Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 27. juni 2006 29 Bygging av raðhúsum við Bólstein Í sambandi við útstykking við Bólstein í Leirvík, hevur kommunan lagt tvey stykkir út til raðhús. Víddin á hvørjum stykki er 1.420 m2 . Kostnaðurin fyri lendið er kr. 150,00 pr. m2. Kommunan hevur gjørt veg til stykkini og innstallatiónir eru lagdar inn á stykkini. Ætlanin er at byggja raðhús á stykkini, sum skulu fella væl inn í lendið. Byggingin skal tó lúka áseting­ ar í verandi byggisamtykt fyri Leirvíkar kommunu. Við tilboðnum skal fylgja skitsuuppskot til bygging. Byggingin skal byrja í seinasta lagi ½ ár eftir projektgóðkenning og verða liðug sambært ásettari tíðarfreist. Keyparin skal binda seg til at selja lidnu húsini víðari til tann prísin, ið tilboðið til kommununa er grundað á. Áðrenn møguligur sáttmáli verður undirskrivaður, skal fyriliggja váttan frá peningastovni um fígging. Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomin tilboð ella einki at velja. Nærri kunning um byggiætlanina og útbjóðingar­ tilfar kann fáast við at venda sær til Leirvíkar Kommunu tlf. 443 006. Stykkini vera við hesum boðin út til bygging. Boð saman við uppskoti um bygging skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 14. august 2006. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 Kulibakki 15 520 Leirvík Klinikkassistentur Søkt verður eftir klinikkassistenti at byrja 14. august 2006. Umsókn við avriti av møguligum prógvi og viðmælum skal sendast Tannlæknastovuni áðrenn 5. juli 2006. Tannlæknastovan hjá Steintór Larsen Torkilskrókur 8 · FO-530 Fuglafjørður Tlf. 444358 · stein@online.fo · fax 444602 Endurlýsing av deildarleiðarastarvi á Familju­ deildini á Føroya Barnaheimi Vegna ov fáar umsóknir, verður deildarleiðarastarvið á Familjudeildini endurlýst. Starvið verður leyst til setan frá 1. oktober 2006 ella skjótast tilber. Um Familjudeildina: Á Familjudeildini arbeiða 7 starvsfólk í einum tvør­ fakligum toymi, øll við viðkomandi útbúgving. Endamálið við arbeiðnum á Familjudeildini er, at foreldrini verða styrkt og stuðlað í at vera foreldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild. Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum sambandi meta um, hvør stuðul er best og mest viðkomandi at veita familjuni framyvir. Førleikakrøv til deildarleiðarastarvið: Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara, ið hevur royndir við familjuarbeiði og sum somu­ leiðis hevur leiðsluroyndir. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni og er til reiðar at ganga fremst í tí fakliga arbeiðnum á deildini. Harumframt hevur deildarleiðarin ábyrgdina av og skipar samskiftið við barnaverndartænastur, Almannastovuna, heilsusystrar, læknar, sálar­ frøðingar, sosialráðgevarar, barnagarðar, skúlar, sjúkrahús, viðgerðarstovnar o.s.fr. Á Familjudeildini verður í løtini arbeitt við at víðka og broyta virksemið á Familjudeildini og skal deildarleiðarin somuleiðis standa á odda fyri hesum arbeiði. Útbúgving: Hóskandi útbúgving krevst. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 4. august 2006. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Johannesen, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda vid Steinsgøta 10 FO­100 Tórshavn Musikkskúla­ skipanin Til skúlaárið 2006/2007 verður søkt eftir lærarum at undirvísa í: • rytmiskum sangi • rytmiskum klaveri • klassiskum slagverki • klassiskum klaveri • klassiskum sangi • urgu/kirkjuurgu • kontrabassi Somuleiðis verður søkt eftir: • lærara við almennari tónleikaútbúgving • lærara við útbúgving í rytmiskum tónleiki Leysir tímar at søkja: • í musikkspælistovu/rytmikki, blokkfloytu, tvør­ floytu, obo, klarinett, saxofon, violin, cello, klaveri, messingljóðføri, valdhorni, gittara, elgittara, elbassi, trummum, harmoniku/accordeon, teori/rytmiskari teori, hoyrilæru, improvisatión, klaverfylgispæli, kórleiðslu og ensemble­leiðslu. Førleikakrav: Lokið prógv frá musikkkonservatori­ um ella útbúgving á sama stigi. Lønar­ og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fìggjarmálaráðið og Musikklærarafelagið. Umsóknarfreist: 3. juli 2006 kl. 12.00. Um størv og undirvísingarstøð fæst nærri at vita hjá Martini Mouritsen, leiðara. Umsókn við prógvi, starvsroyndum og viðkomandi skjølum skal sendast til Musikkskúlaskipanin Hoyvíksvegur 72 FO­100 Tórshavn Tlf. 316462 · fartlf. 216462 · fax 316991 Teldupostur:martin@mmr.fo www.musikkskulin.fo