týsdagur 27. juni 2006síða 38
Tekstur á síðuni
40
Nr. 121 - 27. juni 2006
»Vit eru júst flutt
heim til Føroyar«
Mánadagin í síðstu viku fluttu tey bæði Ruth Nolsø og Øystein
Pætursson heim til Føroya.
–Vit hava búð í USA í góð tvey ár. Vit hava lisið og arbeitt,
og hava trivist væl har yviri, greiðir Ruth Nolsø frá, tá vit spyrja
hana, hvat tey fara at gera í summar.
– Nú skulu vit so bara koma upp á pláss, og eg skal finna
mær eitt arbeiði, sigur Ruth Nolsø. Úr USA og til Føroya er
ein long ferð, og eisini nakað av eini umskifting.
– Í USA er heitt vanligt, men beint áðrenn vit fóru vóru 35
hitastig, tí ódnin Alberto er. So, tað er ógvuliga kalt at koma
heim nú, greiðir Øystein Pætursson frá.
Áðrenn Ruth og Øystein bæði komu heim úr USA, ferðaðust
tey eitt sindur runt í landinum, millum annað vóru tey í Mary-
Land og Cape Cod. Tey fara so ikki av landinum í summar,
og hava fyri so vítt ongar fastlagdar planir sum so, uttan at tey
ætla sær ein túr á Summar Festival.