týsdagur 27. juni 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Nr. 121 - 27. juni 2006
tíðindi
Eg kenni bert djúpt
og inniligt máttloysi
og vit orka ikki at
stríðast meira, sigur
Turid Askham. Hon
er mamma seks ára
gamla Fríða, hvørs
stuðlar eru uppsagdir,
og ongin svarar á
Almannastovuni, tá
tey ringja ella meyla.
Vælferð
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fríði er seks á og býr á
Argjum,
saman
við
foreldrunum, 24 ára gamla
stórabeiggjanum,
einum
hundi og pappageykinum
Tobba. Fyri fýra árum
síðani doyði annar beiggin,
Dánjal, sum bert bleiv 10
ára gamal. Hann hevði
somu sjúkuna sum Fríði,
nevniliga nógv umrøddu
Føroyasjúkuna.
Fríði
er
ein
glaður
drongur. Hann brosar og
fylgir væl við. Í dag er hann
heima, tí Sernámsdepilin er
í summarfrí og stuðulin er
sjúkur. So hendan vakra
mánadag seinnapart, meðan
onnur hús í grannalagnum
standa tóm og vanlig fólk
eru til arbeiðis, eru øll
heima í gula húsinum á
Argjum. Enntá hava tey
gestir og drekkamunnur
stendur á borðinum. Fríði
situr í koyristólinum eina
løtu og annars situr hann hjá
mammuni, Turid Askham,
sum ikki hevur verið á
arbeiðsmarknaðinum
í
fleiri ár, tí tað ber ikki til
at røkja eitt vanligt starv
undir verandi umstøðum.
Hon greiðir frá um Fríða, at
hann einki megnar sjálvur
og fær hjálp til alt. Holdið
er bundið inn í stívarar, so
hann ikki smokkar saman.
Hann er føddur deyvur og
hann fær alla føði inn við
sondu. Hann fær iltmasku
nakrar ferðir um samdøgri
og hann brúkar blæu. Fríði
er ikki menningartarnaður,
men hann er ikki mentur
aldurssvarandi, tí hann
verður ikki stimbraður á
sama hátt sum onnur børn,
tá hann einki megnar
sjálvur. Men Fríði dugur
at samskifta við at hyggja
eftir myndum og andliga er
hann í menning. Kropsliga
mennist hann ikki, og hann
verður tyngri fyri hvønn
dag.
Fríði gongur í skúla á
Sernámsdeplinum
um
dagin, og hevur stuðul
aftaná. Hann hevur roynt
at
gingið
í
vanligum
barnagarði,
men
tað
riggaði ikki, tí hann kundi
ikki koma í barnagarð um
stuðulin var burturstødd.
Og tað gevur lítla meining
at hava foreldrini við í
barnagarð.
Harumframt
er Fríði til umlætting hjá
einari familju eitt vikuskifti
um mánaðin.
Fyri Fríða er tað lívið
um at gera, at hann altíð
hevur fólk um seg. Í løtuni
hevur familjan fýra stuðlar,
sum allir vórðu uppsagdir
í vár, og av røttum áttu tey
at havt seks stuðlar. Tey
hava gjøgnum árini havt
nógvar skiftandi stuðlar,
ongin hevur verið longur
enn eitt ár, onkur bert í
vikur. Familjan má hava
náttarvakt, tí Fríði er nógv
vakin um náttina. Hann
skal upp at sita, hann skal
vendast,
skiftast,
hava
masku ella ropa.
Familjan greiðir frá, at
tey høvdu sæð fram til
stovnin á Ovaragøtu, men
har kom ongin stovnur.
Tí hava tey nú gjørt av at
flyta av Argjum og inn á
Skála, har tey hava keypt
eini hús. Har vóna tey at
fáa betri umstøður enn tey
hava fingið her, eitt nú tí at
skúlin í Søldarfirði hevur
eitt serligt tilboð til børn
sum Fríða, umframt at hann
er skrivaður upp til Reiðrið
á Saltnesi.
Ongin kunning
– Vit hava altíð eftirlýst eina
betri skipan við stuðlunum,
so tað er ikki tí, at vit ikki
ynskja broytingar. Men í
løtuni er støðan tann, at
vit vita onki sum helst um
framtíðina
viðvíkjandi
stuðlum, tí alt er umkalfatrað,
og vit fáa heldur einki at vita,
tá vit seta okkum í samband
við Almannastovuna. Allir
stuðlarnir blivu uppsagdir
í vár, og einasta orsøkin
til at teir ikki eru farnar í
annað starv er, at teir hava
ikki hjarta til at lata okkum
upp í hendurnar á tilvildini,
sigur Tórhallur Áslaksson,
pápi Fríða, sum starvast sum
sjálvstøðugt vinnurekandi.
– Vit høvdu ongantíð
yvirliva um vit ikki høvdu
stuðlarnar. So teir arbeiða
uppá lánta tíð, og hvørki
vit ella teir vita, um teir
hava starv í morgin. Eitt
nú kunnu vit nevna, at
tá náttarvaktirnar blivu
uppsagdar pr. 1. mai,
ringdi ein teirra út á
Almannastovuna og fekk tá
boð um at arbeiða enn ein
mánað. Soleiðis fer mann
ikki við fólki, og tað er bara
fyri at verja okkum, at tær
ikki eru farnar í verkfall
fyri langari tíð síðani,
sigur mamma Fríða, Turid
Askham.
Og Tórhallur greiðir frá,
hvussu hann reageraði, tá
hann frætti um uppsagnirnar
og umleggingarnar.
– Eg hugsaði bara, áh
nei, ikki aftur nú, skulu
vit nú aftur ígjøgnum alt
hattar. So fyri meg er tað
fyrst av øllum irriterandi og
ótolandi, at vit alla tíðina
skulu útsetast fyri hesum,
sigur Tórhallur. Og Turid
skoytir uppí:
– Eg kenni bert djúpt og
inniligt máttloysi, og má
tíverri viðganga, at vit hava
verið útsett fyri so nógvum,
at nú lata vit bara standa til.
So her er eingin uppreistur
ella vreiði at heinta, tí vit
hava lukkað av - orka ikki at
stríðast meira, sigur Turid,
meðan hon yppir øksl og
hyggur burtur.
– Okkara uppgáva er 24
tímar um samdøgri, so vit
kunnu ikki bara sleppa.
Fríði krevur okkum altíð,
meðan tey sum sita og
taka avgerðir yvir høvdið
á okkum ikki ána, hvat tað
merkir altíð at vera bundin
bæði kropsliga og sálarliga,
sigur Tórhallur, og hann
vísir á, at tey bæði ringja og
meyla til myndugleikarnar,
men til fánýtis.
– Høvdu tey so bara
kunnað okkum, tí tað er
so ørkymlandi at ganga
og spekulera, í fyrsta
lagi, um stuðlarnir verða
her í morgin, og síðani,
um nóg mikið av peningi
verður í november mánað,
tá rakstrarjáttanin til økið
er um at vera uppi, sigur
Tórhallur.
Mist vónina
Og hann greiðir frá, um eitt
kunnandi tiltak, sum skipað
varð fyri, tá lógin varð
broytt.
– Øll foreldrini vóru
boðin til ein kunnandi fund
um nýggju ætlanirnar, men
tað var ikki nógv kunning,
annað enn at vit fingu at
vita, at framyvir fór tað ikki
at vera ein rættur hjá okkara
børnum at fáa hjálp, men at
peningur fór at vera settir
av á fíggjarlógini sum eina
rakstarjáttan, har ein ávís
upphædd fór at verða játtað.
So nú kunnu vit omaná alt
ganga og spekulera uppá,
hvat hendir, um hendan
upphæddin verður uppi.
– Vit hava mist vónina um
at tað verður betur. Ongin
grundleggjandi lóg er, sum
staðfestir rættindini hjá
fjølbrekaðum børnum, og tí
verður tað upp til einstaka
málsviðgerðan at meta um
okkara tørv, og tá er bara
ein spurningur um at smyrja
tjúkt uppá ella at gráta nóg
hjartanemandi, um tú skalt
tiltuska tær stuðulstímar,
tól ella aðrar sømdir. Hetta
er so eyðmýkjandi, at vit
hava hug til at geva skarvin
yvir.
SAMBAND
eirikur lindenskov
@sosialurin.fo
tlf 341800
»Vit áttu at friðað Fríða og hansara líkar í
klassa 1«
Turid Askham, mamma Fríða
Framtíðin hjá Fríða í fríum falli
Stuðulsfólkaskipanin varð broytt 1. apríl. Almannastovan
hevur ábyrgdina av teimum fjølbrekaðu børnunum, við
heilt serligum tørvi. Hesin bólkurin er komin í klemmu, tí
stuðulfólkini vóru uppsøgd í vár og stuðulfólk - helst við
betri førleika - skulu setast at taka sær av teimum fjølbrekaðu
børnunum. Tilgongdin at seta nýggjar stuðlar hevur nú
staðið uppá í fleiri mánaðar, og familjurnar við fjølbrekaðum
børnum kenna seg ørkymlaðar, tí tær verða ikki kunnaðar
um framtíðina hjá teirra barnið.
FAKTA
– Ongin grundleggjandi lóg er, sum staðfestir rættindini hjá fjølbrekaðum børnum, sigur Turid Askham. Her við soninum Friða, 6
ár
Mynd: Jens Kr Vang
”
Onki samsvar er millum
at bjarga fostrum og
børnum við svárum
brekum, tá hetta
stendur teimum í boði,
tá tey koma heim.
Tórhallur Áslaksson