Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2006 37 Bygging av raðhúsum við Bólstein Í sambandi við útstykking við Bólstein í Leirvík, hevur kommunan lagt tvey stykkir út til raðhús. Víddin á hvørjum stykki er 1.420 m2 . Kostnaðurin fyri lendið er kr. 150,00 pr. m2. Kommunan hevur gjørt veg til stykkini og innstallatiónir eru lagdar inn á stykkini. Ætlanin er at byggja raðhús á stykkini, sum skulu fella væl inn í lendið. Byggingin skal tó lúka áseting­ ar í verandi byggisamtykt fyri Leirvíkar kommunu. Við tilboðnum skal fylgja skitsuuppskot til bygging. Byggingin skal byrja í seinasta lagi ½ ár eftir projektgóðkenning og verða liðug sambært ásettari tíðarfreist. Keyparin skal binda seg til at selja lidnu húsini víðari til tann prísin, ið tilboðið til kommununa er grundað á. Áðrenn møguligur sáttmáli verður undirskrivaður, skal fyriliggja váttan frá peningastovni um fígging. Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomin tilboð ella einki at velja. Nærri kunning um byggiætlanina og útbjóðingar­ tilfar kann fáast við at venda sær til Leirvíkar Kommunu tlf. 443 006. Stykkini vera við hesum boðin út til bygging. Boð saman við uppskoti um bygging skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 14. august 2006. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 Kulibakki 15 520 Leirvík Fráboðan um seismikkvirksemi Lýst verður at seismiskar kanningar verða gjørdar innan fyri hesar knattstøður: 61 30,0 N 005 20,0 W 62 00,0 N 003 40,0 W 62 00,0 N 003 02,0 W 61 21,0 N 004 45,0 W 60 15,4 N 006 00,0 W 60 50,0 N 006 00,0 W Felagið TGS NOPEC kannar økið. Byrjað verður ....................26.06.2004 Arbeiðið tekur væntandi ...4 vikur Skipanavn .........................Akademik Lazarev Kallibókstavar....................UAJS Heimstaður.......................Murmansk Fiskiveiðiumboð................Kári Henriksen Samband fæst við skipið á VHF rás 16. Upplýsingar um arbeiðið fáast frá Tórshavn Radio, á heimasíðuni hjá sjóbjargingarstøðini, www.mrcc.fo, ella á telefon 351300.  Sjóbjargingarstøðin Tinghúsvegur 64 · FO-100 Tórshavn Tlf: 351300 · Fax 351301 mrcc@mrcc.fo · www.mrcc.fo Lærari til Hoyvíkar skúla Søkt verður eftir vikari fyri lærara í barnsburðarfar­ loyvi frá 1. august til 31. desember. Starvið er 16 undirvísingartímar. 6. árgangur í føroyskum, enskum og ítrótti. 4. árgangur í handa­ verki og list. Lønt verður eftir sáttmála við fíggjarmálaráðið. Umsóknir við upplýsingum um útbúgving og royndum skulu sendast til Hoyvíkar Skúla Postrúm 3073 110 Tórshavn áðrenn 7. juli 2006. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlastjóran á tlf. 302590 ella 227603. Klinikkassistentur Søkt verður eftir klinikkassistenti at byrja 14. august 2006. Umsókn við avriti av møguligum prógvi og viðmælum skal sendast Tannlæknastovuni áðrenn 5. juli 2006. Tannlæknastovan hjá Steintór Larsen Torkilskrókur 8 · FO-530 Fuglafjørður Tlf. 444358 · stein@online.fo · fax 444602 Sjúkrarøktar­ frøðingar til E3/E2 3 avloysarastørv á starvsbrøki 0,9 í skiftandi vaktum eru leys at søkja til setan frá 1. august ella eftir avtalu til og við 31. desember 2006. Møguleiki eru fyri lægri brøkið. E3 er ein medisinsk deild við í løtuni 5 seingjaplássum. Sergreinin á deildini er uppvenjing av sjúklingum við apopleksia cerebri og við dis. sclerosu. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við røktarstarvsfólk, fysioterapeutar, ergoterapeutar og talupedagog. Dentur verður lagdur á gott samstarv við avvarðandi og við primertænastuna. E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri búfólkum. Vit ynskja starvsfelagar við áhuga og hegni til at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á góðan moral, etisk virði, positiva menniskja-áskoðan og góð samstarvsevni. Spennandi avbjóðingar liggja fyri framman, tí E3 skal flyta á eina nýrenoveraða deild í B-bygninginum tann 1. januar 2007. Umvælingarnar byrjaðu 1. maj 2006 á seingja­ deildunum B8, B7 og B6. Hesar verða ætlandi lidnar áðrenn 1. januar 2007 so E3 kann flyta yvir tá. Harumframt er THS (Talgild Heilsu Skipan) ein spennandi avbjóðing. Pilot projektir fara í gongd 1. september 2006. Krøv til umsøkjaran • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • góð samstarvsevni og góðar royndir við tvørfakligum samstarvi • fakligan áhuga innan sergreinirnar Vit kunnu bjóða • eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samstarv • fakliga menning • innleiðslu Upplýsingar um størvini eru at fáa við at ringja telefon 304500, lokal 6012, Monicu Brickman deildarleiðara ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, e-post asap@lsh.fo Løn- og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 12. juli 2006 kl 12.00. Tað er umsøkjarans ábygd, at umsóknin er á starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti. Skivlig umsókn merkt »umsókn til starv«, við avriti av prógvum, CV, autorisatión, viðmælum e.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn