambandið við náttúruna og tað tilknýtið, sum náttúran hevur við gerandisdagin. Leygardagin varð tann heims­ kendi enski nátt­úru­­maðurin David Atten­borough til­ nevndur heiðurs­doktari við lærda háskúlan í Reykjavík, Háskóla Íslands. David Attenborough er føddur í London 8. mai í 1926 og hevur sostatt ný­liga fylt 80. Hann fekk sær útbúigving innan nátt­ úrufrøði á lærda háskúl­an­ um í Cambridge og fekk rætti­liga skjótt starv hjá BBC. Har hevur hann gjørt ikki færri enn 20 røðir við sendingum úr náttúruni í øllum heimspørtum og øllum heimshøvunum, og hann hevur eisini skrivað 21 bøkur við ymsum evn­ um úr náttúruni. David Attenborough hev­ur langt síðani fingið að­alsheiti frá Elizabeth drotning, so hann kann nýta tilnevnið Sir. Tey seinastu 20 árini hevur hann verið virkin í orðaskiftinum um at verja náttúruna. Eitt nú er hann heitur talsmaður fyri at verja frumskógin, eins og hann stryðjar tey, ið royna at verja hótt djórasløg. Norska løgreglan tók nú um dagarnar nakrar menn, sum høvdu verið í Agder og stolið fýra stuttleikabátar. Sam­bært løgregluni høvdu eigararnir goldið góðar tvær milliónir krónur fyri bát­arnar. Bátastuldur er rættiliga van­ligur í Noregi. Hag­tølini hjá løgregluni vísa, at í fjør vórðu 2.500 bát­ar stolnir, og hóast tað ljóð­ar av nógvum, so var talið minni enn árið fyri. Hin­vegin vísir tað seg, at tjóvarnir eru farnir at leggja seg eftir at stjala teir dýru bátarnar, og í fjør rindaðu tryggingarfeløgini næstan 73 milliónir krón­ur í endurgjaldi fyri stoln­ar bátar, sum ikki komu afturíaftur, skrivar Aften­posten. Løgreglan heldur, at færri bátar verða stolnir nú, tí eigararnir hava fingið betri møguleikar at verja teir ímóti stuldri. Eitt nú ber til at hava eina skipan, sum ger, at eigarin fær boð í fartelefonini, um bátur hans­ara loysir frá landi. Har­ afturat eru eigararnir vorðnir raskari at skráseta sínar bát­ ar. Vantandi skráseting hevur ofta havt við sær, at stolnir bátar koma ikki afturíaftur. Stjala nógvar bátar Væl kendur heiðursdoktari Stríð um oyggjar Hyggja heldur í sjónvarp Ísraelska stjórnin er til reiðar at brúka øll vápn, eftir at víðgongdir palestinar hava burturflutt ein særdan ísraelskan hermann Ísrael Árni Joensen fartekst@mail.dk Ísraelska stjórnin sat á kreppufundi í gjárkvøldið og umrøddi støðuna, eftir at víðgongdir palestinar høvdu kunngjørt, at teir høvdu tik­ ið ein særdan ísraelskan hermann. – Vit fara at svara hesum álopinum á ein hátt, sum skal fáa mótpartin at skilja, at slíkt hevur avleiðingar, og vit eru til reiðar at brúka alla okkara megi, segði Amir Peretz, verjumálaráðharri, aftan á fundin. Hetta er fyrstu ferð síð­ ani 1994, at palestinar hava megnað at burturflyta ein ísraelskan hermann. Ísra­ elska herleiðslan váttaði í gjár, at tann 19 ára gamli Gil­ ad Shalit var burturfluttur. Herleiðslan legði afturat, at Mahmoud Abbas, forseti, og Hamas-stjórnin hava ábyrgd­ina av lívi og heilsu hansara. Eygleiðarar í Miðeystri siga, at ósemja er í Hamas um burturflytingina. Tann hernaðarligi vongurin segði seg fegnast um avrikið hjá sínum limum, men tann pol­itiski vongurin fanst at burturflytingini. Ísraelska fregnartænastan heldur, at tað var Hamas- deildin í Damaskus, sum skipaði fyri burturflytingini, og at endamálið er at órógva samráðingarnar mill­um Hamas-stjórnina og Mahmoud Abbas, forseta. Fleiri royndir verða gjørd­ar at forða fyri, at Ísrael skal gera innrás í Gaza. Egyptaland hevur sent diplomatar til Gaza at royna at fáa tann ísraelska her­mannin leysan, og ísraelski uttanríkisráðharrin, Tzippi Livni, hevur tosað við ST-aðalskrivaran, Kofi Annan, amerikanska uttan­ ríkis­ráð­harran, Condoleezza Rice, og fleiri evropeiskar utt­ anríkisráðharrar um støðuna. Tíðindastovurnar skriva, at burturflytingin var sera væl løgd til rættis. Burtur­ flytararnir komu ígjøgnum ein 300 metrar langan tunn­il, sum endaði beint í einari ísraelskari herstøð. Burturflytararnir vóru átta í tali. Tveir teirra doyðu í skotbardaga við ísraelsku hermenninar, men tað eydn­ aðist hinum at taka Gilad Shalit við sær niður í tunnilin og til Gaza. Hamid Karzai, forseti, er ørkymlaður av, at fleiri hundrað afghanar eru falnir í einum átaki hjá teimum útlendsku hermonnunum Afghanistan Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fleiri hundrað afghanar hava latið lív í einum umfatandi átaki hjá amerikanarum, kan­ adiumonnum og avstraliu­ monnum í Afghanistan tær seinastu vikurnar, men hóast teir deyðu eru úr Taliban, er Hamid Karzai, forseti, alt annað enn fegin um tað stóra mannfallið. – Millum 500 og 500 afgh­ anar eru deyðir tær seinastu vikurnar. Rætt er tað, at hetta eru menn í Taliban, men teir eru eisini synir Afghanistans, segði Karzai um vikuskiftið. Hann bað altjóða samfelagið endurskoða bardagan ímóti yvirgangi, tí hann kann ikki góðtaka, at bardagin skal kosta hundraðtals afgh­ anarum lívið eftir nøkrum fáum vikum. USA stendur fyri tí stóra átakinum, sum hevur til endamáls at gera av við Taliban har suðuri í Afgh­ an­istan. Amerikanska her­ leiðslan vil vera við, at einir 250 menn hjá Taliban eru falnir, síðani átakið byrjaði, men sambært afghanska for­ setanum er talið nógv størri. Ein sending í norska sjón­ varpinum seinasta fríggjadag avdúkaði, at ruðuleiki valdar nógvastaðni í Afghanistan. Ein av ráðharrunum í stjórn­ini greiddi frá, at teir gomlu krígsharrarnir hava framvegis valdið í stórum pørtum av landinum, og at teir fáa ovurhonds nógv­ar pengar burtur úr rús­evnasølu. Ráðharrin segði eisini, at vápnað lið hjá krígaharrunum herja nógva­staðni, og at fólk tora ikki annað enn at líða teirra boð. Afghanski forsetin í iva Afghanski forsetin ivast í átakinum ímóti Taliban Ísrael fyrireikar innrás í Gaza Tað seinasta samdøgrið hevur Ísrael flutt herfólk og stríðsvognar til markið við Gaza