Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 27. juni 2006 33 Góði Kári Hjartaliga tillukku við 10 ára degnum. Ynskja mamma og babba Góða Karin Omma og abbi í Gøtu ynskja tær hjartaliga tillukku við 2 ára føðingardegnum 28. juni. Eisini ein heilsan til Jóhan. Jesus pápi verið við tykkum. Góði babba Hjartaliga tillukku við 25 ára degnum. Takk fyri alt tú ert fyri meg. Heilsan Jóannes Góða Karin systi Hjartaliga tillukku við 2 ára føðingardegnum 28. juni. Jesus pápi verið við tær. Ynskir Jóhan Góða Karin Hjartaliga tillukku við 2 ára føðingardegnum 28. juni. Eisini ein heilsan til Jóhan. Jesus pápi verið við tykkum. Ynskja mamma og babba heilsanir Vera hon er well – ja, Vera er well – tað vil hon altíð verða. Góða wella Vera! Hjarta­liga tillukku við 40 ára degnum Ynskja gita hvør ;) Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Fysioterapeutur Søkt verður eftir fysioterapeuti til fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum frá 31. juli til og við 31. desember 2006. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Málbólkurin er sjúklingar, innlagdir á Landssjúkra­ húsinum og vegleiðing av sjúklingum, sum koma ambulant á Landssjúkrahúsið til viðgerð og vegleiðing. Fysioterapeutiska arbeiðið á Landssjúkrahúsinum er at: • Leggja til rættis, gjøgnumføra og samanhangandi eftirmeta málrættaðað viðgerðar­ og rehabiliter­ ingsupplegg í samstarvi við brúkara, avvarðandi og onnur starvsfólk. • Kunna og vegleiða sjúklingin við tí endamáli at økja um hansara egna fysiska­, psykiska­ og sosiala tilfeingi. Hetta at fremja nýtsluna og menningina av tilfeinginum og at afturvinna ella betra um funktiónevni, førleikamøguleika og lívsvirðið. • Seta í verk tiltøk og hættir, sum ávirka kroppsligu støðuna hjá sjúklinginum fyri gjøgnum hetta, at betra um sálarligu heilsustøðuna og sosiala virkisevnið. • Undirvísa og vegleiða starvsfólk á Landssjúkra­ húsinum í fysioterapeutiskum kjarnuveitingum Á fysioterapideildini eru 12,0 fulltíðarstørv býtt yvir yvirfysioterapeut, deildarfysioterapeut, fysioterapeutar og sjúkrahjálpara, í alt 15 fólk. Vit søkja eftir einum fysioterapeuti við áhuga og kunnleika at arbeiða á sjúkrahúsi. Vit vænta, at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, er opin og ert til reiðar at arbeiða neyvt saman við starvsfólkunum her. Á Landssjúkrahúsinum verður í løtuni arbeitt við at broyta leiðslubygnaðin. Hetta ber í sær, at ergoterapideildin og fysioterapideildin verða ein rehabiliteringseind undir medisinsku depilsleiðsluni. Fleiri upplýsingar um arbeiðstíðir, arbeiðsupp­ gávur o.a. fáast við at venda sær til Karin Djurhuus, virkandi yvirfysioterapeutur, á tlf. 304599, lok 5790. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 17. juli 2006 kl 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skivlig umsókn, merkt »umsókn til starv«, við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar­ og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«