hósdagur 29. juni 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Nr. 123 - 29. juni 2006
tíðindi
Partabrøv
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eitt tað seinasta tann hálvt
annað ári gamli David Tørn
roos, hálvur føroyingur og
hálvur álendingur, gjørdi,
áðrenn hann og foreldrini
fara aftur til Svøríki eftir
at hava verið í Føroyum í
eitt hálvt ár, var at keypa
partabrøv í føroyska oljufel
agnum, Atlantic Petroleum.
Sosialurin var við, tá David
saman við foreldrunum
Kristian og Innu, fóru í
Føroya Banka í miðbýnum
í Havn at keypa partabrøv.
– Eg haldi tað er gott, at
David á henda hátt kann
vera við til at stuðla før
oyska vinnulívinum. Tað er
eisini stuttligt hjá honum at
eiga partabrøv í Føroyum.
Vit gera hetta ikki fyri at
tjenar pengar her og nú,
men vónandi er virðið á
partabrøvunum
øgiliga
stórt, tá David sum unglingi
ella hálvvaksin fer at taka
pengarnar út aftur sigur
mamman Inna, ið hetta
seinasta hálva árið hevur
arbeitt sum journalistur og
grafikari á Sosialinum í
Vágsbotni. Pápin Kristian,
sum er útbúgvin búskap
arfrøðingur, hevur ansað
David hesa tíðina, og hann
heldur tað eisini vera bæði
rætt og gott at seta pengar í
partabrøv heldur enn at hava
teir standandi í bankanum,
nú rentan er so lág. David
eigur nú fimm partabrøv í
føroyska oljufelagnum.
Inna er úr Sørvági men
flutti tíðliga til Svøríki, har
hon møtti Kristian, sum er
føddur í Álandi. Seinastu
12 árini hava tey búð í
Stokholm, og har er David
eisini føddur. Kristian hevur
gott arbeiði har og fara tey
nú aftur til Stokholm, men
Inna útilokar ikki, at tey
ein dag venda heimaftur
til Føroya, og at tað tá er
arbeiði til bæði teirra og
tey eru vælkomin. áðrenn
hann og foreldrini fara aft
ur til Svøríki, var at seta
sparipeningin í føroyska
oljufelagið Atlantic Petr
oleum. David var millum
tey seinastu, sum keyptu
partabrøv í føroyska olju
felagnum.
Hetta
hendi
hósmorgunin, bert nakrar
fáar tímar, áðrenn sølan av
partabrøvum endar, nevni
liga hósdag klokkan 16.
Lítli David hugsar um framtíðina
Lítli David er errin av at eiga partabrøv í
føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum,
hann hann fer aftur til Svøríki saman við
mamma og pápa
Mynd Jens K Vang