mikudagur 28. juni 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Nr. 122 - 28. juni 2006
Í morgin er seinasta
freist hjá fólki at seta
pening í Atlantic
Petroleum, sum í
hesum døgum hækkar
partapeningin.
Kapitalhækkingin
er marknaðarførd
uttanlands, og har er
áhugi fyri at ogna sær
partabrøv í føroyska
oljufelagnum
Partabrøv
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hósdagin 29. juni kl. 16.00,
tvs. seinnapartin í morgin,
endar fyrsta kapitalhækkingin
hjá Atlantic Petroleum, eftir
at felagið varð skrásett á
virðisbrævamarknaðinum.
Longu nú kann staðfestast,
at áhugi er fyri at seta pen
ing í føroyska oljufelagið
– eisini millum útlendskar
íleggjarar.
”Kapitalhækkingin endar
ikki fyrr enn í morgin, men
vit kunnu longu staðfesta, at
áhugi er fyri at seta pening í
felagið. Vit hava eisini merkt
ein ávísan útlendskan áhuga
fyri okkara partabrøvum”,
sigur Wilhelm Petersen,
stjóri í Atlantic Petroleum.
Hóast felagið er virkið
uttanlands, eru partaeigararnir
í Atlantic Petroleum fyri
stóran part føroyskir. Tá
kapitalhækkingin
varð
almannakunngjørd seinast í
apríl, segði Wilhelm Petersen
m.a., at útlendskir íleggjarar
eru meira enn vælkomnir upp
í skaran av partaeigarum.
Marknaðarføring
uttanlands
Henda fyrsta føroyska kapital
hækkingin av sínum slag er
marknaðarførd uttanlands.
Umframt lýsingar í bløðum
hevur Atlantic Petroleum lýst
á heimasíðum í Danmark og
Íslandi. Lýsingar hava verið
at sæð á heimasíðunum
hjá Euroinvestor og íløgu
bankanum Eik Bank í Dan
mark og á síðunum hjá
Morgunblaðnum og størsta
íslendska sparikassanum
Spron.
Lýsingaherferðin fyri før
oysku oljupartabrøvunum er
serliga vend móti privatum
íleggjarum, meðan teir
sonevndu
institionellu
íleggjararnir, ið vanliga gera
stórar íløgur, hava fingið
vitjan frá Atlantic Petroleum
og Føroya Sparikassa. Før
oya Sparikassi stendur fyri
kapitalhækkingini.
”Tað hevur verið sera
áhugavert at vitjað útlendsku
partarnar, og vit hava fingið
positiva móttøku allastaðni,
har vit eru komnir á gátt”,
sigur Finn Danberg, fíggjar
leiðari í Føroya Sparikassa.
Trýst á
Tá møgleiki er at gera
íløgur sum hesa í Atlantic
Petroleum, er vanligt, at
stórur íløguhugur vísir seg
millum privatar íleggjarar
seinastu dagarnar í tekn
ingartíðarskeiðinum. Soleið
is verður helst eisini hesaferð,
metir fíggjardeildin í Føroya
Sparikassa, sum stendur fyri
kapitalhækkingini.
Endamálið við at hækka
partapeningin er fyrst og
fremst lutvíst at fíggja
menningina av oljuøkinum
Ettrick. Í øðrum lagi skal
kapitalhækkingin fíggja
nýggj keyp hjá Atlantic
Petroleum.
Eins og verandi parta
brøv verða nýggju parta
brøvini skrásett á Virðis
brævamarknaði Føroya á
ICEX.
Allir teir føroysku peninga
stovnarnir eru tekningarstøð,
og tí ber til hjá fólki at venda
sær til sín egna peningastovn
at keypa partabrøv í Atlantic
Petroleum.
tíðindi
Søkt verður eftir frítíðaravloysara at byrja 17. juli og 10 vikur fram. Arbeiði fevnir
um postkoyring millum Vág og Tvøroyri, og tú fært ábyrgd av postútberingini
Lopra-Akrar. Tað er eingin treyt, at tú hevur stóra koyrikortið.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Postfelag og Fíggjarmálaráðið.
Ert tú áhugað/ur, kanst tú venda tær til niðanfyristandandi:
Posthúsið í Vági · 900 Vágur · att. Marianna Eystberg · Tlf. 37 30 11 · marianna.eystberg@postur.fo
Posturin í Suðri...
Pf. Postverk Føroya
Útlendskur áhugi fyri
Atlantic Petroleum
Vilhelm
Petersen