mikudagur 28. juni 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 121 - 27. juni 2006
bilar
Bilurin verður heilt
øðrvísi at koyra, tá
hann er fult lastaður.
Tá fært tú ikki økt
um ferðina ella
steðga eins skjótt sum
vanligt. Vandin fyri, at
bilurin koppar, gerst
eisini størri
Bilur og frítíð
Ferðslutrygd
Leyst viðføri í bilinum kann
verða lívshættisligt, um tað
ikki er rætt pakkað, og tú
noyðist at bremsa harðliga.
Gev tær tí góðar stundir at
pakka bilin væl.
Tá tú pakkar bilin, ger
tá eftir nøkrum av hesum
ráðum:
Allir lutir skulu spennast
fastir ella leggjast í lummar
og rúm. Sjálvt við hóvligari
ferð, verður ein hálv litur
sodavatn 30 ferðir tyngri, tá
hon flýgur ígjøgnum luftina
í einum samanstoyti. Tað vil
siga, at tú kanst fáa 15 kilo
í nakkan, um illa vil til. Eitt
annað dømi kann verða eitt
leyst myndatól, sum kann
viga eini 30-40 kilo, tá tað
kemur sendandi ígjøgnum
luftina.
Koyrir tú í stationvogni,
nýt so reimarnar í viðføris
rúminum at spenna kuffertini
føst, og lat kabinuna vera
avbyrgda við til dømis rima
verki.
Hugsa eisini um lutir inni
í bilinum, sum fløguspælara,
barnabøkur, sodavatn og
aðrar leysar lutir. Syrg fyri,
at lutirnir eru á gólvinum og
ikki so høgt, at teir kunnu
skaða, um bremsað verður
harðliga.
Legg tað, sum vigar mest í
botnin á viðførisrúminum og
næst miðjuni á bilinum. Tá
verður bilurin tryggast.
Teir lættastu lutirnar skalt
tú leggja í ein viðføriskassa
á takinum. Tungir lutir á
takinum kunnu gera bilin
óstøðugan.
Bilurin háttar sær øðrvísi
Tað ræður um at pakka
bilin so hóskandi og trygt,
sum til ber við atliti til leysar
lutir og koyrieginleikarnar
hjá bilinum.
Koyrieginleikarnar kunnu
nevniliga broytast, alt eftir,
hvussu tungt bilurin er last
aður. Tað ræður millum
annað um vera varugur við
broytta bremsiúrslitið og
um, at bilurin kann vera
óstøðugur.
Fylg tí hesum ráðum,
tá tú fert út at ferðast við
bilinum:
Koyr við minni ferð, enn
tú plagar.
Halt fjarstøðu frá bilunum
frammanfyri, so pláss er fyri
yvirhálingum.
Royn bremsurnar og stab
ilitetin á bilinum, áðrenn
tú fert avstað. Vektin á
bilinum kann økjast við
upp til 40%, tá hann er
fult lastaður, og tá verður
bremsilongdin munandi
longri.
Kelda: sikkertrafik.dk
Pakka
bilin rætt
Møði og ov lítil
svøvnur eru
avgerandi vanlukku
orsøkir í ferðsluni.
Her eru nøkur góð
ráð um, hvussu tú
kanst sleppa undan
at gerast linur á
biltúrinum
Bilur og frítíð
Ferðslutrygd
Vit vita, at møði og vantandi
svøvnur eru avgerandi
vanlukku orsøkir.
Møði er ein trupulleiki, tá
tú koyrir langar túrar. Ofta
eru vit ótolin og vilja náa
skjótt fram og hava lyndi til
at koyra leingi uttan at hvíla.
Tí eru nógv, sum koyra alt
ov troytt, og tað gongur heilt
víst út yvir trygdina.
Kanningar vísa, at eftir 8
tíma áhaldandi koyring er
vandin fyri einari vanlukku
næstan tvífaldaður.
Tekin um møði
Okkara bestur ráð eru, at tú
leggur túrin til rættis. Lurta
eftir, tá kroppurin gevur
ávaringartekin og respektera
tey. Tey flestu kenna tekini
til møði, men undirmeta
vandan við at koyra móð.
Samstundis yvirmeta tey síni
egnu evni at takla støðuna.
Eyðkend møðistekin eru
eitt nú:
Eyguni gerast tung. Tú
geispar. Tú minnist ikki,
hvat er hent seinastu 2 min
uttirnar.
Verður tú troyttur, meðan
tú koyrir, so steðga bilinum.
Sov ella hvíl teg í 10-20
minuttir. Gakk ein túr og fá
tær fríska luft.
Drekk ein kopp av kaffi
og et okkurt søtt, tó ikki ov
nógv av tí søta.
Tað hjálpir eisini at rulla
rútin niður, seta varman upp
ella niður ella at syngja.
Et sunt
Herumframt kanst tú fyri
byrgja møði við at eta og
drekka rætt. Royn at lata vera
við at eta ov nógv sukur og
feitt. Góðgæti og sodavatn
møða heilan. Eini góð ráð
eru at drekka ríkiligt av vatni
á øllum túrinum.
Sjálvandi skalt tú halda
teg frá rúsdrekka – eisini
um kvøldið. Alkoholið verð
ur verandi í kroppinum, eis
ini dagin eftir, tá tit koyra
víðari.
Síggj til at vera úthvíldur,
tá tú koyrir og steðga javnan
á túrinum.
Kelda: sikkertrafik.dk
Langir túrar eru krevjandi
Kanningar vísa, at eftir 8 tíma áhaldandi koyring er vandin fyri einari vanlukku næstan tvífaldaður. Síggj tí til
at vera úthvíldur, tá tú koyrir og steðga javnan á, fyri at fáa eina hvíld
Lat ikki lutir liggja leysar í bilinum. Ein hálv litur sodavatn gerst 30 ferðir tyngri, tá hon fer sendandi ígjøgnum luftina í
einum samanstoyti
Mynd: PáH/Smyril Line