mikudagur 28. juni 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Nr. 121 - 27. juni 2006
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Ongin løgfrøðilig
forðing er fyri fullum
sjálvstøðugum
limaskapi í
Norðurlandaráðnum,
á jøvnum føti við
hini Norðurlondini.
Hetta vísir
serfrøðingakanning,
sum er løgd fyri
løgtingsumboð og
landsstýrið í hesum
døgum. Ole Stavad,
formaður í Ráðnum
sigur, at tað nú bara
er ein politiskur
spurningur um fullan
limaskap. Eingin
forðing er heldur
millum Danmark og
Føroyar.
Norðurlanda-
ráðnum
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Formansskapurin í Norður-
landaráðnum vitjar í Føroyum
í hesum døgum og hevur
havt fund við bæði umboð
fyri løgtingið og landsstýrið.
Eitt av høvuðsmálunum,
sum hevur verið frammi,
er kravið frá føroyingum
um sjálvstøðugan limaskap
í Norðurlandaráðnum. Ole
Stavad, fyrrverandi danskur
ráðharri, er formaður í
Norðurlandaráðnum. Hann
sigur við Sosialin, at orsøkin
til at fundurin er lagdur
í Føroyum, er nettupp
spurningurin um føroyska
limaskap.
Ein stór serfrøðinga-
frágreiðing er gjørd um
málið við serligum atliti
til ta løgfrøðiligu síðuna
av málinum, og í hesum
sambandi hevur Frederik
Harroff professari verið við
til fundarnar í Havn, har
hann hevur greitt frá teimum
løgfrøðiligu spurningunum
rundan um fullan føroyska
limaskap.
Ole
Stavad
sigur,
at
niðurstøðurnar
um
løgfrøðina í sambandi við
limaskap eru so mikið
greiðar, at tað nú bert er
ein politiskur spurningur,
um
Føroyar
og
aðrir
minnilutar kunnu fáa fullan
sjálvstøðugan
limaskap
í
Norðurlandaráðnum.
- Tað
er
einki,
sum
løgfrøðiliga forðar fyri,
at man politiskt tekur
avgerð um at gjøgnumføra
fullan limaskap fyri tey
sjálvstýrandi
økini
í
Norðurlondum.
Tað
er
sera áhugavert at hoyra
serfrøðingarnar greiða frá,
hvussu langt fólkarætturin
hevur flutt seg, síðani
man í byrjanini av 80-
árunum hevði orðaskifti
um og kanningar av hesum
málinum. Tí kann eg bert
siga, at hetta nú er ein
politiskur spurningur aleina,
og at politikarar tí ikki
longur kunnu vísa málinum
aftur við at vísa á, at
limaskapur løgfrøðiliga ber
ikki til. Slíkar umberingar
rigga ikki longur.
Ole Stavad sigur, at tað
nú er spurningurin, um
tað fæst politisk undirtøka
í øllum Norðurlondum
fyri
limaskapi.
Hetta
krevur so broytingar í
Helsingforsavtaluni,
og
hon kann bert broytast
við konsensus tvs. at allar
stjórninar mugu vera 100%
samdar.
Ole Stavad sigur víðari,
at tað er ikki nøkur greið
mynd av í løtuni, hvussu
tey einstøku londini vilja
fyrihalda seg til nýggju
støðuna. Fundurin, sum
samstarvsráðharranir høvdu
fyrr í ár, gav ikki nakað
úrslit, tí man hevði meira
hug til at skjóta málið út til
hornaspark.
Danski
formaðurin
í
Norðurlandaráðnum sigur
seg skilja, at tað kanska
ikki er fullur konsensus
har í løtuni, tá hugsað
verður um eitt nú samarnar.
Annars má metast, at tað
serstakliga eru Finland,
Svøríki og Noreg, sum
vilja vera varin.
Annars heldur Ole
Stavad, at vit eiga at
fegnast um, at tað nú er
møguleiki at finna eina
semju millum landsstýrið
og løgtingið øðrumegin
og donsku stjórnina og
Fólkatingið
hinumegin,
soleiðis at tað verða ikki
viðurskiftini
millum
Danmark og Føroyar, sum
koma at forða nøkrum. Tað
verður harafturímóti ein
spurningur um, hvat hini
norðurlondini siga.
-Er tað spurningurin um
álendingar og samarnar,
sum kann vera forðingin
fyri eini politiskari loysn?
-Tað kann eg ikki siga í
løtuni, tí vit hava ikki fingið
nakrar greiðar útmeldingar
um tað.
-Kann
føroyskur
limaskapur í EFTA lættari
geva okkum limaskap í
Norðurlandaráðnum?
-Tað trúgvi eg ikki. Kanska
heldur beint øvugt. Kunnu
Føroyar fáa fullan limaskap
í
Norðurlandaráðnum,
so kann tað væl gerast
ein “murbrækker” fyri
føroyskari sjálvstøðugari
luttøku aðrastaðni eisini.
Mikumorgunin var
setanin av risastóru
norðurlendsku
ungdómsráðstevnuni
Ung i Norden á
Læraraskúlanum.
Tær báðar, Kamilla
Ravnsfjall á klaver og
Connie Kass við sangi
og saxofonspæli,
runabundu
áhoyrarafjøldina,
og um hatta verður
støðið á stevnuni
kunnu vit gleða
okkum.
UNG I NORDEN
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mikumorgun er, og Føroya
Læraraskúli prýddur í
stásiligum veitslubúna.
Kreativu kreftirnar hjá
føroyskum
ungdómum
hava gjørt um seg seinastu
dagarnar, og seta tær sín
serstaka listarliga og litfagra
dám á umhvørvið har 218
ung úr øllum norðurlondum
hittast næstu vikuna. Oman
eftir gongini liggja risastór
dekk við reydligum pútum,
sum fólk kunnu sita á. Lutir
í gulli og messing hanga í
stóru vindeygunum, og størri
lutir, allir í gulli, standa her
og har - millum annað ein
gullsúkkla og ein gullsofa
Uppgávan hjá teimum ungu
norðurlendingunum verður
at lovprísa skapanargleðina
og at samstarva um kreativar
tilgongdir av alskyns slag.
Rúnabindandi tónar
Undir
setanini
av
stevnuni
var
fullsetta
læraraskúlahøllin
full-
komiliga tikin av bóli longu
undir fyrstu framførsluni.
Salurin fagnaði ungu tón-
leikakvinnunum Kamillu
Ravnsfjall á klaver og Connir
Kass, tá hon við inniligum
saxofontónum
og
ikki
minst sermerktu rødd síni
rúnabant áhoyrarafjøldina
undir
framførsluni
av
vøkru
vøgguvísini
hjá
Terja
Rasmussen,
Hákunardrongurin.
Seinstu dagarnar hevur
formanskapurin í Norður-
landaráðnum verið á vitjan
í Føroyum, og vóru teir 13
limirnir, við fylgjum, bodnir
við til setanina. Undir liðini
á mær sat eingin matari
enn sjálvur varaforsetin í
formanskapinum, ein Harra
Lorentzen. Tá framførlan
hjá Kamillu var av, snúði
hann høvdinum ímóti mær,
sá ikki sørt bilsin út, og við
piprandi rødd lat í honum:
Fantasktisk.
Hugleiddi um
kreativitet
Síðani bjóðaði Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður
í mentamálum luttakarum,
fyriskiparum og gestum at
vera vælkomin á stevnuna,
og hugleiddi hann í tí
sambandinum um tað at vera
kreativur. Eitt nú tók hann
støðið í teksti um kreativitet
hjá Bob Dylan, har hann
sigur, at kreativitetur hevur
við royndir, eygleiðingar
og hugflogið at gera, og
at allir hesir lutir mugu
vera til staðar, fyri at vera
kreativur.
- Allir hesir lutirnir eru
eisini til staðar í Ung i
Norden; royndirnar hava tit
við tykkum, eygleiðingar
fara fram, tá tit møta
nýggjum landssløgum og
andlitum, og síðani kemur
hugflogið helst av sær
sjálvum, segði hann.
Og hann vísti á, at tað er
eingin loyna, at sólin er gul,
grasið grønt og luftin blá.
Men, at tað er í tí kreativu
tilgongdini, at fólk vísa
okkum nakað nýtt og ikki
frammanundan kent, og at
tað er í sjálvari tilgongdini,
ikki í endaliga úrslitinum,
at gandurin uppstendur og
at tað møguliga verður til
list.
– Og kanska verður tað
soleiðis, at tá stevnan er
av, fara vit at uppliva, at
sólin er blá, havið grønt og
grasið gult, segði Jógvan á
Lakjuni at enda.
Næstur á skránni var
grønlendski
tónleika-
bólkurin Olsens Kids, sum
vísti okkum eina øðrvísi
framførslu,
við
einum
løgnum, men stuttligum
lagi, ið minti um eina
blanding av grønlendskan
trummudansi og hip-hop á
grønlendskum.
At enda kom ein spinkul
genta niðan á pallin og
við sær hevði hon eina
veldiga saxofon, sum hon
var alt ov lítil til at orka
at bera. Eva Rosa er úr
Noregi, og vóru tað sannir
gandakendir tónar, sum
komu úr stóra ljóðførinum,
hjá
lítlu
krúnrakaðu
gentuni við teimum stóru
brillunum.
Varligu
og
dempaðu tónarnir mintu
mest av øllum um Norður
Atlantshavið ein ísakaldan
og stillan vetrardag, saman
Ung i Norden av bakkastokki
Connie Kass og Kamilla Ravnsfjall tóku fullsettu
læraraskúlahøllina av bóli við hjartanemandi tónum
Ole Stavad, formaður
í Norðurlandaráðnum
hittir Bjarna Djurholm,
varaløgmann, sum eisini
varar av norðurlandamálum í
Tinganesi. Mynd Jens K Vang
Limskapur í Norðurlandaráðnum:
Løgfrøði eingin forðing