mikudagur 28. juni 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
2. meistari til
Fiskiveiðieftirlitið
Eitt starv sum 2. meistari við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið
lýst leyst, at seta sum skjótast.
Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:
• Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra
• Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum beinleiðis
hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er
• Fremja viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1. stigi (STCW-regl. III/2 as 2nd
Engineer).
• Fyrimunur við 3 ára maskinmeistaraútbúgving
• Heilsuváttan fyri sjómenn
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni
• Aldur og heilsu til at gerast kavari. Fyrimunir men ikki krav.
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarfelagið. Royndartíðin er tvey ár. Setanarøkið
fevnir um Fiskimálaráðið og stovnum undir tí, umframt hini aðalráðini og
Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er 2. meistari.
Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir við cv, saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum
viðmælum, skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 13. juli 2006
kl 1200.
Umsóknirnar skulu sendast til :
Fiskiveiðieftirlitið
postsmoga 347
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35
30 30 og tosa við Elmar Højgaard, leiðara.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
Nr. 122 - 28. juni 2006